Tað er sama søgan umaftur og umaftur: Olja er farin á sjógv inni í havnarlagnum í Havn, men hesuferð er talan um umfatandi dálking Havnarvág er enn einaferð dálkað av olju. Tað hendi í gjárkvøldið, tá [...] tær hava ligið í alla nátt. Í fyrstuni ljóðaði, at talan var um 800 til 1000 litrar av spillolju, sum vóru farnir á sjógv. Men í slíkum føri eru tað tey fægstu, sum hava hug at reypa og av sløkkiliðnum verður [...] verður upplýst beint nú, at einir 2000 litrar eru tiknir upp og nakað er eftir enn, men tað arbeiða teir við. Royndir eru tiknar av oljuni og royndir eru somuleiðis tiknar umborð á skipum, sum illgruni
sundur. Tað er í hesi søguni, at tað kemur fram, at tað onkursvegna er klovningur í sinninum á gentuni. Í huganum hevur hon eina vinkonu, sum hon nevnir Elisabeth, og tá ið tær eru tværeinar, er tað ikki [...] at fáa hald á. Tað er í hesi søguni, at gentan sigur: ”?Veitst tú. Eg eri tú. Eg eri tann goymdi parturin av tær. Hann, sum torir” (s.94). Tað sagda er í einum dreymi, so kanska er tað kortini ikki gentan [...] má berja seg uppaftur í ljósið. Tað er greitt, at gentan er avbera destruktiv, men tað er eins og tann oyðandi uppvøksturin ikki hevur veitt henni aðrar møguleikar. Tað er hennara máti at yvirliva uppá
Katrina var vorðin vaksin, fór hon út at arbeiða.Hon arbeiddi í Piddagarði eina tíð, og hon var eisini eina tíð hjá Sáru og Jóan Paula Gregersen í Syðrugøtu. Hon fór niður á húsarhaldsskúla og var eisini [...] í húsinum, og tað var neyðugt, tí børnini vóru nógv. Vit vóru sjey systkin, og fastur og tey vóru átta, og harafturat kom omma, og vóru pápi og Sámal Andrew heima, og okkurt serligt var á vási, vóru vit [...] eitt sindur av spritti í ílatið til tað sama á primussinum fyri at hita brennarin. Hon festi í spritti, og Katrina hugdi at, men av einari ella aðrari orsøk spruttaði tað brennandi spritti yvir á Katrinu
vóru á vitjan í Føroyum? Tað var tann 55 ára gamli Eyðfinn Tausen úr Vági, og sonur hansara, tann 26 ára gamla Mike. Tað var stuttligt at hitta teir báðar. Seinast vit hittust var í Seatle í USA, tá eg vitjaði [...] eitt so stórt útval, sum júst inni her. Men her var ikki allarminsta spor av fiski, sum kundi verið úr Føroyum.?? ?Hetta var alt feskur fiskur og í flestu førum flak. Men tað er í hvussu er ikki bíligt at [...] Selectfish í Seattle, har hann var stjóri. Her var uppgávan at keypa, virka og selja fisk. Hesin fiskur verður fyrst og fremst keyptur úr Alaska, sum jú ikki er so langt burturi. Tað tekur bert 2-3 tímar at fáa
hálvt fjórða ár eftir húsagangin, er Meinhard Jacobsen til reiðar at siga sína hugsan um tað, ið fyrifórst. – Alt var sera undarligt. Longu í februar 2010, tíggju mánaðir áðrenn húsagangin, fingu vit illgruna [...] heilaspuni Mánadags Sosialurin var at fáa í sølubúðunum í høvuðsstaðnum frá í gjárkvøldi. Vegna mjørka í Vágum eydnaðist ikki at fáa blaðið liðugt til tíðina, soleiðis at tað eisini kom út til haldarar og [...] Jacobsen um síðstu tíðina, áðrenn Fiskavirking stongdi og 800 fólk mistu arbeiðið. Meinhard Jacobsen var stjóri á Faroe Seafood tey seinastu 13 árini, til samtakið fór av knóranum 3. desember 2010. Nú búgvið
at judo ikki bleiv á leikunum á Jersey í 1997, men tað bleiv ein longri steðgur, tí judo var ikki á skránni aftur fyrr enn á Rhodos í 2007. Síðani var judo aftur við í Álandi í 2009, og síðani hevur verið [...] ið søguliga hevur verið ein sterk ítróttargrein hjá okkum. Judo var fyrstu ferð á skránni til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 og var so til allar leikirnar til og við Gibraltar í 1995. Tá bleiv kunngjørt [...] smátjóðaleikir, tí føroyskir judoíðkarar hava brúk fyri meira regluligum altjóða avbjóðingum. Sum tað liggur í kortunum nú verður judo ikki við á oyggjaleikunum á oyggjaleikunum á Guernsey í 2021 og á
teimum fyrstu 25 dystunum. Stutt undan kappingarbyrjan var hann so óheppin, at hælsinan reyk, ein skaði, sum tekur eini fimm mánaðir at lekja. - Tað hevur verið sera strævið at sita uttanfyri vøllin so leingi [...] tekniskar venjingar, sum eg ikki hevði gjørt, um eg var partur av liðnum hesar mánaðirnar, sigur hann. Landsdysturin móti Lettlandi á Tórsvølli 7. oktobur var fyrsti dysturin hjá høga verjuspælaranum síðani [...] Tað er meiri enn eitt ár síðani, at hann spældi ein landskappingardyst. Ein skaði tíðliga í vár oyðilegði byrjanina í nýggja felagnum. Sunnudagin kann Sonni Ragnar Nattestad fáa debut fyri Molde FK. -
Kambsdali. at tað verður franska liðið, sum fer at halda fram í kappingini. Men áðrenn tað verður púra greitt, skal dysturin í Ólafsfirði spælast komandi leygardag. Støðan í hálvleikinum var 2?0. Beinanvegin [...] tey, tá hann var átta ára gamal. Í juni í 1984 brendu húsini við Gjógvará. Tá fluttu tey niðan í húsini hjá foreldrunum hjá Bergi. Har búðu tey inntil í 1987. Silvurbrúdleypsdagin, ið var 11. februar 1987 [...] 1987, fluttu tey í nýggju húsini á Kambsdali, sum tey ? við góðum stuðli frá fólki nærri og longri burturi frá, sum næstelsti sonur in tekur til ? høvdu latið bygt. Martin 19.07.62. Skipsførari, býr í
hevur ringt til tín. Hov nú krasjaði browsarin hjá mær, meðan eg var inni á nummar.fo, tað er sjálvandi ikki so gott, men eg haldi ikki, at tað hendur so ofta á nummar.fo. Síðan er ein partur av øllum portal [...] nógvar aha upplivingar. Tú veitst t.d. ikki, um tú ert inni á dimma.fo ella inni á síðuni hjá P/F Dimmalætting. Trýstir tú t.d. á Sudoku, endar tú inni á síðuni hjá partafelagnum, og leitar tú á henni, so [...] Hon riggar t.d. í øllum browsarum. www.uf.fo hevur RSS Feeds, og tað er øgiliga gott. Eg veit ikki um nakra aðra føroyska síðu, ið hevur tað. Eitt annað dømið um teknisku dygdina, ið liggur aftan fyri, er
heldur kós longri út á vatnið. Teir munnu ætla sær Út í Oyrar, tosa tey. Og so hendir tað. Flotið fer undir, og eitt síl hevur tikið. Ikki var tað stórt, men tað var tó eitt síl, og dagurin var harvið mestsum [...] Tann, sum fekk tað størsta sílið, fekk bara eitt. Tað var 40,5 cm langt og vigaði eitt pund. Tað situr ein smádrongur so hugagóður við tráðu á einum stabba niðan fyri Leitisrætt. Tað er Magnus Fríði úr [...] kg. Høgni Haraldsen í Sandavági fekk tað størsta sílið. Tað var 40,5 cm. Hann fekk bara hetta eina. Og hann fekk harða kapping, tí tað næststørsta, sum kom upp, var bara ein sentimetur styttri. 39,5 cm