Ikki forboðið Men onki kostráð uttan at koma inn á feitt. Beinta Leo helt, at eftirsum vit búgva í Føroyum, skulu vit sjálvsagt eta føroyskan mat. ? Men kjøtið er ofta feitt, og eta vit fisk, hava vit ofta [...] fisk til døgverða, er tað betri at hava spik afturvið, enn garnatálg. ? Í spiki eru ómettaðar feittsýrur, sum ikki seta seg fastar í æðrunum og elva til blóðtøppar og hjartatrupulleikar. Men so vísti hon [...] Eldri og matur Nokk at drekka og minni feitt. Tað vóru hyggjuráðini, sum tey eldru fingu á eldradegnum í Trongisvági leygardagin. Tey, sum skipaðu fyri, høvdu fingið Beintu Leo, kostráðgevara at greiða teimum
Royndin verður gjørd í Vestmanna. Gongur tað sum ætlað, verður tað ikki bara vatnið, sum í framtíðini fer at gera elektriskan streym í Vestmanna. Nú skal eini tann ljósi dagurin fáa málaran í skúlanum at mala [...] verða 25 fermetrar settir upp á takinum á ítróttarhøllini í Vestmanna. Onkur undrast kanska á, um tað nú er rætta staðið at royna slíkt í Føroyum. Vit tosa jú um sólkyknur, og ikki er sólin tað, vit vanliga [...] verður. So í gurndini kundi tað eins væl itið ljóskyknur heldur enn sólkyknur, sigur hann. Og ljósar tímar hava vit nógvar her hjá okkum. Hesa árstíðina í hvussu er. Men, tekur Finbogi Joensen aftur í aftur
spennandi støða fyri okkum sum familja at liva upp á henda mátan her í Odense. Hvussu tá- - Í Føroyum ber tað at vera fótbóltsspælari við sær, at tú, umframt at vera upptikin av dagliga arbeiðnum, eftir [...] hann, tí teir ætla, at hann skal sita á beinkinum. Í Odense bíðar Jákup enn eftir møguleikanum at royna seg í superliguni. Sunnudagin var hann við liðnum í Århus. Hann var á beinkinum allar 90 minuttirnar [...] vit vóru í Århus. Hesin Michael Larsen hevur fingið møguleikan frammanundan, men hann var ikki úttikin til dystin í Århus. At hann nú spældi á bakkinum á eykaliðnum, meðan eg var fluttur fram í álopið,
at vit í Føroyum langt frá eru sloppin av við allar studningar, men hann endurtekur, at gongdin seinastu árini og hugburðurin í hesum sambandi hava verið ógvuliga positiv. - Hóast stór kreppan er í ávísun [...] stuðla vinnuni í tvey ár, men eg kenni onga studningsskipan, sum frívilliga er sett úr gildi aftur. Rein propaganda Formaðurin í Búskaparráðnum fýlist annars á tað, sum KPMG sigur í eini talvu í samband við [...] Hermann Oskarsson, sum eisini er stjóri á Hagstovu Føroya, vísir á, at vit í fyrsta lagi hava fingið eina nógv sunnari vinnu. Í øðrum lagi hevur vinnan, soleiðis sum tíðin er gingin, mist trúnna á, at tað
tá ið hundur brádliga leyp í andlitið á honum og beit. Um dagarnar er hann í dagrøkt í Sumba og hendan mikumorgunin vóru nakrar dagrøktarmammur og nøkur børn farin ein túr í Sumba. Brádliga kemur ein hundur [...] stingum í høkuni og í kjálkanum. Hann lá so á sjúkrahúsinum um náttina og slapp heim aftur dagin eftir. Mamman sigur, at sárini eru so greflig, at tað slepst ikki undan at kemur at ganga við arri í andlitinum [...] sleppa at ganga leysir, sum teir vilja. Tað er sum um at hundar hava somu støðu í Føroyum, sum tey heilagu neytini hava í India: Teir skulu ganga sum teir vilja og teir skulu ikki rørast. Leggjast kann
sítt aðalmerki at gera upp við kommunismuna. Í hesum føri verður talan um fólk á vinstraveinginum í Føroyum, sum kunnu koma undir lupp, og tað er funnin fressur í einum skitnum valstríði. Sámal Tróndur Johansen [...] Kanningin í skjalagoymslunum eystanfyri av støðu Føroya í kalda krígnum verður almannakunngjørd í somu løtu, hon er handað. Helst verður tað beint hinumegin ársskiftið, sigur Herluf Sigvaldsson, stjóri [...] in sjálvur, sum hevur verið í Italia og skrivað kanningina, er aftur í Danmark, og hann sigur, at bókin er um at vera heilt klár. Avtalan er, at hann skal gera hana lidna í desember, og síðan handa løgmanni
liðnum ? hann telvaði um vikuskiftið í donsku liðkappingini ? varð mett at dysturin fór at blíva javnur. Kollfjarðaliðið hevur helst tí sterkastu trio´ina í Føroyum; Hans Kristian Simonsen, Torbjørn Thomsen [...] ð hevði sunnudagin tveir styrkir í mun til hini umførini. Bogi Ziska, sum annars leikti við toftamonnum fyrstu tvey umførini, hevur fingið loyvi at skifta felag mitt í kappingini, og leikar nú við før [...] blanda seg í oddastríðið. Fýra stig eru upp til kollfirðingar, og tað er tó møguliga eitt vet ov nógv. Eitt skert toftalið ? uttan Jens Kristian Hansen og Boga Ziska ? fekk eitt heiðurligt úrslit í Hvalvík
mansbarn í Føroyum í orðsins sanna týdningi. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við - menn og konur, ung og gomul. Tað er tíð uppá, at nakað av tilfari teirra nú verður útgivið. Eg ivist ikki í, at henda [...] brotum úr teimum væl umtóktu barnaløtunum hjá Elini og Óla. Hesar sendingar vóru at hoyra í Útvarpi Føroya mitt í 70?unum, og líka síðani tá eru Elin og Óli von við, at fólk spyrja tey: ? Ber tað ikki til [...] fløguna: Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen gjørdu barnasendingarnar í Útvarpi Føroya eitt ikki so ógvuliga langt skifti miðskeiðis í sjeytiárunum. Tað er ótrúligt at hugsa um, at tey ikki vóru har meira
tað, tá tú klokkan trý korter til átta kemur í eina bilrøð uppá eini 30 bilar. Vónirnar eru lítlar. Aftur ov seinur í dag. Í gjáramorgunin var ein long bilarøð í Kaldbaksbotni. Tað vísti seg, at fleiri bilførarar [...] úr Vestmanna eini trý korter, men í gjár tók hann nógv longur. ? Eg plagi at vera í Havn klokkan 7.30, men í gjár bar als onki til. Tað kennist sum at hava ein knív í rygginum, tá ein lang bilarøð er aftanfyri [...] at tað eru meira hini, ið skuldu farið fyrr frá húsum ístaðin fyri at altíð fara í síðstu løtu. ? Soleiðis er í Føroyum. Føroyingar eru ov seinir á sjóvarfallinum um morgnarnar, og tað er eisini tá tað
av rúsevnum eru í umfari á Skálafjørðinum og í Eysturoynni sum heild. Tað verður nógv brúkt her inni eisini, sigur Kurt Rasmussen, ið er løgreglumaður í Eysturoynni. Hann hevur verið við í narkobólkinum [...] á løgreglustøðini í Havn. Í hesum bólkinum eru tveir mans í løtuni, men Kurt starvast nú inni í Eysturoynni. Hann heldur, at tað er umráðandi ikki at bagatellisera hassj og onnur av teimum bleytaru rúsevnunum [...] tað sama mynstrið í Havn sum aðrastaðni kring landið. ? Vit hava ikki so góðar umstøður at arbeiða í, so at vit kunnu fáa fatur á bakmonnum og brúkarum. Vit fáa at kalla einki gjørt í okkara vanligu arbeiðstíð