alt rumbul og ruðuleiki, og eg visti ikki, hvat vendi upp og niður. Tú fellur ikki í óvit, men missir skilið fyri javnvág, og fært einki gjørt at stýra støðuni. Centrifugalmegin er øgilig, og vit vórðu [...] Beinið var illa brotið og brent, og hon hevði mist stórar partar av vøddum og húð. Sjálv var Poulina ikki ment at fara, tí hon var illa fyri og hevði kraga um hálsin. – Systir mín og táverandi svágurin fóru [...] n Poulinu, og Erik Norderø, sáli, sum var giftur systkinabarni hennara, stóðu fyri henni við koyristóli. Hon var ikki væl fyri, hevði bløðandi sár, og nakki og hálsur høvdu fingið løst og skelkurin var
men nú er alt hongt upp at turka, og amerikanska stjórnin er skakað. Wikileaks hóttir rætt og slætt heimssamfelagið og altjóða diplomatiið við sínum avdúkingum, og avleiðingarnar kunnu gerast óbótaligar [...] er av avstralskum uppruna. Hann er journalistur og las eisini støddfrøði og evnafrøði, men tímdi ikki at gera seg lidnan. Hann er einans 39 ára gamal og kann kanska kallast ein anarkistiskur idealistur [...] inn í telduskipanir og varð eisini dømdur fyri hetta í 1995. Hann sigst vera sera gløggur, og hóast onkuntíð hevur verið nevnt, at avhopparar úr Kina, journalistar, støddfrøðingar og nýbyrjaðar tøknifyritøkur
(Teitur), 504761 (Jóna og Niels Juul) ella 317862 (Birna og Regin) áðrenn 15. juli. Viðmerkið vinarliga, um tit skulu við bussinum. Brúdleyp Leygardagin 15. august giftast Rannva E. Hammer og Bárur Tindskarð [...] juli hava Per og Joan Højgaar Leirvík silvurbrúdleyp. Opið hús verður í missiónshúskjallaranum frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 14. juli hava hjúnini Ingrid Nord og Jóhan Henrik [...] Keypmannahavn Annika Fossá og Hans Petur í Brekkunum, bæði úr Havn. Veitsla verður fyri innbodnum í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17. Brúdleyp Leygardagin 4. juli giftast Jancy Joensen og Jákup Høj, Klaksvík.
eins væl at elskast, føra seg fram og siga frá, og ikki at tala um at yrkja, skriva, mála og syngja. Jú, sanniliga er nógv gott komið úr Gøtu. Vit kundu lagt út við GÌ og fótbóltinum, Felagskórinum Gøta-Leirvík [...] fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið. Vit hava framíhjárættindi Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi: Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm [...] Ósbjørn Jacobsen, Símun Konoy og yndisiliga sprundi Eivør Pálsdóttir. Hon má verða gentan við teimum føgru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum. Jú nógv gott er í Gøtu og nógv gott er komið higani. Um
osfr." Og í 3,9: " Tá rópti Harrin Gud á Ádam og segði við hann: "Hvar ert tú?"" So fall menniskja í synd, og samfelagið við Gud varð brotið, og viðurskiftini gjørdust heilt ørvísi millum menniskja og Gud [...] - tað er vorðið nýtt. Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við seg sjálvan og og gav okkum tænastu sáttarinnar, tí í Kristusi samdi Gud heimin við seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir [...] trúgva skriftunum, beint ímóti tí, sum Jesus lærdi og beint ímóti tí, sum sendiboð hansara, ápostlarnir lærdu, og beint ímóti tí, sum gamla testamenti lærir, og so samtíðis geva seg út fyri at vera sálarhirði
Kristian á Verkstaðnum Vón, og í átta ár var hann á timburdeildini á Blindastovninum. - Vit eiga tríggjar dreingir og átta ommu-og abbabørn. Sjálv havi eg ansað børnum í 26 ár, og hetta arbeiði dámdi mær ógvuliga [...] sum saman við manninum, Kristiani Glerfoss, og fleiri øðrum føroyingum eru komin til Noregs á bátaferð. Bátar og farmur Norrøna hevur júst lagt til bryggju og nógv ferðafólk, sum eru komin úr Føroyum umvegis [...] innanskers millum smáu plássini, og siglt verður bert um dagin. Um kvøldið hugna vit okkum saman. Vit matgera í bátinum, og er veðrið gott, verður grillin tendrað - og viðhvørt eru vit á plássum, har
fingin til vega; hvussu beinini skuldu hvíla í stigboylanum, og hvussu eg lættast kundi sita gott á hestinum, og so við og við funnu Stelpa og eg alt betri hvønn annan. Eftir hálva tíman kundi eg meira róliga [...] Durhuus, sum eiga og reka Berg Hestar, vóru fremst í fylginum alla tíðina, og síðani komu vit onnur sjey í gásagongd eftir honum. Tað var heilt skjótt, at Húsa- og Bøllureyn vórðu løgd afturum, og við einum væl [...] við tveir aðrar hestar, men onkra staðni millum aðru og triðju pannukøkuna komu vit eftir, at hesturin var horvin. Skimast var bæði væl og leingi, og brádliga síggja vit, at hon nú gongur oman móti maskinunum
kvøldið kemur, og maðurin móður og troyttur kemur aftur til hús við nøkrum tertlingum ella fuglum og tveitir seg á sofuna at hyggja eftir Degi og Viku, tá bylgist stoltleikin í barmi hansara, og hann sigur: [...] undirhalds hendan dagin, og eitt nú settu nakrar ungar gentur sín serstaka dám á løtuna við sínum vøkru genturøddum. Tær sungu bæði solo og saman. Børn sluppu at rógva og ríða, og eisini havnanevndin í Runavíkar [...] Ivaleyst hugsa flestu kvinnur, sum varða av, at betri og bíligari hevði verið at keypt nakrar fiskar, og menninir heldur brúktu meira tíð heima. Og Kári reisti spurningin: - Hvør maður hevur ikki hoyrt
hvørjum samanhangi. Hvør ger hvat, nær, hví og við hvørjum endamáli? Uppgávan hjá ovastu politisku leiðsluni er fyrst og fremst at skapa eitt strategiskt fótafesti - og so er spurningurin, hvat tað ítøkiliga [...] aktivitetir ítøkiliga koma at hepnast og nær, tá koma vit at bíða leingi. Landsins stýri og Palliba Tað nyttar lítið, um landsins leiðsla fyrireikar seg væl at fara uppá gólv og landsins ovasta embæti skipar, [...] Í tí perspektivinum sást kreppan í alivinnuni longu rættiliga týðuliga í 1998-99 og hómaðist helst árið fyri. Tí eins og tann búskaparliga støðan kann metast meir ella minni neyvt, soleiðis kann tann s
sent eyka hermegi inn í býin fyri at halda skil á. Og einki er at ivast í, at her hevur verið sum í Grindavísuni, at ».....Her hersker bulder og larm og raab, forvirring over al maade.« Landshøvdingin Vit [...] gekk í Rom og varð sagdur at vera einasti maður, Tiberius keisari hevði álit á. Hann nevndist Sejanus, og verður sagdur at hava verið ein reinur bandittur. Ein av hesum durkdrivnu, yvirvinarligu og smílandi [...] sleiskaðist og kreyp fyri keisaranum og var ein reinur lúshundur móti øllum, sum komu honum tvørt fyri ella royndu at nærkast keisaranum á nakran hátt. Tiberius var fullkomuliga blindaður av hesum manni og lat