Hergeir Nielsen, Fyrrverandi løgtingsformaður og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
--------
Millum mongu syndarligu avrikini hendan margháttliga samgongan leggur eftir seg, liggur nú eisini beinagrindin av Landsbanka Føroya.
Tað eru sambandskreftirnar í samgonguni, sum altíð hava verið ímóti hesum banka, sum nú hava fingið sín vilja, og hvussu sterk sambandsgongan er, sæst best av atkvøðugreiðsluni, har likvideringin av Landsbankanum fekk fulla undirtøku frá øllum tingfólkum í samgonguni.
Landsbankin varð samtyktur á tingi í 1978 við 17 atkvøðum av samgonguni, ið tá sat, E(6), C(6), A(5).
“...at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum og eina javna útbygging av føroyska samfelagnum.” (Hákun Djurhuus, Poul Jacob Olsen, Hilmar Bech, Signar Hansen, og Jógvan Durhuus)”
Áliti um um Landsbankan 29.09.1978
Við hesi syndarligu samtykt hava Føroyar sum einasta landi í vesturheiminum slept tí týdningarmesta fíggjarliga geiranum, sum skuldi varðveita trygg fíggjarviðurskifti, sum øll onnur lond royna at styrkja mest møguligt.
Samstundis hevur landsstýrið boðað frá, at danska fíggjareftirlitið, sum danir hava mist alt álit á, nú verður einasta trygd føroyinga frameftir. Danir leita annars sjálvir saman við eurolondunum inn í eitt felags fíggjarkervi við egnum eftirliti.
Peningapolitikkurin hjá donsku bankunum við Den Danske Bank sum høvuðsaktøri hevur líkst okkara á mangan hátt, og eftirlitið hevur verið neyvt hitt sama.
Ein sendirøð um skelkandi húsagangirnar í donsku bankunum “Sikke en fest” er víst á dr.dk, samstundis sum avhøvdingin av føroyska Landsbankanum fór fram, og tað er ikki hissini kostur, har verður borðreiddur.
Jú størri kunnleika vit fáa, og jú longur vit koma undir húðina á revsskinnunum aftanfyri húsagangirnar, jú klókari gerast øll uttan tey, ið húsast ytst úti í Nesinum og niðast á Tinghúsvegnum.
Teir, ið skuldu ansað gæsnum, vóru teir somu sum skræddu tær sundur, og alt bendir á, at vit eiga at styrkja okkum munandi á eftirlitsøkinum.
Við avtøkuni av Landsbankanum gera vit tað øvugta, og tað er følsk trygd at billa fólki inn, at vit eru væl vard undir danska fíggjarkervinum.
Vit minnast Den Danske Bank frá okkara kreppu í 1992, og danir minnast hann frá teirra kreppu í 2008. Áhugað kunna leita eftir “Sikke en fest” í leitingarvindeyganum á www.dr.dk og har síggja, hvussu ússaligt danska fíggjarkervið í veruleikanum er.
Donsku bankarnir skrúvaðu shuntin frá og skaptu kreppu, hóast fíggjareftirlit og tjóðbanki sótu omanfyri og skuldu eitast at ansa eftir. Húsaprísirnir fóru við ferð uppeftir, og vanligt var at bankarnir læntu trý, fimm ella sjey ferðir húsaprísirnar, har hvør øll tjentu seg ríkan upp á annan mans kostnað – so leingi tað vardi.
Bankarnir gjørdust harafturat alt annað enn bara bankar. Teir ognaðu sær harafturat tryggingar, realkredilán oam., eins og teir gera nú, so at teir fingu fult og heilt kvørkratak á viðskiftafólkunum.
Stuttskygd profitáhugamál til lumpaðar partabrævaognarar vóru berandi tátturin, sum bar bankarnar fram ímóti tí stóra kollapsinum, tá rokningin endaliga varð borin skattgjaldarunum.
Eftiri stóð meinigi maðurin við láni upp á sínar egnu pengar, sum hann skuldi rinda aftur, meðan bankarstjórarnir hvurvu við feitum farvællønum.
Tá tað so ikki bar til at blása bløðruna longur upp, enn bjølgurin helt, fóru skelkirnir um allan heimin. Frá føroysku sorgarsøgunum í Eik Banka til amerikanska dreymin, Leeman Brothers, har 600.000 fólk gjørdust arbeiðsleys í einum høggi.
Havandi hesar og aðrar ræðusøgur í huga, skuldi allar góðar orsøkir verið til at vart seg mest møguligt og bygt upp heldur enn rivið niður, men tíverri.
Samgongan, sum fyri ári síðan skipaði stættarsamfelagið av nýggjum, heldur við avtøkuni av Landsbankanum fram við at dyrka tað dulda beinharða peningavaldið í samfelagnum og fifla nú við sjálvum tí føroyska fíggjarkervinum.
Hitt dulda peningavaldið gjørdi eisini um seg, tá Landsbankin kom í eyga.
“Á aðalfundi hjá Sjóvinnubankanum tað eina árið, eg haldi tað hevur verið í 1977 ella 1978, kom Hans Pauli Johannesen beinleiðis við uppskoti um at koyra meg frá sum grannskoðara bankans við teirri grundgeving, at eg atkvøddi fyri Landsbankanum.”
Endurminningar eftir Jógvan Sundstein 2008
Sparing liggur í ætlanin hjá landsstýrinum, siga tey fingralongu, meðan Landsbankin sigur, at bara hetta ævintýrið fer at kosta samfelagnum einar 15-20 mió.kr. árliga.
Vit ivast stórliga og minnast onnur sparingarherðindi í óðum verkum.
Ferðaðvinnan fór fyrst undir uttanríkisráðið, og síðan fór alt á heysin.
Sjónvarpið fór fyrst í útvarpskassan, og síðan alt fór á heysin.
Partneringsáttmálin í eini miðnámsskúlabygging, skuldi fyrst tryggja ein mesta kostnað á 60 mió.kr., og síðan fór alt á heysin og endaði omanfyri 100 mió.kr.
Trygdarmiðstøðin ...?, ja, vit kundu hildið á við røðini av miseyðnaðum royndum og óttast stórliga tær komandi.
Landsbankin var ein serstovnur, sum varð rikin eftir egnum fortreytum, og sum hevði gjørt eitt gott og álitisvekjandi arbeiði, og harafturat kundu mangar aðrar uppgávur verið latnar bankanum at umsita.
Ein virðilig avhøvding kom ikki upp á tal, tá smáir menn skuldu taka stórar avgerðir.
Tingviðgerðin varð løgd dagin fyri, at hoyringssvar komu vegin fram, og tá tey so einaferð undir nevndarviðgerðini komu vegin fram, mæltu tey øll, frásæð peningastovnunum, frá.
Afturhaldskreftirnar, sum nú likvidera Landsbankan, eru tær somu, sum royndu at forða samtyktini av honum í 1978.
Finnbogi Ísakson, Atli Dam og Jógvan Sundstein, vóru framherjar í síni tíð, men nú er vent í holini í flokkinum hjá tí seinast nevnda, sum í dag bert er ein skuggi av sær sjálvum.
Ferð eftir ferð síggja vit væl trimmaða A-liðið standa øksl við øksl saman við sambandinum, og tá av hasar fer so onkur gleðisgentan at siga húsvillu atkvøðunum, at nøkur teirra taka frástøðu frá rikna politikkinum, sum tey annars tryggja, tá á stendur, og soleiðs fer eisini at vera hesuferð.
“Sambandsflokkurin, sum var í andstøðu, fekk fríspæl og var ímóti, og langt inn í Fólkaflokkin var stór mótstøða.”
Endurminningar eftir Jógvan Sundstein 2008
Gl. sjálvstýri er sum altíð kroniskt lægsti felagsnevnarin, men verri er, at eisini Miðflokkurin er eisini farin at verja danska borg, og skræða føroysk tjóðarvirði niður.
Nú eftirmenn roynast skuggar, ganga biddaragongur til Danmarkar eftir hægri blokki eina árið, og jarðleggja Landsbanka Føroya annað árið, minnast vit farnar dagar, tá Frederik Hansen (Tj. 1954-62) Fríðrikkur í Søldarfirði, segði okkum: “Farið ongantíð av vegnum fyri einum sambandsmanni.”
Men - soleiðis broytist so mangt á mansins ævi, og ásannast skal enn eina ferð, at tá lítil maður fær vald, kennir hann sær ikki afturhald.
Ein troyst í neyðini er, at Landsbankastjórin ætlar sær at verja borg í vónini um, at bankin verður endurreistur einaferð aftur, og væl verið honum fyri tað.
Ein heilt stórur vansi verður, at frameftir fáa vit ongar óheftar frágreiðingar um føroyska fíggjarkervið.
Serkøna umsitingin verður nú syndrað saman við óheftu eftirlitsuppgávunum hjá samfelagum. Eitt fólkið verður skverað út í tóman heim undir væðingina á Setrinum, og annað sett á onkran krakk á Gjaldstovuni at fáast við toll og kassaeftirlit .
Hvørki Setrið ella Gjaldstovan halda, at skil er í atsóknunum, men eisini har verður tosað fyri deyvum oyrum.
Alt sum kundi láta og gráta av føroyskum stovnum og fyritøkum, helt tað vera eina vanlukku at syndra fíggjarligu umsitingina av Landsbankanum, men ikki bankakervið, sum eins og mistilteinurin, ið vaks vestan Valhøll, ikki vildi gráta um lagnu Baldurs.
Deyðin var honum tí vísur, og soleiðis gekst eisini Landsbankanum, sum nú liggur á lit de parade.
Grátuligt er er eitt láturligt stýri, men lat okkum ikki fella í fátt.
Janus Djurhuus sá ólívssárið, tjóðin fekk, tá klandur kom í tjóðskaparrørsluna, og
orð hansara raka dagsin samfelag eins neyvt og tey gjørdu fyri hundrað árum síðan.
Neyðars, neyðars Føroyaland,
brunnið tvøst, tað var títt merki!
Nær vil Sjúrður brýna brand,
birta herróp, kappin sterki?«