FRAMSÓKN - Tingmanningin, valevnini og nevndin
------------
Framsókn fekk eitt gott løgtingsval. Tað takka vit fyri. Framsóknarhugsjónin vann tó sum heild ongan sigur. Veljarin valdi eitt meira afturhaldssinnað løgting, enn vit høvdu vónað. Vit taka veljarans avgerð til eftirtektar og vóna, at hugsjón okkara sum frálíður vinnur størri frama. Tað, sum hinvegin skelkar okkum, er hvussu langt út í afturhaldið, teir fýra samgonguflokkarnir nú trýsta Føroyar og føroyingar.
Eitt er at kuta eina tá og høgga ein hæl fyri at fáa eitt samstarv. Annað er – tvørtur um eitt vikuskifti – at sleppa grundleggjandi prinsippum fyri at sleppa framat valdinum. Eftir okkara tykki niðra flokkarnir ikki bara seg sjálvar, men allar føroyingar. Hetta ynskti Framsókn ikki at gera, og vit vrakaðu tí tann ultra-konservativa og lítið uppbyggiliga leistin fyri samráðingunum.
Við støði í okkara virðisgrundarlagi, sum fevnir um persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi, fara vit niðanfyri at greiða frá okkara meining um grundarlagið undir nýggju samgonguni og frá tí leikluti, vit ætla at spæla sum konstruktiv andstøða.
Ríkisrættarliga støðan
Framsókn metir nýggju politisku linjuna í ríkisrættarliga spurninginum at vera lítið virðiliga. Politisku flokkarnir hava í nógv ár samstarvað væl og konstruktivt um eina nýggja stjórnarskipan, sum kundi havt savnað allar føroyingar kring prinsippið um, at alt valdið í Føroyum liggur hjá føroyska fólkinum. Nú úrslitið av hesum arbeiðinum liggur klárt til samtyktar, hava teir fýra afturhaldsflokkarnir kveistrað tað til viks. Alt vald í Føroyum skal heldur liggja hjá danska ríkinum, sum so kann útveita partar av tí til føroyska fólkið. Hetta er ikki í tráð vil viljan hjá einum meiriluta av føroyingum.
Ríkisveitingin
Fyrsta átakið hjá nýggju samgonguni er at bidda meira av peningi frá tí danska skattgjaldaranum, sum stríðist við eitt dupult so høgt alment hall sum tann føroyski. Hendan skommin varð enntá útbasunerað til danir av fólkatingsins røðarapalli, áðrenn vanligi føroyingurin fekk hana kunngjørda frá sínum egnu fólkavaldu. Eitt er, at hendan biddaragongdin er í beinleiðis andsøgn til bæði ynskini og sjálvsvirðingina hjá einum meiriluta av Føroya fólki. Annað er, at hon kann gerast beinleiðis skaðilig fyri arbeiðið fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi, tí hon tekur fokus burtur frá at fremja tær nýskipanir í bæði tí almenna og vinnulívinum, sum eru lívsneyðugar. Tað einasta rætta hevði verið, at arbeiðið fyri einum sunnum búskapi byrjaði heima hjá okkum sjálvum.
Høvuðsvinnan
Eftir at ávísir politiskir flokkar hava fyrisitið fiskivinnuna í nógv ár, hava bæði Vinnuhúsið og onnur í álvarsomum vendingum rópt varskó og inniliga biðið um nýskipanir í fiskivinnupolitikkinum við tí endamáli at fáa ”skil á” hesa vinnuna, so hon bæði kann yvirliva og vinna pening. Mett verður, at bara royndirnar eftir toski og hýsu kunnu geva eina hálva milliard krónur meira um árið, verður vinnan fyrisitin lívfrøðiliga og búskaparliga betur. Nú halda somu flokkar fram við at fyrisita vinnuna, og eftir tí, sum frættist, uttan at broyta fyrisitingina munandi. Vandi er fyri, at botnfiskavinnan framhaldandi verður ein sosial skipan heldur enn ein handilslig vinna.
Tað skilst eisini, at ein skipan, sum tryggjar tí almenna stórar upphæddir burtur úr nýggjum uppisjóvarrættindum, ið eingin okkara átti frammaundan, eisini skal verða slept. Eitt sunt og ikki køvandi tilgeingisgjald skal, sum skilst, broytast til okkurt slag av eykaskatti frá teimum vinnufyritøkum, sum hava størsta yvirskotið. Eitt er, at tey, sum best duga at røkja rættindini á handilsligan hátt, soleiðis skulu ”revsast”. Annað er, at ein tílík skipan lættliga kann føra til, at kønir bókhaldarar – m.a. hjá útlendskum kapitaleigarum – leggja vinningin hjá eini ”multinationalari” konsern í øðrum landi enn í Føroyum. Tað er ikki trupult at síggja, at taparar í øllum hesum gerast tey, sum eiga fiskin í havinum, nevniliga Føroya fólk.
”Etisk” mál
Av einihvørjari orsøk sleppa summir minnilutar at forða fyri, at nøkur politisk mál kunnu fáa vanliga demokratiska viðgerð við tilvísing til, at hesi mál eru etisk. Sum um, at øll politisk mál ikki eru tað. Tíverri snúgva hesi mál seg viðhvørt um persónliga frælsið hjá nøkrum av okkara meðborgarum. Tað er hugstoytt, at tað framvegis er so í 2011, at mál, ið umfata persónligt frælsi, ikki kunnu fáa eina demokratiska viðgerð ella kunnu verða samtykt í løgtinginum orsakað av einum frammanundan avtalaðum veto. Hetta eigur eftir okkara tykki ikki at kunna henda innast í einum nútíðar fólkaræði.
Lívsneyðugar nýskipanir
Undan valinum tóktist tað at standa teimum flestu greitt, at tað er avgerandi neyðugt at fara undir grundleggjandi nýskipanir av føroyska samfelagnum. Bæði fyri at fáa bilbukt við tí risavøkstrinum, sum seinastu 10 árini hevur verið í almennu útreiðslunum, og fyri at fáa munandi meira burturúr bæði náttúrutilfeinginum og tí menniskjaliga tilfeinginum – til gagns fyri bæði vinnuna og alt samfelagið.
Tílíkir reformar eru harðir at fremja og krevja tí breiða semjur, sum eisini røkka langt, tvs. tvørtur um fleiri valskeið. Tær fyrstu royndirnar at gera tílíkar semjur vórðu gjørdar millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, tá Fólkaflokkurin í vár fór burturúr landsstýrissamgonguni. Teirri fyrstu semjuni varð tó ikki langt lív lagað. Løgmaður, sum í vár fekk dyggan stuðul frá flokkum, sum saktans kundu havt felt hann, vendi ”langtíðar”-semjuni bakið, so títt og knapt, hann aftur hevði parlamentariskan møguleika fyri tí.
Skatturin
Í Framsókn fegnast vit um, at nýggja samgongan er samd við okkum um, at skattatrýstið í Føroyum er køvandi, serliga at lønarskatturin er alt ov høgur. Vit høvdu tó ynskt okkum, at samgongan hugsaði munandi meira um føroysku barnafamiljurnar í skattapolitikki sínum. Tá Framsókn herfyri legði fram sín skattapolitikk, nevndu vit hann ’Ein kappingarførur skattur’. Vit sipaðu til, at Føroyar mugu gerast førar fyri at kappast við grannalondini um barnafamiljurnar, sum eru okkara einasta framtíð.
Skattapolitikkur okkara hevði tvey endamál: Við eini kombinatión av skattalætta og progressivum barnakekki miðaðu vit eftir at geva teimum betri kor, sum veruliga høvdu tey mest fyri neyðini. Samstundis hevði hetta stuðlað væl undir at fáa meira ferð á landsbúskapin, tí pengarnir høvdu beinanvegin komið í umfar. Barnafamiljurnar hava brúk fyri at nýta pengarnar. Vandi er fyri, at tey, sum nú fáa mest burturúr ”flat-skattinum” eru tey, sum longu frammanundan hava mest eftir á konto, og at ein partur av lættanum tí endar á bankabók heldur enn í búskapinum.
Framsókn í andstøðu
Í Framsókn vistu vit sjálvandi væl, at vit ikki fóru at fáa alt okkara við í eitt samgongusamstarv. Vit vóru til reiðar at gera semjur fyri at fáa sum frægast burturúr til tess at gera Føroyar til eitt so frælslynt og tíðarhóskandi samfelag, sum tilber. Men hesar semjur skuldu tó peika frameftir og uppeftir, ikki aftureftir og niðureftir.
Hóast vit ikki kunnu verða partur av tí afturhaldspolitikki, sum samgongan umboðar, fara vit sjálvandi at virka konstruktivt í andstøðu. Tað skylda vit bæði veljarum okkara og øllum føroyingum. Vit fara at stuðla øllum átøkum, sum
- gera tað lættari og meira lokkandi at búgva og virka í einum sjálvbjargnum, frælslyntum og tíðarhóskandi Føroyum
- fremja lívsneyðugar nýskipanir av samfelagnum
- elva til eina meira kappingarføra skattaskipan
- birta eitt meira dynamiskt samfelag
- skapa ein støðugan búskaparvøkstur, byggjandi á føroyskan mátt og megi
- leggja grundina undir eina handilsliga fiskivinnu eins og nýggjar vinnur
- menna føroyingar sum eitt framkomið fólk.