Bensin til fólkið!

Nakrar viðmerkingar til Tórshavnar býráð

Sjúrður Heinesen, Vesturi á Flat
----
19. oktober 2013

Í samband við málið um Skála­fjarðartunnilin hev­ur nógv verið tosað um demo­krati og demokratiskar manna­gongdir hjá landsins mynd­ug­leikum og sjálvt um málið ikki er heilt avhæsað enn, so tykist breið semja nú at vera um – bæði í samgongu og andstøðu - at málið er illa handfarið og sum tað fleiri ferðir er blivið nevnt, so var málsgongdin øvugt.
Eins og landsumsiting og landspolitikarar, so eru kommunur og kommunal­politikarar til fyri at tæna fólkinum og kommunur eiga eisini at brúka demokratiskar mannagongdir í sínum máls­viðgerðum við øllum tí, sum tað krevur av opinleika, hoyr­ing og kunning.
Nakað herfyri frættist, at Tórshavnar býráð tann 16. september við 11 at­kvøð­um fyri og einari ímóti (ein býráðslimur var burtur­stadd­­ur) - samtykti tilmæli frá tekniska stjóranum og tekn­­isku nevnd um at játta umbønini frá Effo um at keypa lendið við Vegin Langa til nýggja bensinstøð.
Útstykkingin vesturi á Flat varð framd fyrst í 80-un­um og Tórshavnar komm­­­una hevði tá nakrar greið­ar visiónir um, hvat hetta umrødda lendið skuldi brúkast til. Vit, sum høvdu fingið tillutað grundstykkir vesturi á Flat í 1980 fingu m. a. at vita, at:
"Í útstykkingini vesturi á Flat er øki tøkt til almennan stovn ella felags tiltak. Van­ligt er, at tá nýggj økir verða bygd, er tørvurin hjá teimum einstøku familjunum saman­fallandi, soleiðis, at tey eitt tíðarskeið tørva dagstovn, síðani frítíðarheim, tilhalds­stað fyri yngri og eldri skúla­­børnum og síðani ung­dómshús og felagshús".
Tað er sostatt eingin ivi um, at ætlanin var, at øki skuldi brúkast til felags gagn og lagt var upp til, at fólkið á staðnum varð tikið við í møguligar byggiætlanir. Eitt býlingshús bleiv eisini bygt á økinum í samráð við eigara­felagið og um eg minnist rætt, so hava ætlanir eisini ver­ið frammi um at brúka lendi til fríøki.
Í hvussu er, so hevur tað okkum kunnugt ongantíð verið ætlanin, at økið skuldi brúk­ast til bensinstøð ella nak­að líknandi.
Gaman í eru mong ár lið­in síðani bygt varð vesturi á Flat, men um býráðið nú ætlar at víkja frá upprunaligu ætlanunum, so er minsta treyt­­­in samsvarandi áður nevndu demokratisku mann­a­­­gongdum, at fólk á Flat verða kunnaði og hoyrd í mál­­­in­um og tað skuldi sjálv­andi verið gjørt so skjótt, sum tað tók seg upp og áðrenn nøk­­ur samtykt varð gjørd í býráðnum hesum við­víkj­andi.
Men tíverri hevur tað víst seg, at býráðið púra igno­reraði avvarðandi borgarar. Fyrst við ikki at hoyra og kunna teir beinan vegin, men ikki nóg mikið við tí. Tá okkara eigarafelag heitti á býráðið um at koma á fund, so møttu politikararnir als ikki upp.
Í staðin varð tekniski stjór­in sendur niðan og tað fyrsta hann segði var, at hann skuldi skjótt avstað aft­ur og tí var tað avmarkað, hvussu nógvum spurningum hann kundi svara.
Byráðspolitikarar og ikki minst borgarstjórin, plaga ann­ars ikki at vera seinir at møta upp til alskyns tiltøk í Tórshavnar kommunu, men tað er sjálvandi ikki so stutt­ligt at møta fólki, sum hava hug at mótmæla, so tað hava býráðspolitikarar kanska hildið, at teir kundu fáa onkran annan at taka sær av.
Tekniski stjórin greiddi frá tí tekniska í málinum. Tað kunnu fleiri spurningar setast til tað, men tað er neyv­an nakar ivi um, at tað tekn­iskt ber til at byggja eina bensinstøð á staðnum.
Tað meira áhugaverda í hesum máli, er sjálv til­gong­d­in til ætlanina og hvørjir yvirorðnaðir tankar við­víkj­andi býarplanlegging, ið munnu liggja aftanfyri.
Her greiddi tekniski stjórin frá, at onkur í oljufelagnum Effo – og altso ikki nakar í býráðsumsitingini - hevur sitið og spælt sær við at finna eitt øki til at byggja eina bensinstøð. Viðkomandi eru so komnir fram til, at fríøkið vesturi á Flat er tað optimala fyri teir. Hetta oljufelag hevur síðani søkt býráðið um loyvi til at keypa økið og býráðið hevur, sum áður nevnt, samtykt at játta umbønini frá oljufelagnum um at keypa øki og harafturat er ætlanin at broyta byggisamtyktina fyri øki frá A1-øki (sethús) til C1-øki (vinnubygningar).
Eg má spyrja: Hvør er tað, sum leggur ætlanir fyri okk­ara bý?
Er tað so galið, at Tórs­havnar býráð letur seg diktera av nøkrum oljubusiness dreingj­um, tá tað snýr seg um býarplanlegging? Er tal­an um øvugta málsgongd, eins og hjá tí avsagda Inn­lendis­málaráðnum?
Sum eg havi víst á, so hevur tað ongantíð verið ætlanin, at brúka tað umrødda lendið til bensinstøð, men hvussu ber tað so til, at býráðslimir í einari handavending og uttan hoyring av ella kunning til avvarandi borgarar fara at selja burturav økinum og enntá fara at arbeiða fram ímóti at broyta byggi­sam­tykt­ina?
Hvat er tað, sum hevur sannført býráðspolitikarar um, at ein bensinstøð er tað, sum størsti tørvur er á hjá borgarum vesturi á Flat og nærhendis og at okkara grøna fríøki skal brúkast til hetta endamálið?
Eg kundi hugsað mær at vita, hvat forkvinnan í tekn­isku nevnd hevur at siga til verju fyri hesari ætlan? Hon plagar at føra seg fram sum ein “grønan” politikara. Hví møtir hon ikki upp vesturi á Flat og greiðir okkum frá, hvussu hon er komin fram til, at nú er tað altso “bensin til fólkið” sum er sakin og at tað er betri fyri okkum at fáa eina bensinstøð, enn at brúka økið til tey upprunaligu enda­málini?
Hvat siga tit, ið sita í heilsu- og umhvørvisnevndini til hetta?
Forkvinnan í trivnaðar­nevnd­ini kundi eisini kom­ið og greitt okkum nærri frá, hví hon heldur tað vera eitt framstig fyri trivn­aðin á staðnum at leggja eina bensinstøð beint framman­fyri býlingshúsið, ið er barna­garður og vøggustova.
Tá ið nú hesir politikarar ikki møttu á fundi hjá okk­um, so vænti eg, at teir fara at taka sær tíð til at svara hesum spurningum alment.
Tað kundi annars eis­ini verið áhugavert at vita, hvat arkitektar og býar­plan­leggjarar halda um ætlanina. Meina teir eisini at ein ben­sinstøð er til størri gagn fyri borgararnar enn tað, sum upp­runaliga visiónin legði upp til?
Meðan eg havi skrivað hetta, hava keðiligir tankar støðugt trokað seg fram. Man tað vera so galið, at Tórs­havnar kommuna nú roynir at selja burtur av okkara fríøki fyri at fáa pening til heilt aðrar ætlanir? Og kann tað hugsast, at býlingshúsið verður stongt og kanska selt til vinnulig endamál, tá ið økið er blivið til C-1 øki?
Tá ið nú býráðið hevur valt ikki at kunna borgararnar, so er freistandi at fara at gita, men sjálvandi fái eg meg illa at trúgva, at okkara super sosialdemokratiska bý­ráð hev­ur slíkar duldar dags­skráir.
Vælsignaður borgarstjóri, hjálp mær at mana burtur hesar sjúku tankar!
Sum øllum kunnugt, so er ein bensinstøð í Gundadali og ein á Hálsi og har frá er tað eitt hanagleiv niðan á Flat, so bara av hesi orsøk er tað púra óneyðugt at leggja eina bensinstøð her uppi.
Tað eru annars tilsamans 4 bensinstøðir í Havn og á Argjum og ein og hvør borg­ari kann koma við bili til eina bensinstøð upp á minni enn 10 minuttir. Spurningurin er tí, um tað í heila tikið er tørvur á fleiri bensinstøðum í Tórshavnar kommunu.
Mín áheitan á býráðið er, at tit sleppa ætlanini um at lata fríøkið vesturi á Flat til eina bensinstøð og at gera øki til C-1 øki. Komið held­ur við uppskotum, sum sam­pakka við tey upp­runa­ligu endamálini og um tit ikki hava slík uppskot, so latið økið heldur liggja í friði í nøkur ár afturat.