ÚTISETI
Jákup á Borg er framvegis í OB. Enn hevur hann ikki fingið møguleikan á besta liðnum. Men Jákup hevur ikki mist mótið, og sær sjálvum líkur so leggur hann alla ta megi og orku í, sum tað ber til, fyri at røkka longri upp á fótbóltsstsiganum í Odense.
- Tað, sum eg veit, er, at leigusáttmálin millum HB og OB verður liðugur um ein mánað. So skal eg aftur til Havnar at spæla við HB. Annað veit eg ikki. Men eg skal ikki dylja, at eg stórtrívist í OB, og at eg avgjørt einki hevði havt ímóti at hildið fram sum fulttíðar yrkisspælari. Tað er optimalt sum fótbóltsspælari, og tað er eisini ein nýggj og spennandi støða fyri okkum sum familja at liva upp á henda mátan her í Odense.
Hvussu tá-
- Í Føroyum ber tað at vera fótbóltsspælari við sær, at tú, umframt at vera upptikin av dagliga arbeiðnum, eftir arbeiðstíð ert nógv burturi heimanífrá til venjingar og dystir. Í OB er tað soleiðis, at vit summar dagar venja eina ferð, og aðrar dagar venja vit tvær ferðir. Restina av tíðini ræður tú sjálvur yvir. Sjálvandi er tað sera týdningarmikið við hvíld og svøvni. Men tað sigur seg sjálvt, at vit sum familja hava nógv meiri tíð saman, enn vit hava verið von til.
Venur seg við nýggjan leiklut
Í B36 hevur Jákup á Borg verið millum lyklaspælararnar so at siga, síðani hann var nóg gamal at spæla millum teir vaksnu. Nú hevur hann sáttmála við HB, og grannarnir fyri norðan hava neyvan keypt hann, tí teir ætla, at hann skal sita á beinkinum.
Í Odense bíðar Jákup enn eftir møguleikanum at royna seg í superliguni. Sunnudagin var hann við liðnum í Århus. Hann var á beinkinum allar 90 minuttirnar. So tætt at liðnum hevur hann ikki verið áður. Men Jákup hevur onga hóming av, um hann fer at vera við ímóti FCK. Todi Jónsson og liðfelagarnir fara næstu vikuna at spæla tvær ferðir á Odense stadion. Leygardagin skulu teir spæla landskappingardyst, og mikudagin verður seinna hálvfinalan í steypakappingini millum OB og FCK.
Mánadagin spældi Jákup á Borg á eykaliðnum hjá OB. Á Odense stadion spældu teir ímóti AaB. Heimaliðið vann 2-1, og Jákup var á liðnum alla tíðina.
Síðani hann kom til OB, hava venjararnir gjørt av, at Jákup skal roynast sum vongverji. Har hevur hann spælt bæði á eykaliðnum og á seriuliðnum. Ímóti AaB var hann í álopinum, og tað var bara síðsta hálva tíman, at hann varð fluttur aftur á vongverjan. Frammanundan hevði Jákup bara roknað við, at hann skuldi spæla á vongverjanum.
- Á vongverjanum í høgru var ein, sum eitur Michael Larsen. Nú veteranurin Steen Nedergaard er vøddaskaddur, er kapping um bakkplássið. Vit fáa ikki so nógv at vita. Men eg havi bara gingið út frá, at eg gardering á bakkplássinum, tá ið vit vóru í Århus. Hesin Michael Larsen hevur fingið møguleikan frammanundan, men hann var ikki úttikin til dystin í Århus. At hann nú spældi á bakkinum á eykaliðnum, meðan eg var fluttur fram í álopið, kann takast sum ábending um, at teir ætla at geva honum nýggjan møguleika á hesum plássinum, tá ið OB fer at spæla ímóti FCK.
Tað vil siga, at vánirnar hjá tær eru ikki so góðar-
- Tað dugi eg einki at siga um. Hjá mær ræður um at gera mítt besta, tá ið vit venja, og tá ið eg fái møguleikan at spæla.