Leygardagin kemur nýggj dupultfløga út við brotum úr teimum væl umtóktu barnaløtunum hjá Elini og Óla. Hesar sendingar vóru at hoyra í Útvarpi Føroya mitt í 70?unum, og líka síðani tá eru Elin og Óli von við, at fólk spyrja tey:
? Ber tað ikki til at hoyra sendingarnar hjá tykkum aftur onkursvegna?
Tey hava hugsað um hetta, og í ár gjørdist hetta veruleiki. Úrslitið er so blivið henda dupultfløgan við 11 brotum úr sendingunum. Tað er firmaið ELIN, sum gevur út.
Gongur alt sum ætlað, fara tey at gera tríggjar dupultfløgur afturat, soleiðis at hetta verður ein samling við fýra dupultfløgum við sendingum teirra.
Niðanfyri prenta vit fororðini, sum Eyðun Andreassen hevur skrivað til fløguna:
Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen gjørdu barnasendingarnar í Útvarpi Føroya eitt ikki so ógvuliga langt skifti miðskeiðis í sjeytiárunum. Tað er ótrúligt at hugsa um, at tey ikki vóru har meira enn gott hálvt annað ár ella so, tí nú, ið nærum 30 ár eru farin síðani tey fóru hvør til sítt, eru tey enn kend um alt landið sum Elin og Óli í barnaútvarpinum.
Hugflog, íblástur, eldhugi, gleði, sjarma og spontanitetur eyðkendu ta skapandi megi í teirra barnasendingum. Sendingar teirra fóru um øll mørk. Hugans mørk og veruleikans mørk. Gott tilfar til børn skal vera markleyst sum í ævintýrunum ella teimum føroysku skjaldrunum. Har fer nógv fram, ið ikki ber til, men altíð er eisini sumt, ið ikki ber til har heldur. Elin og Óli brutu eisini hesi innaru mørk, so at veruliga alt bar til hjá teimum.
Tey skaptu ein nýggjan máta í føroyskari útvarpsgerð. Útvarpsgerð tá var tung. Alt varð gjørt við handriti og lisið upp eftir skrivaðum teksti. Elin og Óli fóru mótsettan veg. Tey tosaðu fyrst, og redigeraðu aftaná.
Tey vóru eitt fullkomið makkarapar. Annað av teimum hevði ikki kunnað gjørt hetta einsamalt, og heldur ikki við einum øðrum makkara. Tey góvu hvørjum øðrum íblástur og leiddust hond í hond -- fyri ikki at siga huga í huga - út á villastu víddir, ja út um har, ið sjálvt barnsins óavmarkaða hugflog fer. Tey høvdu slík evni, ið bert fáum er beskorið.
Ein ið var so heppin at vera hjá, kundi uppliva at síggja tey fara inn í útvarpsstovuna, seta seg yvir av hvørjum øðrum við mikrofonini hangandi ímillum sín, og so síggja, hvussu tey við ongum handriti ella øðrum til hjálpar, og uttan at hava fyrireikað nakað stórvegis frammanundan, settust at tosa saman, eggja hvørt annað, koma við undarligum hugskotum og setningum, til tey fóru á glið onkra leið, ið tey funnu í samveruni, til við eitt ein heil útvarpssending var har, ið kundi halda fram í fleiri vikur eftir sama tráð.
Tey høvdu eisini evnini at flenna saman. Láturin aldaði rundan um tey, har tey sótu í útvarpsstovuni og skaptu sínar søgur og fóru sínar víðu ferðir. Kanska er tað tann smittandi láturin, ið er lykilin til teirra skapanarmegi. Tað slag av látri, ið kann bróta alt tungt og keðiligt niður, ið hópast fyri framman og tarnar gongulag og tanka.
Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyum í orðsins sanna týdningi. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við - menn og konur, ung og gomul. Tað er tíð uppá, at nakað av tilfari teirra nú verður útgivið. Eg ivist ikki í, at henda útgáva verður til gleði. Serliga hjá teimum, ið vóru børn í 70-árunum, men mann ikki okkurt stórt ella lítið barn eisini fara á hugflog við teimum nú í einum nýggjum áratúsund?
Tað vænti eg!