Talv
Við einum munandi styrktum havnarliðið er spenningurin um fyrsta plássið kanska ikki bert ein spurningur ímillum tvey lið. Áðrenn vit hyggja nærri at nýggja havnarliðnum, fara vit til Kollafjarðar har klaksvíkingar vóru á vitjan.
Kollfirðingar høvdu undan dystinum eitt stig meira enn klaksvíkingar. Uttan Tiger Hillarp-Persson á liðnum ? hann telvaði um vikuskiftið í donsku liðkappingini ? varð mett at dysturin fór at blíva javnur. Kollfjarðaliðið hevur helst tí sterkastu trio´ina í Føroyum; Hans Kristian Simonsen, Torbjørn Thomsen og Eyðálvur Johannesen. Stigatalvan er prógv um hetta. Teir hava verið støðugir, og sjálvt um teir ikki altíð hava sama telvara á fjórða borði, kann liðið við ella uttan Tiger, vinna FM fyri fyrstu ferð siðani 1998.
Hans Kristian og Ólavur Simonsen leiktu javnt, eins og Torbjørn Thomsen og Rani Nolsøe. Eyðálvur vann á Finnbjørn Vang, meðan Tummas Martin Anthoniussen bjargaði klaksvíkingum javnleikin við sínum sigri á Grettir Djurhuus.
Bogi Ziska við Havnini
Havnarliðið hevði sunnudagin tveir styrkir í mun til hini umførini. Bogi Ziska, sum annars leikti við toftamonnum fyrstu tvey umførini, hevur fingið loyvi at skifta felag mitt í kappingini, og leikar nú við føroyameistarunum úr Havnini. Hann mannar 2. borð aftanfyri Olaf Berg, og framanfyri Haldur Suna Johansen á 3. borði, sum leikti sítt fyrsta talv í vetur um vikuskiftið.
Sandavágsmenn komu á vitjan, og einans Torkil Nielsen fekk okkurt stigið heimaftur við sær. Fyrrverandi føroyameistarin leikti javnt móti Olaf Berg, meðan Havnin vann hinar uppgerðirnar.
Um Havnar Telvingarfelag hevur sama lið framyvir, er ikki óhugsandi at teir kunna blanda seg í oddastríðið. Fýra stig eru upp til kollfirðingar, og tað er tó møguliga eitt vet ov nógv.
Eitt skert toftalið ? uttan Jens Kristian Hansen og Boga Ziska ? fekk eitt heiðurligt úrslit í Hvalvík. Heimaliðið vann ?einans? 2,5 ? 1,5, men nevnast eigur eisini, at Rógvi W. Rasmussen var ikki við hvalvíkingum sunnudagin.
Vestmenningar beina kós
Í 2. deild stendur kappingin um uppflyting millum vestmenningar og havnarmenn. Vestmenningar tóku leiðsluna eftir vikuskiftið eftir ein góðan 3-1 sigur á runavíkingum, meðan havnarliðið tapti móti kollfirðingum. Eitt stig er á muni millum liðini.
Átta lið eru í 3. deild, og har tykist kappingin longu avgjørt. Havnin 3 hevur seks stig fleiri enn gøtumenn á øðrum plássi. Seks umfør eru leikt av teimum fjúrtan sum telvast skulu.
Hjá unglingunum hava bæði klaksvíksliðini lagt seg í oddin. Ellivu lið umboða deildina, og á flestu liðunum er talan um ungdómar undir 15 ár. Eitt tekin um at føroysk telving hevur brynjað seg væl til framtíðina.
Talvfelagið Føroyar í norðatlantiskum illveðri
Í stásiligum umhvørvi á Norðuratlantsbryggjuni sunnudagin, tók føroyska liðið í donsku 1. deild ímóti danmarksmeistarunum seinastu trý árini, Helsinge. Teir hava millum annað stórmeistaran og sterkasta norðurlending Peter Heine Nielsen á liðnum, eins og GM Lars Schandorff og fleiri altjóða meistarar.
Útlitini vóru annars góð eftir einar tríggjar tímar. Heini Olsen og John Rødgaard - sum leikti við vegna avboð frá norska stórmeistaranum á liðnum Einar Gausel ? høvdu leikt javnt. Hini seks talvini tóktist spennandi og opin. Men við ein brest raplaði allar føroysku støðurnar og allir taptu. Orsøkirnar til brádligu niðurgongdina var hjá teimum flestu tíðarneyð, og manglandi neyvleiki í avgerandi støðum. Við øðrum orðum; styrkismunur.
Føroyska felagið liggur á fimta plássi við 10,5 stigum av 24 møguligum. Átta lið leika í 1. deild, har tvey lið flyta niður. Fjórða umfar verður 11. januar, og tá hitta føroyingar K41, ið liggja næstfremstir.