Vit skuldu bara burtur

– Tey, sum høvdu buktina og báðar endarnar, tóktust ongantíð hava nakra ætlan um at Fiskavirking skuldi hóra undan, sigur ein bersøgin Meinhard Jacobsen um síðstu tíðina, áðrenn Fiskavirking stongdi og 800 fólk mistu arbeiðið

– Tey, sum høvdu buktina og báðar endarnar, tóktust ongantíð hava nakra ætlan um at Fiskavirking skuldi hóra undan, sigur ein bersøgin Meinhard Jacobsen um síðstu tíðina, áðrenn Fiskavirking stongdi og 800 fólk mistu arbeiðið.

 

Meinhard Jacobsen var stjóri á Faroe Seafood tey seinastu 13 árini, til samtakið fór av knóranum 3. desember 2010.


Nú búgvið eftir føroyska fiskivinnurisan loksins er um at vera liðugt avgreitt, hálvt fjórða ár eftir húsagangin, er Meinhard Jacobsen til reiðar at siga sína hugsan um tað, ið fyrifórst.

 

– Alt var sera undarligt. Longu í februar 2010, tíggju mánaðir áðrenn húsagangin, fingu vit illgruna um, at aktørar bæði tætt at Faroe Seafood og í fiskivinnuni annars, saman við fíggingarstovnum arbeiddu við ætlanum, ið skuldu forkoma fyritøkuni í verandi líki, sigur Meinhard Jacobsen við Sosialin.

 

Bústjórarnir hava boðað frá, at peningur er tøkur til øll lønarkrøvini, og eisini til ein part av vanligu skuldini hjá Faroe Seafood, nú trotabúgvið er um at verða endað.

 

Fyrrverandi stjórin í Fiskavirking leggur ikki fingrarnar ímillum, nú hann skal fortelja sína søgu um ta mótstøðu, ið hansara arbeiðspláss møtti:

 

– Samgongan, sum tá var, gjørdi skjótt greitt, at hon ætlaði ikki at koma okkum til hjálpar, og fleiri politikarar bæði úr samgongu og andstøðu jublaðu næstan, tá vit snaraðu lykilin um, sigur Meinhard Jacobsen, sum eisini leggur eftir sterku aktørunum í uppsjóvarvinnuni, ið eisini gjørdu sítt til at steðga Fiskavirking, tá fyritøkan royndi at fáa lut í ríkidøminum í makrelfiskiskapinum.

 

Les eina longri samrøðu við Meinhard Jacobsen í vinnublaðnum VINNAN, sum er í Sosialinum í gjár. Blaðið tosar eisini við advokatarnar Christian Andreasen, annar av bústjórunum í Faroe Fish II, og Inga Højgaard, núverandi bústjóri og fyrrverandi nevndarformaður í Faroe Seafood. Les millum annað:

 

Christian Andreasen: Óskiljandi húsagangur

Ingi Højgaard: Reinur heilaspuni

 

Mánadags Sosialurin var at fáa í sølubúðunum í høvuðsstaðnum frá í gjárkvøldi. Vegna mjørka í Vágum eydnaðist ikki at fáa blaðið liðugt til tíðina, soleiðis at tað eisini kom út til haldarar og leysasøluna kring landið í gjár. Blaðið verður tí borið út kring landið í dag. 

 

Les eisini: Stórt vinnublað í Sosialinum