einum mansaldri síðan. Eisini er áhugavert at finalan aftur verður á Kambsdali í ár, eins og hon var tað fyrstu tíggju ferðirnar. Høvuðsorsøkin til hesar broytingar er, at Gundadalshøllin, sum plagar at [...] finalan í ár hildin á Kambsdali, har hon var øll tey frystu árini. hetta er fyrst og fremst tí at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki vil hava tiltøk longur sum varða longri enn til miðnátt. Eisini hava eysturoyingar [...] Um Songrøddirnar Síðan Songrøddin byrjaði í 1983, hava tað verið 16 vinnarar og ein ørgrynna av øðrum luttakandi, sum seinni eru vorðin kend í Føroyum, bæði á tónleikapalli og á plátu og fløgu. Tey sum
kúluvarp. Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Heri Ziska, sum setti sín dám á kappingina, og hjá kvinnunum var tað aftur í ár Ingibjørg Poulsen, sum greitt hevði leiðsluna alla tíðina. Úrslitini í kúluvarp vórðu: [...] spilltíð, og tað fær ikki áskoðararnar at støðast. Men annars var hetta ein góð kapping, har vit sóu nógv góð úrslit, eisini frá fólki, sum eru ókend innan frælsa ítróttin. Kúluvarp Fyrsta kappingin var kúluvarp [...] Árliga afturvendandi tiltakið inni á Svangaskarði er Føroyameistarakappingin í frælsum ítrótti. Frælsur ítróttur er ein ítróttagrein, har tú skuldi trú at nógvir luttakarar høvdu hug at royna seg í teimum
dagin. Arbeiðsbólkrin, sum var mannaður við bæði yngri og eldri sjúkrasystrum fór undir at savna tilfar, og tað vísti seg at ganga væl. Sjúkrahúsið lá inni við nógvum tilfari, sum var væl egnað til framsýning [...] at seta upp tríggjar stovur. Ein stova var frá gamlari tíð. Her sást hvør útgerð var tøk í teirri tíðini. Ein stova var frá 60-unum ella 70-unum og tann triðja var frá í dag. Við hesum trimum uppsetingum [...] Tað eru í ár liðin 100 ár síðan Klaksvíkar Sjúkrahús fór at virka og hetta tíðarskeiðið eru farnar sera stórar broytingar fram í sjúkrarøktini. Tað, sum var vanligt fyrr, er kanska ikki vanligt í dag,
Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, men árið eftir var jeg við til at avreiða til virkið. Tað vóru fiskiár, haldi jeg, tí ofta var kajin avbreidd við [...] og ogur vistu, at uttan høvuðsmegi ogra, P. M. Dam, var tað ikki gjøgnumført. Hettar var undurverk og økti munandi um vinnulívið í sóknini, og tað setti síni merkir út um alt landið. Gomul vísdómsorð [...] ogra fór A/S J. Mortensen á heysin. Ein øgilig vanlukka. Tað hevði verið stór rúgva av fólki knýtt at hesum virki, nú var øskukalt. Tað hevði í longri tíð sitið ein nevnd við tí fyri eyga at keypa ein trolara
Torstein og ger tað allarhelst eisini í morgin. Piotr er eftirhondini blivin 41 ára gamal, men tað tykist ikki at nerva henda sterka ítróttarmannin, sum klárar væl at fylgja við, hóast tað er heilt stutt [...] frammanundan var úrslitið eisini til fyrimuns fyri heimaliðið, ta ferðina 3-1. NSÍ og KÍ eru bæði sera skerd Tað stendur nógv upp á spæl, tá klaksvíkingar í morgin fara út í Runavíkina. Hjá KÍ er tað í fyrsta [...] síðani 1994, tá úrslitið var 2-1. Birgir Jørgensen skal hjálpa Sumba Tað er ein spurningur um lív ella deyð, tá TB og Sumba seinnapartin í dag tørna saman á Sevmýri. Eydnast tað ikki heimaliðnum at vinna
sjónleik. Tá var tað eisini Mamma, ið vandi við okkum, teskaði og bílegði leikir úr Danmark, sum pápi óivað hevur umsett, greiðir Súsanna frá. - Nógv var eisini í skúlanum av leiki, sigur Ria. Tað var rættiliga [...] sum dans, greiðir Súsanna frá. - Eg fór so á læraraskúla og var við í smærri leikum. Tá eg var liðug, arbeiddi eg eina tíð sum lærari, men tað var ikki júst eg, so eg gjørdi alt møguligt annað og arbeiddi [...] báðar tosa um, tí Ria var og vandi við okkum í skúlanum, har vit spældu Dýrini Valbakkaskógi, men nær hevur tað verið?, sigur Hans og hyggur spyrjandi at Riu. - Jú, eg var vikarur tá, tað hevur verið í 1979
at tað er ikki loyvt at selja til drukkin fólk, og tað sær út til at barrvørðarnir í stórum halda seg til tað, sigur støðleiðarin. ? Fólkið sum var í býnum leygarkvøldið var ikki so drukkið at tað bilti [...] men heldur ikki her var nakað at finnast at. ? Tað sær út til, at ølklubbarnir ansa væl eftir ikki at fylla ov nógv fólk inn í hølini, tí tað kann koma afturum brekku. ? Tá vit komu í Kaggan stóð nógv fólk [...] sluppu ikki inn, tí nóg mikið av fólki var inni. Hetta er eitt gott tekin, sigur støðleiðarin í Havn, Petur Poulsen. Selja ikki til drukkin fólk Fólkið, sum var í býnum í vikuskiftinum vóru ikki so drukkin
longu hava privatiserað ognarrættin til fiskin. Men er tað so, so mugu teir upp á longri sikt gjalda til samfelagið fyri tað, men hatta er ein longri prosess. Men eg eri samdur, gert tú hatta til privat [...] Hetta er aftur ein spurningur um, hvussu vit prioritera á fíggjarlógini. Men tað tekur eisini tíð, tí er svarið tað, at tað má vera ein kombinatión av heimarøkt og so spakuliga at útbyggja eldrarøktarskipanina [...] arbeiði. Men vit vita eisini, at Landssjúkrahúsið er niðurslitið, og tað verður neyvan dýrari at reka við at gera neyðugu íløgurnar - tað kann gera raksturin bíligari. ? Hvussu skulu vit skipa skúlaverkið
Kristian Hansen var illa fyri (smáskaddur). Men tað var ein annar landsliðsspælari, Arnbjørn Danielsen, sum fullkomiliga kiksaði, tá hann skuldi sparka burtur, men Mariniak Maciej, sum var púra einsamallur [...] rigga. Fuglfirðingar sóu, at tað bar til, og við eitt sindur av hepni kundu teir fingu meira burturúr hesa løtuna. Serliga Egil Zachariasen var vælspælandi, men ofta var tað tann seinasta, avgerandi sendingin [...] honum, skeyt langt uppum. Hetta hendi, tá eitt korter var farið, og fimm minuttir seinni fekk ÍF javnað. Mariniak arbeiddi væl inni í brotsteiginum, og tað endaði við, at Bogi Nón spældi Egil Zachariasen púra
skerd við tað, at Øssur Hansen var leikbannaður hjá toftamonnum, meðan Jón Pauli Olsen hjá VB eisini sat uttanfyri við trimum kortum. Men tað vísti seg rættiliga skjótt, at saknurin hjá B68 var størri. Tað [...] sum spælari, og tað hevur havt við sær, at VB nú bert er tvey stig frá NSÍ og fjórða plássinum, sum í løtuni gevur atgongd til toto-kappingina, sum VB var við í fyrr í summar. Sunnudagin var B68 í Vági. Bæði [...] Tað sást, at Øssur Hansen hevur sera stóran týdning fyri toftaliðið, meðan VB stillaði upp við trimum áleyparum, hóast Jón Pauli Olsen ikki var við! Krzystof Popczynski var fremstur, og afturat sær hevði