sum seinastu 10 árini hevur verið í almennu útreiðslunum, og fyri at fáa munandi meira burturúr bæði náttúrutilfeinginum og tí menniskjaliga tilfeinginum – til gagns fyri bæði vinnuna og alt samfelagið [...] vit bæði veljarum okkara og øllum føroyingum. Vit fara at stuðla øllum átøkum, sum - gera tað lættari og meira lokkandi at búgva og virka í einum sjálvbjargnum, frælslyntum og tíðarhóskandi Føroyum - fremja [...] at gera, og vit vrakaðu tí tann ultra-konservativa og lítið uppbyggiliga leistin fyri samráðingunum. Við støði í okkara virðisgrundarlagi, sum fevnir um persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt
leiðini heim til Jan og Torgunn, sat eg púra málleys og gloypti alt tað eg sá í meg. Alt var so nýtt og so spennandi. Eg mátti út at síggja meiri av býnum. Á gøtunum vóru eitt ótal av fólki og kríatúrum á hvørjum [...] flogvøllin. Teir gomlu útspýttu bjálkarnir og veggirnir høvdu fingið ein umgang. Tað er púra vanligt at nýta snús, og tá ið spýtast skal, ja, tá skal tað bara út og tá ræður um ikki at verða fyri. Fyrr vóru [...] vóru tey sloppin heilt niðan til flogvøllin eftir okkum og tað var ikki ein og hvør, ið slapp tað. Øll lokal máttu steðga við høvuðsinnkoyringina og ganga niðan til komuhøllina. Ja, hóast tað, at tey møguliga
handfarið og sum tað fleiri ferðir er blivið nevnt, so var málsgongdin øvugt. Eins og landsumsiting og landspolitikarar, so eru kommunur og kommunalpolitikarar til fyri at tæna fólkinum og kommunur eiga [...] , tilhaldsstað fyri yngri og eldri skúlabørnum og síðani ungdómshús og felagshús". Tað er sostatt eingin ivi um, at ætlanin var, at øki skuldi brúkast til felags gagn og lagt var upp til, at fólkið [...] tosað um demokrati og demokratiskar mannagongdir hjá landsins myndugleikum og sjálvt um málið ikki er heilt avhæsað enn, so tykist breið semja nú at vera um – bæði í samgongu og andstøðu - at málið
Har hendir í grundini lítið og onki, og als onki, um teir valdu onga politiska ætlan hava fyri landið teir umboða. Hinvegin verða sekretariatini undirdíkt í donskum pengum, og teir skulu sjálvandi brúkast [...] limaskapi. Tað var Javnaðarflokkurin sum stillaði upp og fekk mann valdan á Danating í 2011, og hesin mælir nú til føroyskan limaskap í ES-samveldinum, og harvið er tað. Í grundini er hetta størsta hendingin í [...] seinri gjørdist. Ræðslan fyri stjórnarrættarligu støðuni og fiskivinnupolitikkinum lógu ímillum, og tað er mest av øllum Fólkafylkingini móti EEC og Tjóðveldisflokkinum fyri at takka. Trýstið av gøtuni
roknast við teimum, og so er tað líkamikið, hvat mundi og kundi verið. Stór breidd í smølum hópi Kyndil hinvegin tóktist bara blíva betri og betri, so hvørt sum minuttirnir gingu. Eins og VÍF ger tað, so telir [...] komnir afturút við nøkrum málum, og andlitsbráðini á bæði leikarum og áskoðarum mundu siga tað mesta um tað, sum var at siga um dystin fyri teirra viðkomandi. Einki smíl og eingin gleði var at hóma. Leikarar [...] einum støði, sum sjáldan er sætt hetta seinasta árið í øllum førum. Skjúttarnir hóttu og vengurnir tambaðu grønu verjuna, og aloftast var Johan Danielsen fullkomuliga seldur, tá skotini fuku um oyruni á honum
henni verður hugalig og ein sonn uppliving, har hyggjarin verður førdur inn í ein heim, sum stimbrar og gevur hugflog. Til tíðir ein humoristiskan heim, sum kveikir gleði og undran, og sum gevur lívinum eitt [...] hesar myndirnar eru myrkar á liti og kunnu tykjast daprar. Í dag eru tað millum annað tann reyði og grøni liturin, ið fylla nógv meira. Hon var seks ár á skúlanum og liðug í 1979. Hon kom aftur til Føroyar [...] Føroyar í 1980. Hon giftist við Tordi Niclasen, og tey búsettust á Eiði. Tey fingu trý børn, og í áttatiárunum varð ikki so nógv málað. – Eg var heima og tók mær av børnunum. Soleiðis var tað tá. Tá var
viðger Regin eisini upsa og hýsu, og her er lutfallið millum roynd og virði ikki eins og lutfallið millum roynd eftir toski og virði. - Hetta kemst av, at toskur veksur væl og heldur á at veksa eisini [...] er lágt og í seinna enda er tað eitt lágt veiðitrýst, sum gevur besta úrslitið, sigur hann. Hagfrøðingurin vísir á, at við høgum veiðitrýsti gerast sera fáir fiskar eldri enn sjey ár og lítið og einki sæst [...] virði fyri hvønn fiskin. Toskur, upsi og hýsa Niðurstøðan hjá honum er tó, at tað ivaleyst og í longdini loysir seg best at miðja eftir tí trýsti, sum gevur mesta virði og sum samstundis verjir fiskastovnarnar
internetið. Fleiri og fleiri fara á ?netið? at finna sær upplýsingar og undirhald. Tað ber til at spæla spøl á netinum, tað ber til at finna upplýsingar um alt sum einum tørvar, og so ber tað enntá til [...] Tað kann samanberast við at senda eitt bræv og tosa saman í telefonini, í senn. Tú situr við telduna og skrivar til ein annan, sum sær tað beinanvegin, og kann svara tær aftur. Nógv hava helst hoyrt um [...] lært seg at skráseta síðuna, komu fleiri og fleiri at vitja. -Tað eru umleið 10, sum regluliga eru inni á Fishfactory, men so eru tað fleiri onnur sum koma av og á. Umleið 20-25 í alt?- Tað eru fyri tað
mikroovninum saman við vatni og olju. Tá verður tilfarið eins og modelérvoks at fáast við, og kann verða litað í øllum hugsandi litum. Og so er bara eftir at brúka skapnarevnini og hugflogið! - Fyrstu ferð [...] í øllum hugsandi litum og skapum. Men slíkar køkur eru ikki bert í USA. Tí í Leynum býr Signe Skaaning við manni og fýra børnum. Og hon dugur at baka kreativar køkur, so ein og hvør amerikansk húsmóðir [...] køkur við ymsum skapi, so sum tok, bil, køkumann og líknandi, tá tey høvdu føðingardag. Eitt kvøldið setti hon seg við telduna og granskaði ymsar køkur. Og hetta var byrjanin til eina heila passión, har
longd og vekt, og hetta varð sent beinleiðis til Manchester United. Teir vildu hava hann yvir og síggja hvussu støðið hjá honum var í mun til aðrar leikarar, sigur Torleif. Torleif, Marjus og nakrir vinmenn [...] bendir á, at hesin lítli og lættbeinti drongurin hevur serliga góð evni. Undan honum hava gingið leikarar sum Ian Højgaard, brøðurnir Sonni og Helgi L. Petersen umframt trímenningurin og stóra fyrimynd hansara [...] venjing og sýnast fram fyri talentleitarum, sum vóru í Føroyum í sambandi við kappingina. - Eftir venjingina kom ein maður til okkara. Hann peikaði á Marjus og segði, at hetta var eitt ordans talent og ein