Sólrun Michelsen hevur í fleiri ár undirhildið okkum við sínum barnabókum, har kanska serliga Argjafrensar 1994 og Útiløgukattar 1996 eisini eru hugsaðar vaksnum. Hon hevur somuleiðis skrivað søgur í ymisk rit og ólavsøkukantatuna ”Oyggjarnar”, sum bleiv framførd í 2002. Men Tema við slankum er fyrsta bókin hjá henni ætlað tilkomnum lesarum, hóast sjónarhornið enn í størstan mun er hjá barninum.
Tær flestu av teimum 29 søgunum eru stuttir stubbar, sum gera brotmyndir av uppvøkstri, og hvat ymisk kor kunnu føra til. Fyrsta søgan eitur ”Gentan” og fortelur um hana, sum onkursvegna er við í øllum frásagnunum, og sum er stikað inni í einum opnum úthúsum fyltum við skrambli. Orsøkin er, at hon strýkur, og at tann óhugnaligi pápin undir keppi og við tjúkkum brillugløsum greidliga ikki er av Guds bestu børnum. Gentan er øðrvísi, og tað er um somu tíð dragandi og ræðandi. Einaferð verður tað seinna við yvirvágina, og frásøgufólkið, sum eisini er ein genta, fer ongantíð inn aftur at spæla.
Tá ið foreldrini at enda sleppa tí innistongdu gentuni út, tí hon er komin í skúlaaldur, torir hon ikki at fara út um portrið. Teir gerandis og um somu tíð óhugnaligu endasetningarnir eru: ”Long tíð gekk, áðrenn tey fingu bankað bangilsið so mikið úr henni, at hon orkaði at ganga tann stutta teinin til skúlan” (s.13). Tað er ikki sørt av ræðusøgu í frásøgnini, og lesarin fær varhugan av, at hetta kann ikki spæla væl av.
Men uppímillum ófrættakendar lýsingar av pápanum hjá gentuni, av einum mannaskølti ovast á dunganum av drasli, av tunnum við stinkandi vatni í, eru brotmyndir av gerandisdegnum í 1950’unum. Vit hoyra um seymimaskinuna hjá Fíu, um kettlingar, sum mugu drepast, um mammuna, sum dansar á leistum, um pápan í verkfalli og mangt, mangt annað. Í einum stubba verður tann stóri køkurin, sum minkar við tíðini, hálovaður. Tað er her, tað verður spælt og matgjørt og flett, og sum skrivað stendur: ”Køkurin. Heimsins nalvi” (s.32). Summar av hesum lýsingum minna ikki sørt um samsvarandi myndir í skaldsøguni Lívsins summar eftir Oddvør Johansen, men eru um somu tíð fullkomiliga Sólrunsa egnu.
At arga og verða argaður
Søgurnar í Tema við slankum eru býttar í tríggjar partar, har fyrsti partur sigur frá barnaárum við eg’num sum frásøgufólki, og við gentuni uppi í í flestu førum. Annar partur er øðrvísi í tann mun, at her verður skift ímillum fleiri sjónarhorn. Fyrst sigur eg’ið frá tí bláa dronginum, sum er stórur og sterkur, men sum ikki orkar at renna, tí hann hevur veikt hjarta. Hann verður argaður, og í staðin plágar hann dýr. Í næsta stubba er sjónarhornið hjá dronginum, og lesarin næstan krympast av at kenna ta líðing, hann er fyri. Soleiðis skifta stubbarnir í hesum parti ímillum at siga frá fólki, sum eru sett uttanfyri og so søguna sædda við teirra eygum, men í triðja persóni. Úrslitið er ein sterkur og beiskur drykkur, tí hvør kann kenna seg reinan?
Í triðja parti eru tríggjar søgur, sum eru nakað longri enn tær í teimum undanfarnu pørtunum. Frásøgufólkið og gentan eru vorðnar vaksnar og hittast við longum millumbilum í einum stórbýi, har gentan býr. At síggja til eru tær betri vinkonur nú enn nakrantíð áður og sita hvørja ferð og tosa saman í tímar, men tað er bara eg’ið, sum tosar um gamlar dagar. Gentan tekur ikki árini heima upp á tungu.
Í tí fyrstu søguni, ”At dansa við veruleikanum”, eru tær báðar ávegis til ein fyrilestur, men koma til ein annan, sum snýr seg um villiniborgir – labyrintir. Partur av frásøgnini er fullkomiliga gerandis, ímeðan ein annar partur er dreymakendur, óveruligur. Hendan søgan er kanska hon, sum truplast er at fáa hald á. Tað er í hesi søguni, at gentan sigur: ”?Veitst tú. Eg eri tú. Eg eri tann goymdi parturin av tær. Hann, sum torir” (s.94). Tað sagda er í einum dreymi, so kanska er tað kortini ikki gentan, sum sigur tað, men frásøgugentan sjálv?
Alter ego
Tittulin á aðru søguni er ”Rimagentan” og sigur í triðja persóni frá lívi hennara í býnum. Hvussu vøkur hon er, hvussu hon kann bergtaka allar menn, og hvussu hon skiftir teir út hvørt hálva ár. Hvussu hon setur sær karmar og innan hesar medvitið fer eftir einum ávísum manni. Hvussu hon leitar upplýsingar fram um hann og setir seg inn í tað, hann hevur áhuga fyri, so hon ofta veit meira um evnið enn hann. Í hesum minnir gentan stak nógv um ein persón í filminum ”Black Widow” við Debra Winger og Theresa Russel, har tann seinna gjørdi seg serkøna á ymiskum økjum, so hon kundi fáa hendur á ávísum monnum. Í ”Black Widow” verða menninir dripnir – haðani tittulin – ímeðan gentan bara brýtur teir niður og síðani blakar teir burtur sum eina gamla tvøgu. Ávegis hevur hon hugna sær við manninum, men onkustaðni á leiðini kennir hon hann (soleiðis nevnir hon pápan) í honum, og hon fer undir at syndra hann (mannin/pápan) sundur.
Tað er í hesi søguni, at tað kemur fram, at tað onkursvegna er klovningur í sinninum á gentuni. Í huganum hevur hon eina vinkonu, sum hon nevnir Elisabeth, og tá ið tær eru tværeinar, er tað ikki stuttligt at vera gentan. Tann veruliga vinkonan, eg’ið í teimum flestu søgunum, er sólin og hin er myrkrið. Tað trupla er at finna eina javnvág ímillum hesar báðar.
Gentan vil ikki og kann ikki hava nakran mann í longri tíð. Hon vil byggja upp fyri at kenna njótingina av at leggja oyði. Síðani tekur svartskygni yvir, og hon má berja seg uppaftur í ljósið. Tað er greitt, at gentan er avbera destruktiv, men tað er eins og tann oyðandi uppvøksturin ikki hevur veitt henni aðrar møguleikar. Tað er hennara máti at yvirliva uppá. Og allatíðina lúrir ræðslan, at hon, tá ið hon er í myrkrinum, ikki skal megna at klarta uppaftur í ljósið.
Seinasta søgan eitur ”Eg” og sigur fyri ein part frá viðurskiftunum hjá frásøgukvinnuni við ein giftan mann, sum ikki sýnir henni stórvegis virðing. Gentan leggur henni eina við ikki at finna seg í hesum, og tað eydnast eg’num at sleppa av við mannin upp á ein næstan líka harðligan máta, sum tann gentan plagar at brúka. Tá ið hon síðani skal berja seg upp úr tí skýming, sum sýgur niður yvir hana, leitar hon í tonkunum aftur til barnaárini og køkin.
Tær seinastu tríggjar síðurnar eru samrøða millum hana og gentuna, har gentan sigur, at óttin eisini fer at koma til eg’ið, sum eisini má viðganga, at hon tvær reisir hevur verið so bangin, at hon stirðnaði. Gentan sigur, at soleiðis hevur hon tað hvørja ferð, tá ið hon er einsamøll við sær sjálvari og sínum skuggum. Tað er greitt fyri lesaranum, at eitt lív sum tað hjá gentuni illa kann standa við, og tá ið eg’ið sær armin á gentuni, varnast hon, at har eru blá merkir, og at gentan er afturfarin. Beint áðrenn hevur gentan fortalt, hvussu góð hon er við hana, og tá ið gentan er farin, gerst eg’ið greið yvir, at eisini hon er góð við gentuna. Teir seinastu setningarnir siga, at hon ongantíð sær gentuna aftur.
Yndisligar og ræðandi
Stubbarnir og søgurnar í Tema við slankum eru bæði ræðandi og yndisligar um somu tíð. Ofta eru teirra ørindi at draga tað óhugnaliga fram, sum býr allastaðni í nánd av okkum, og sum vit viðhvørt eisini eru partur av. Lýst verður ígjøgnum myndina av gentuni, hvussu avgerandi korini í uppvøkstrinum eru fyri, hvørjar møguleikar vit hava seinni í lívinum. Frá fyrsta degi hevur gentuni ikki verið tillutað eina tilveru verd at liva, og tí roynir hon at stinga av. Men hóast ljót foreldur gerst hon stak vøkur og átti tí at havt alskyns møguleikar. Uppvøkstrinum sleppur tú kortini ongantíð undan, og tað einasta, hon fær gjørt, er at gera seg inn á menn, sum hon fær at forelska seg í sær. Gentan kemur í veruleikanum ongantíð út handan rimarnar, har pápin setti hana, tá ið hon var smágenta.