Kreativar køkur í Leynum

Hvør kaka tekur einar tríggjar dagar at framleiða. Men so er hon eisini so flott, at børnini næstan svíma. - Og tað er júst gleðin hjá børnunum, sum drívur verkið, sigur køkubakaramamman, Signe Skaaning

Vit kenna tær úr amerikanskum filmum. Hesar mega-flottu køkurnar í øllum hugsandi litum og skapum. Men slíkar køkur eru ikki bert í USA.
Tí í Leynum býr Signe Skaaning við manni og fýra børnum. Og hon dugur at baka kreativar køkur, so ein og hvør amerikansk húsmóðir hevði bliknað.

Frítt væl
Tá føðingargardagur og onnur gestaboð eru í køkuhúsinum í Leynum, fær Signe úr at gera, tí høvuðspersónurin sleppur altíð at velja sær júst ta køkuna, sum hann ella hon kundu hugsað sær.
Higartil hevur hon millum annað gandað fram køkur við skapi sum Pingu, Spiderman, Ariel, Batman, jesuskrossur, studentahúgvu og fleiri aðrar.
Hesaferð er Starv Wars robotturin R2-Q5 á skránni, tí hann hevur Jóhann valt sær til føðingardagsveitsluna, sum verður um middagsleitið í morgin.

Netið er bjargingin
Signe hevur bert fingist við kreativar køkur í eini tvey ár. Áhugin komst av, at børnini altíð bóðu um at fáa køkur við ymsum skapi, so sum tok, bil, køkumann og líknandi, tá tey høvdu føðingardag.
Eitt kvøldið setti hon seg við telduna og granskaði ymsar køkur. Og hetta var byrjanin til eina heila passión, har hon varð sitandi framman fyri telduni í nógv, nógv kvøld: Áhugin at kreera kreativar køkur varð kyknaður, og nú vendist ikki aftur. Fyrsta køkan var ein hvítur hjálmur, eisini úr Star Wars, og síðan hevur tað bara vundið upp á seg.
Sum heild hevur hon brúkt netið nógv, tí her er ikki nógv at heinta í Føroyum til tílíkar køkur. Men á netinum eru óendaliga nógvar myndir við hugskotum, heimasíður um køkur og handlar við amboðum og tilfari.
- Eg leiti við orðum sum: Fondantfigurs, buttercream roses, cake dekoration og líknandi, forklárar hon.
Eisini plagar hon at bunkra eitt sindur, tá hon er uttanlands, eitt nú í Kagebutikken í Danmark, sum selir alt millum himmal og jørð til køkur.
- Tilfarið til eina slíka køku kemur lættliga upp á einar 500 krónum. Men tað hugsi eg ikki so nógv um, tí hetta er eitt ítriv, eins og so mong onnur. Og tey kosta altíð eitt sindur, sigur Signe við Sosialin, sum í dag hevur lagt leiðina framvið í hugnaliga køkinum í Leynum til prát og myndatøku.

Skúmfidusar er fidusurin
Nú Signe er farin undir ein 30 cm høgan svartan robott, hevur hon bakað eina rúgvu av rundum sjokolátabotnum, sum verða skornir sundur. Hon forklárar okkum, at beinini eru úr Rice-crispieskøku, sum verður skorin til. Men til ber eisini at brúka ljósa køku ella banankøku. Millum løgini leggur hon eitt gott krem, og so smørkrem uttast, so alt ikki fellir saman.
Tað er júst hetta við smørkreminum, sum er partur av loynidóminum, tí tað heldur køkuni stabila, tá hon kólnar. Eisini verður tað brúkt til at slætta hana við, áðrenn seinasta lagið verður lagt á.
Hetta uttasta lagið er væl øðrvísi enn vanliga marsipanið ella glasurið, sum vit ofta brúka. Tilfarið verður rópt ”marshmallowfondant” (marshmallows eru skúmfidusar, red.), har fidusarnir verða hitaðir í mikroovninum saman við vatni og olju. Tá verður tilfarið eins og modelérvoks at fáast við, og kann verða litað í øllum hugsandi litum.
Og so er bara eftir at brúka skapnarevnini og hugflogið!
- Fyrstu ferð eg royndi meg við fondanti, gjørdi eg tað traditionella við flourmelis og eggjahvíta. Men tað var sogt og tungt at arbeiða við. Tí royndi eg meg við marshmallow fondant, sum er nógv betri at fáast við. Men tað skulu vera ordiligar amerikanskir marcmallows, sum eitt nú fáast í Miklagarði. Ella mini-marcmallows úr ”blanda-sjálv” kassunum í kioskunum. Teir frá Coop eru ikki so góðar, sigur hon.

Smakkur og útsjónd hanga saman
Signe Skaaning gongur høgt uppí, at køkurnar smakka líka væl, sum tær síggja út. Til dømis, at kremið í køkunum er besta góðska og smakkar hareftir. Og hon nevnir nøkur dømi, so sum mousse við toblerone, hindber ella jarðber, ella rómi við sjokoláta við appilsin- ella bláberjasmakki.
Eisini vísir hon á, at tað er umráðandi at leggja sær tilgongdina væl til rættis, áðrenn farið verður undir eina stóra køkuverkætlan, tí ofta skal okkurt av tilfarinum hvíla í kuldaskápinum eina løtu ella nátt.
Og so at fáa sær frið at arbeiða, meðan tað stendur uppá – also út við hundinum og børnunum. Maðurin sleppur bara inn í køkin, tá hann skal matgera fyri børnunum ella hjálpa henni at vaska eitt sindur upp.
So, hóast køkurnar oftast eru til børnini, sleppa tey ikki upp í part, tá hesar køkurnar eru á skránni.

Børnini dríva verkið
Men hvat er tað, sum drívur verkið? Hví tímir Signe at brúka so nógva tíð, orku og pengar upp á nakað, sum bara verður etið eftir fáum tímum?
- Hjá mær er hetta eitt hugnaligt frítíðarítriv, sum bara verður betri av, at síggja gleðina í barnaeygunum, tá tey síggja sína dreymakøku, fortelur Signe, sum hevur valt at ganga heima, meðan maðurin arbeiðir úti.
Jóhann er innkomin, meðan vit práta. Hann situr og fær sær av frágera vøkru og væl smakkandi ”forglemmigej køkuni”, sum Signe hevur gjørt úr sama tilfari sum robottin. Hon minnist nevniliga, at hetta er yndisblóman hjá undirritaðu.
Spurdur hvørja køku hann fer at velja sær næstu ferð, svarar Jóhann avgjørdur:
- Ein flúgvara!

--


Uppskriftir:


Fondant
15 stórir hvítir skúmfidusar
2 spsk. av kaltkókaðum vatni
1 spsk. av matolju
500 gr. av sáldaðum flourmelis

Legg skúmfidusar, vatn og olju í eina skál. Set í mikroovnin í 40 sek. á 800w, til teir eru stórir og lættir.
Rør 2-300 g. av flourmelisi í, eitt sindur í senn (hetta er sera kleprutt og heitt). Tá tað kennist passaligt, eltir tú restina av flourmelisinum inn í deiggið á borðinum, til tað verður sum modelérvoks. Um ov nógv flourmelis er í, verður tað turt og sprekkar, og um ov lítið er í, kleprar tað fast allastaðni.
Goym tilfarið í lufttøttum posa í kuldaskápinum til næsta dag. (Kann goymast í 6 vikur). Tá tú skalt brúka tað, kanst tú hita tað eitt sindur í mikroovninum aftur.
Skal tað vera lættari at evna til, ber til at lata Tylose-pulvur í fondantið.
Litevnið er pastaliting, sum verður elt inn í tilfarið. Tað fæst hjá Panduro Hobby í 2 x 3 og frá ymsum nethandlum, eitt nú www.kagebutikken.dk.
Silvur og bronsulitir eru effektfarvur, sum er pulvur, ið verður blandað við alkoholi og pensla omaná.

--

Smørkrem:
50 gr. av smøri
50 gr. av palmin
1 tsk. av klárum vanilju ekstrakt
400 gr. av sáldaðum flourmelis
2 spsk. av mjólk
evt. 10 dropar av appilsinekstrakt, sum fæst frá Panduro í 2x3.
Miksa smør og palmin við elmiksara og lat vaniljuekstrakt í. Við miðalferð rørir tú flourmelis í, eitt sindur í senn. Skava ofta inn á síðuna og í botnin. Tá alt sukrið er upptikið, er tilfarið turt, og tú rørir mjólkina í við miðal ferð til kremið er lætt og fluffy. Goym tað undir einum vátum klæði.
Kremið kann standa í lufttøttum ílati í kuldaskápi í 2 vikur. Verður pískað aftur, áðrenn tað verður brúkt. Skal tað vera meira flótandi, til dømis til at skriva við, kanst tú lata 2 eyka spsk. av mjólk í.
Skal tað vera kritahvítt, kanst tú droppa smørið og brúka 100 g. av palmin og ½ tsk. av klárum smørekstrakt í staðin.

--

Á Portal.fo er myndarøð við køkum, sum Signe hevur bakað.