Búskapur og strategi - støða og framtíðarútlit

Signar P Heinesen

Búskaparliga støðan í landinum kann mátast í ognum, inntøkum, inntøkum landskassans, arbeiðsloysi o.ø. Vit hava í seinastuni hoyrt almennar frágreiðingar, sum meta búskaparligu støðuna í Føroyum i løtuni at vera rímiliga góða, aðrar metingar eru eitt sindur daprari. Men skræll er ikki talan um.

Fyri at siggja, hvussu trupult tað mangan tykist vera at meta um búskaparligu framtíðina, kunnu vit eitt nú hava í huga, hvussu almennu frágreiðingarnar um útlitini í alivinnuni vóru í ár 2000. Hvussu nógvar almennar frágreiðingar roknaðu tá við einum skrælli í vinnuni?

Men búskaparliga støðan í dag er mangan ein frukt av strategisku støðuni í gjár. Í tí perspektivinum sást kreppan í alivinnuni longu rættiliga týðuliga í 1998-99 og hómaðist helst árið fyri. Tí eins og tann búskaparliga støðan kann metast meir ella minni neyvt, soleiðis kann tann strategiska støðan eisini metast. Tann mest týðandi spurningurin er, hvussu leiðslan í samlaðu skipanini hongur saman, heilt frá ovasta politiska valdi út til tann einstaka, sum røktar alifiskin. Tað, sum vit sóu í 1998-99 var, at tann ítøkiliga vitanin, sum var í skipanini, kom ikki til høldar í ítøkiligum avgerðum og tiltøkum á týðandi økjum. At síggja hetta var nøktandi fyri at meta um strategisku støðuna innan alivinnuna - og harvið búskaparligu útlitini.


Strategiska støðan í Føroyum í dag

Løgmaður hevur blást í lúður, at Føroyar skulu vera millum heimsins fremstu lond í 2015. Helst er stundin væl vald. Um nakrar av mínum metingum eru so nøkunlunda eftirfarandi, skulu vit helst eini 10 ár aftur í tíðina fyri at finna seinastu ferð, eitt realistiskt høvi var at broyta strategisku støðuna í Føroyum. Tað sigur eitt sindur um tann tíðarhorisont, talan er um í strategiskum høpi fyri eitt land.

Boðað er frá eini "Strategi 2015" ætlan og kann tað helst vera rættiliga skilagott. Spurningurin er bert, hvat stendur í eini slíkari ætlan. Landsstýrið kann sjálvsagt seta í verk meir ella minni desperatar ítøkiligar menningarætlanir; tað kann seta í verk meir ella minni desperat "almenn" "privat" "vinnulig" "matadorspøl"; og landsstýrið kann gera so mangt annað, sum í strategiskum høpi fær yvirskriftina "Vi gør det uanset hvor klogt", har avgerðarmegin er stór, men lítið skil er í grundarlagnum (E.Johnsen, Strategisk analyse og syntese, 1993). Ella sagt við øðrum orðum, at fiksar loysnir og gandaorð sleppa ígjøgnum skipanina upp til hægsta avgerðarstað.

Trupulleikin við slíkum vælmeintum tiltøkum er, at í einum strategiskum kyksendi verður úrslitið av hesum, at long tíð og nógv orka verður brúkt millum nógv væl meinandi - og helst eisini evnarík - fólk, men til fánýtis. Slík tiltøk hava tað við at festast í minni okkara sum enn ein roynd, sum miseydnaðist.

Ítøkilig átøk skulu gerast. Spurningurin er bert, í hvørjum samanhangi. Hvør ger hvat, nær, hví og við hvørjum endamáli? Uppgávan hjá ovastu politisku leiðsluni er fyrst og fremst at skapa eitt strategiskt fótafesti - og so er spurningurin, hvat tað ítøkiliga er?

Strategisk leiðsla

Sami E. Johnsen hevur skilmarkað hugtakið strategisk leiðsla og fyri at halda seg til hansara upprunaligu orðingar, ljóðar hendan skilmarkan á donskum:
"Strategisk ledelse består i at generere summen af de egenskaber, som er nødvendige og tilstrækkelige til aktivt at udvikle eksistensgrundlaget for en strategisk enhed."

Fyri at fáa nakra ítøkiliga meining í hendan setningin, mega vit eisini hava eina fatan av, hvat ein strategisk eind er:
"En strategisk enhed kan defineres som en organisme, der udøver en sådan mission, at den kan leve og udvikle sig i samspil med dens omgivelser."

Sæð frá landsstýrisins sjónarmiði er tann strategiska eindin alt landið. Um tað er ein eind. At vera í strategiskum kyksendi merkir ítøkiliga, at landið hongur ikki saman. Menniskjalig orka, vitan, initiativ og átøk fara fyri skeyti. Veruleikin, sum einstaklingar og fólk, sum taka lógvatak saman, kenna á sær er, at einki ber til. Luftin fer úr ballónini, dýrt keypt vitan røkkur ikki til tey fólk, sum hava hana fyri neyðini, initiativið fánar og átøkini hanga ikki nóg væl saman til tess at skapa nakra menning.

Tann mentanin, sum Palliba er ein partur av, veit fullvæl, hvat strategisk leiðsla er í praksis. Kanska eru orðini ikki tey somu, sum tey her verða sett fram, men í teirri mentanini legði skilamaðurin - sum hevði álit millum manna - til, og hvør einstakur legði ta orku í uppgávuna, hann var mentur. Í felag rukku tey málinum. Við orðunum hjá E. Johnsen kunnu vit siga, at tey "genererer summen af de egenskaber, som er nødvendige og tilstrækkelige til aktivt at udvikle eksistensgrundlaget ... i samspil med dens omgivelser."

Trupulleikin hjá Palliba var - og er - at hann er lítillátin. Gomlu V4 sendingarnar høvdu eisini ein Fossadun. Mentanin, sum Fossadun er partur av, hevur ikki roynt at taka tøk móti tilverunnar margfeldi. Fossadun hevur tikið avgerðir og trýstir tær ígjøgnum "uanset hvor klogt". "... i samspil med dens omgivelser" gevur onga meining fyri Fossadun. Hann hevur síni egnu virði, roynir av øllum alvi at " udvikle eksistensgrundlaget... i krig med dens omgivelser" - og skilir ikki, hví eksistensgrundarlagið bert svinnur.

Í samrøðuni millum Palleba og Fossadun hevur Palleba lyndi til at gloyma, at hjallurin hjá honum kanska má dvína fyri onkrum átaki, sum hevur øðrvisi perspektiv - og Fossadun hevur lyndi til at gloyma, at tann uppgávan, sum hjallurin loysti í gjár, skal eisini loysast í morgin.


Eitt høvi

Sum nevnt meti eg tað ikki vera nakra sjálvfylgju, at sitandi løgmaður hevur ein ítøkiligan møguleika at gera ein mun - sum munar. Tað eru so mangir veruleikar, innanlands sum uttanlands, sum løgmansembætið ikki røkkur, men sum tó skulu vera til staðar, fyri at støði kann leggjast undir einum strategiskum fótafesti, har vit eru komin okkum út í kyksendi.


... at skapa strategiskt fótafesti

Høvuðsuppgávan hjá landsins stýri er at fasthalda landinum sum eina strategiska eind, at gera landið møguligt at stýra og leiða "... i samspil med dens omgivelser". Høvuðsuppgávan í løtuni er at koma burturúr einum strategiskum kyksendi og fáa strategiskt fótafesti. Um mínar metingar eru nøkunlunda eftirfarandi, hevur sitandi løgmaður ein ítøkiligan møguleika at fáa Føroyum strategiskt fótafesti aftur.


Harafturat vita vit rættiliga væl, hvussu vit skipa neyðugu aktivitetirnar

Eingin strategi uttan risiko og eingin strategi uttan at binda størsta partin av fólkinum til uppgávuna. Tann skipan, sum strategisku aktivitetirnir skulu setast í verk undir, skal tí vera soleiðis sett saman, at flestu okkara kenna hana sum okkara frá fyrsta degi. Hetta skal skiljast heilt ítøkiliga. Alarin í Suðuroy og bankakvinnan í Vágoy, útróðrarmaðurin í Norðuroyggjum og krambakallurin í Sandoy - øll skulu hava ein ítøkiligan møguleika, í størri ella minni mun, at vera við at lyfta uppgávuni. Samstundis skulu aktivitetirnir spjaða risiko, tí vit vita fyri vist, at mangt verður gjørt skeivt. Uppgávan er at gera minst møguligt til fánýtis - og at seta á, har møguleikin fyri skjótast møguligt at røkka ítøkiligum úrslitum er størstur. Fyri høvuðsøkini í vinnuni vita vit eisini nøkunlunda, hvar frægast er at seta á.


Og røkka úrslitum

... uppá styttri og longri sikt uttan at dúva uppá hepnið eina. Hepnið skal til viðhvørt, men tað kann vera ein svikafullur arbeiðsfelagi. Eins og vit í 1998-99 sóu rættiliga greitt, at skræll stóð fyri framman í alivinnuni, men sóu ikki, hvør tann ítøkiligi dropin var, sum fekk bikarið at flóta yvir og nær, soleiðis síggja vit í dag rættiliga greitt, hvørjir aktivitetir skulu til fyri at fáa eitt strategiskt fótafesti í føroyskari vinnu og undir hvørji skipan. Bíða vit eftir at síggja, hvørjir aktivitetir ítøkiliga koma at hepnast og nær, tá koma vit at bíða leingi.


Landsins stýri og Palliba

Tað nyttar lítið, um landsins leiðsla fyrireikar seg væl at fara uppá gólv og landsins ovasta embæti skipar, um ikki hini á gólvinum taka undir við kvæði og stevi, sláa ringin. Tað nyttar lítið, um fólkið stendur og bínir, tí hesin dansurin verður helst av ongum, soleiðis sum so mangur annar var av ongum. Tey strategisku tøkini kunnu samanberast við føroyska dansin - tað eru nógv fólk, sum tilsamans fáa ein góðan dans burturúr. Í strategiskari leiðslu skipar tann eini ella tey fáu - sum hava álit millum manna - kvæðið, men hvør einstakur hevur sín lut í leiðsluuppgávuni. Meðan Palleba kvøður niðurlagið, umhugsar skiparin næsta ørindi.

Ørindi míni í hesi grein eru at siga, at eg havi ein varhuga av, at vit kunnu gera okkum til reiðar at trína dansin aftur - so kann tað vera, at mangur hevur gloymt bæði niðurlag og kvæði, men tað kemur. At onkur stingur seg upp, tekur mikrofon í hond og roynir at skipa sítt egna kvæði, meðan dansurin gongur, mega vit eisini liva við.


Signar P. Heinesen