Tað er sama søgan umaftur og umaftur: Olja er farin á sjógv inni í havnarlagnum í Havn, men hesuferð er talan um umfatandi dálking Havnarvág er enn einaferð dálkað av olju.
Tað hendi í gjárkvøldið, tá ið onkur sá ein stóran, tjukkan oljublett á sjónum á Vestaru Vág, beint við útgerðarhavnina ímillum Skipasmiðjuna og Fiskavirking.
Fólk frá sløkkiliðnum fóru beinanveg at leggja sperrur út og tær hava ligið í alla nátt.
Í fyrstuni ljóðaði, at talan var um 800 til 1000 litrar av spillolju, sum vóru farnir á sjógv.
Men í slíkum føri eru tað tey fægstu, sum hava hug at reypa og av sløkkiliðnum verður upplýst beint nú, at einir 2000 litrar eru tiknir upp og nakað er eftir enn, men tað arbeiða teir við.
Royndir eru tiknar av oljuni og royndir eru somuleiðis tiknar umborð á skipum, sum illgruni kann vera um, at oljan stavar frá.
Royndirnar skulu síðani kannast og royndirnar av sjónum samanbornar við royndirnar
av skipunum fyri at vita um oljan á sjónum líkist oljuni umborð á nøkrum av skipunum og eru tað tvær royndir, sum líkjast, er dálkarin funnin og so verður støða tikin til um nakað meiri skal henda.
Av sløkkiliðnum vilja tey ikki siga, hvussu nógvum skipum, royndir eru tiknar av, men tað hava ligið eini fimm ella seks skip rundan um har