kommununnar síðu, liggur uppá ikki minni enn 20.000 kanska heldur 25.000 kr. Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði [...] bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum útreiðslum, men hetta varð avvíst. Nú frætta vit so, at landsstýrið ætlar at leggja »nýtslugjald« [...] ferðir so nógv sum ein danskari ger, tá hann ringir inn til grannahúsini! Hetta kunnu vit eisini gera við kápulskipan okkara, og hetta veit TFL, so tí skal avgjald leggjast á, so vit ikki hava ráð at fáa okkum
sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, [...] um, ídnaðartrolararnir nýta, at hetta at kalla ikki kemur fyri. Ein ídnaðartrolari hevur í samráð við Fiskirannsóknarstovuna gjørt royndir við rist. Og hetta eydnaðist so væl, at hesin háttur nú eisini [...] kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi rávørutilgongd. Men fingu vit
ði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann [...] signalerað, at teir vilja geva samráðingunum eitt hálvt ár fyri at vita, um ein loysn kann finnast. -Hetta er fyrstu ferð, at tíð er sett á. Vit eru samdir í tí, at ein semja skal finnast. Hinvegin hava vit [...] innan hálvan januar! -Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan eitt
leypa fram av fyri tað um vit hava vunnið á VÍF. Enn eru vit bara í grundspælinum, men tað er týdningarmikið, at onkur vinnur á vestmenningum, tí so síggja hini liðini, at tað er ikki ógjørligt. ? Klára [...] ikki. H71 javnaði, og hóast VÍF aftur fór fram um 27-26, kláraði H71 enn einaferð at javna, so støðan var 27-27 tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Hetta útjavnandi málið kom við brotskasti, sum Hans [...] fingið bestu undirtøkuna seinnu árini. VÍF spældi væl, H71 eisini, og so stríddust liðini um hvønn tumma á vøllinum, um hvønn bólt og fyri hvørjum møguleika at fáa avgerandi munin í dystinum. Tað gekk javnt
Í FK-kappingini, sum var í Havn um vikuskiftið, var á fyrsta sinnið nýggj skipan við stiggeving undir dysti roynd. Hetta er skipan, sum er tikin í brúk aðrastaðni, millum annað í Danmark. Flogbóltssambandið [...] royna hesa skipan, og royndin eydnaðist væl. Í mun til gomlu skipanina, hana, sum tey framvegis brúka í landskappingini, telur hvør bóltur, og tað verður ongantíð spælt um servuna. Í hvørjum settið verður [...] avgjørdir fyrr enn seinasta bólt. Tað vísti seg, at vóru liðini ikki fult konsentrerað alla tíðina, vóru tey revsaði, og spælihátturin gav eisini rúmd fyri at lið, sum vóru eitt sindur veikari enn onnur, fingu
spæla væl stóran part av dystinum, men tað er ótrúligt at vit ikki vinna. AGF fekk ein spælara útvístan, tá Herfølge var frammanfyri 2-0, men hóast tað eydnaðist tað liðnum úr Århus at berja seg uppá á javnt [...] arnir í seinastu løtu. Silkeborg vann eisini um vikuskiftið, men tað gjørdi einki við støðuna í oddinum, tí Brøndby, sum rættiliga hevur sett ferð á nú, er fýra stig undan bæði FCK og Silkeborg. Brøndby [...] teir 3-1, og Ebbe Sand skoraði øll málini. AaB er eisini komið fyri seg seinastu umførini, og teir vunnu sunnudagin heili 6-1 móti AB. OB vann aftur hetta vikuskiftið og nærkast nú hinum botnliðunum.
fyri enn í nógv ár. Og tað er ein uppgáva, sum Neistaspælararnir taka í fullum álvara. ? Vit fara ongantíð á vøllin og siga, at hetta er bara ein dystur vit skulu hava lidnan. Tað ber ikki til, um tú skalt [...] tíðliga í kappingini enn, og tí er ilt at meta um hvør fer at verða í toppinum, tá kappingin er av, men fari eg ikki heilt skeiv, vildi eg mett, at Neistin, Kyndil og StÍF fara at kappast um gullið í ár. ? Niðaru [...] kappast um gullið Kyndil gjørdi ein vørr í landskappingini í fjør, men óstøðugu avrikini hjá liðnum gjørdu, at tær ikki bara mistu møguleikan fyri gulli, tær mistu eisini silvurmerkini til StÍF. ? Nú er tað
in fyri oljulóg og 1. útbjóðing tykist at fara at halda so nøkunlunda, so spøkir enn eitt mál. Talan er um ósemjuna um markið. Her liggur tað so í kortunum, at ein ella onnur avkláring skal koma í seinasta [...] mál á skránni sama dag sum oljulóggávan er fyri. Jógvan I. Olsen roknar ikki við at teir brúka meira enn henda eina dagin til viðgerðina, nú alt forarbeiðið er so væl úr hondum greitt. Eftir 1.viðgerð [...] Oljuráðleggingarnevndini arbeiða við hesum. Soleiðis sum Sosialurin skilur tað, er einki til hindurs fyri at hava hetta tilfarið klárt fyrst í komandi ári. Síðani skal tað leggjast fyri tingið og har hava
fyri fyrstu ferð í seks ár. Og tað tykist sum um um hetta bjartskygni eisini hevur breitt seg til handilsfyritøkurnar kring landið, tí Julius Vest, sum er ein av fyrireikarunum fyri VB, sigur, at tað gekk [...] eru norðaneftir. Og vøruúrvalið er stórt. Á stevnuni er alt líka frá bilum og eykalutum, til skógvar og blomstur. Eitt fyllfíggjað yvirlit yvir handlarnar á framsýningini er prentað aðrastaðni í blaðnum. [...] 00. Leygardagin er opið ímillum 14 og 20 og sunnudagin frá kl. 14-21. Sunnukvøldið klokkan 21 fer Heri Joensen, prestur at enda stevnuna. Stevnan í Vági er ein jólasølustevna og ætlanin er at pynta høllina
okkum í Suðuroynni enn aðrastaðni, tí kappingin er um veturin, og tá er veðrið mangan ringt at ferðast um suðuroyarfjørð, sigur Kirsten Ludvig. So táið hugsað verður um umstøðurnar, er tað heilt ótrúligt [...] vánaligar umstøður. Hetta er støðan hjá hondbóltinum í Vági í løtuni. Kirsten Ludvig, formaður í hondbóltsdeildini, sigur, at hondbólturin í Vági hevur verið í einum aldudali, men er nú partvís á veg uppeftir [...] uppeftir aftur. Men tíverri er manshondbólturin heilt dottin niðurfyri, og tað røkist onki fyri, at hann kemur fyri seg aftur enn, sigur hon. Hinvegin er kvinnuliðið hjá VB komið uppaftur í bestu deildina