Ferðsla
Vit kenna tað øll. Klokkan nærkast átta, og klokkan átta eigur tú at vera til arbeiðis. Men tað er ikki altíð sum at siga tað, tá tú klokkan trý korter til átta kemur í eina bilrøð uppá eini 30 bilar. Vónirnar eru lítlar. Aftur ov seinur í dag.
Í gjáramorgunin var ein long bilarøð í Kaldbaksbotni. Tað vísti seg, at fleiri bilførarar kanska byrjaðu at verða eitt sindur illir inn á henda stóra trailaran frá Farmaleiðum, sum var fremstur í røðini. Vit prátaðu við Hans Jákup Jacobsen, bilføraran, sum hvønn morgun koyrir henda teinin.
? Í gjáramorgunin var serliga ringt, tí koyrilíkindini vóru so vánalig, sigur Hans Jákup Jacobsen. ? Fyri tað fyrsta var ein bilur frammanfyri meg, sum koyrdi spakuligt, men eg kann ikki koyra ov skjótt, tá eg havi so nógva vekt aftanfyri meg. Ein trailari hevur eina last uppá eini 20 tons, so tað er ikki smávegis.
Hans Jákup sigur, at hann royndi at fáa bilarnar at yvirhála, men teir fyrstu bilarnir aftanfyri seg vóru ógvuliga trekir at fáa framum.
? Tað var ræðuliga hált, og eg kendi, hvussu vognurin hevði hug at slingra eitt sindur, greiðir Hans Jákup frá. ? Annars er tað politikkur hjá okkum trailaraførarum, at um vit koma í eina slíka støðu, so skulu vit lata bilarnar aftanfyri sleppa framvið.
Hvønn morgun koyrir Hans Jákup Jacobsen henda teinin. Hann kemur við trailaranum og lastini allan vegin vesturi úr Vágunum. Vanliga tekur túrurin úr Vestmanna eini trý korter, men í gjár tók hann nógv longur.
? Eg plagi at vera í Havn klokkan 7.30, men í gjár bar als onki til. Tað kennist sum at hava ein knív í rygginum, tá ein lang bilarøð er aftanfyri teg. Vanligar dagar komi eg ongantíð í eina slíka støðu, tí eg eri í Havnini so mikið tíðliga.
Farið fyrr
Jógvan Johansen er koyrisamskipari hjá Farmaleiðum. Hann greiðir frá, at hvønn morgun um átta tíðina koma bilar av bygd til Havnar við last, og lasta bilin aftur.
? Vit noyðast at fáa bilarnar til Havnar so mikið tíðliga. Teir skulu fylla uppaftur í Havn, og síðani koyra vøruna út aftur á bygd, greiðir Jógvan Johansen frá. ? Um hetta verður gjørt seinni, so verður nátt áðrenn bilførararnir vera lidnir.
Fólk verða ofta rættiliga ørg inn á hesar bilførararnar, tí tey skulu jú skunda sær til arbeiðis.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at trailaraførararnir skulu koyra eftir reglunum, og tað heldur hann eisini hesin bilførarin hevur gjørt.
? Bilførarin í gjár hevur kanska verið serliga ansin, tí tað var so hált, sigur vakthavandi. ? Teir eiga sjálvandi at hava fyrilit fyri hinum akførunum, men teir eru jú eisini sum øll onnur. Teir vilja eisini sleppa fram.
Men vakthavandi á politistøðini heldur ikki, at trupulleikin liggur hjá trailaraførarunum. Hann heldur, at tað eru meira hini, ið skuldu farið fyrr frá húsum ístaðin fyri at altíð fara í síðstu løtu.
? Soleiðis er í Føroyum. Føroyingar eru ov seinir á sjóvarfallinum um morgnarnar, og tað er eisini tá tað ikki er hált. Ein bilførari eigur at rokna við onkrum trupulleikum og seinkingum, og tá farið verður so seint frá húsum, men tá teir fara so seint sum teir gera, so hava teir hug at argast inn á slíkar støður.