Skaðin hevur gjørt meg betri

Tað er meiri enn eitt ár síðani, at hann spældi ein landskappingardyst. Ein skaði tíðliga í vár oyðilegði byrjanina í nýggja felagnum. Sunnudagin kann Sonni Ragnar Nattestad fáa debut fyri Molde FK.

 

- Um fýra ár spæli eg í eini av teimum stóru deildunum í Evropa, sigur Sonni Ragnar Nattestad bersøgin, hendan mánadagin vit hittast á Aker Stadion í Molde.

 

Kvøldið fyri vann Molde 1-0 á hinum føroyingafelagnum í Elituseriuni, Brann, og togaði seg harvið upp á annað pláss í deildini. Rosenborg eru tó 10 stig frammanfyri, nú fimm dystir eru eftir at spæla.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur kortini ikki tikið lut í nøkrum av teimum fyrstu 25 dystunum. Stutt undan kappingarbyrjan var hann so óheppin, at hælsinan reyk, ein skaði, sum tekur eini fimm mánaðir at lekja.

 

- Tað hevur verið sera strævið at sita uttanfyri vøllin so leingi, men eg ivist kortini ikki í, at eg eri vorðin ein betri fótbóltsspælari nú, sigur Sonni Ragnar Nattestad, sum ætlar sær at fáa sín fyrsta dyst fyri Molde í ár.

 

- Fyrst av øllum havi eg gjørt nógva styrkivenjing, sum heilt víst fer at koma mær til góða, eisini tá hugsað verður um ikki at gerast skaddur aftur. Harumframt havi eg eisini havt tíð at gera nógvar tekniskar venjingar, sum eg ikki hevði gjørt, um eg var partur av liðnum hesar mánaðirnar, sigur hann.

 

Landsdysturin móti Lettlandi á Tórsvølli 7. oktobur var fyrsti dysturin hjá høga verjuspælaranum síðani 2-0 tapið móti Sveits í novembur í fjør. Seinastu almenni dysturin fyri eitt felag var 1. oktobur 2016, tá Fylkir tapti 3-0 móti KR. Hann merkti tó eitt sindur av pínu í rygginum eftir dystin móti Lettlandi og spældi tí ikki við móti Ungarn 10. oktobur.

 

Nú er heilt klárt hvat málið er.

- Eg skal aftur á vøllin í ár. Eg skal fáa mín fyrsta dyst fyri felagið í heyst. Síðani er málið at koma í form aftur til komandi kappingarár, tí venjarin hevur lovað, at eg skal vera fastur maður á liðnum, sigur hann.

 

Miðlahúsið vitjaði Sonna Ragnar Nattestad í Noregi. Les eina longri samrøðu við føroyska landsliðsspælaran í Vikuskiftissosialinum.