til maðurin var komin í land. So ístaðin fyri at hitta eina glaða konu og børn, tá ið hann kom í land, mátti hann fara beinleiðis til jarðarferðina hjá konu síni. Sum sagt so var Margit júst tá fylt 12 ár [...] vera. So tað kann sigast, at 6 gentur eru farnar út úr heiminum hjá Margit og Nikkil við teirri barlast, sum Nikkil og Margit hava givið teimum. 50 ára gomul fekk Margit koyrikort. Hetta sigur ikki so lítið [...] lítið um hennarara áræði. Hetta kom henni, Nikkil og øllum væl við. Gjørdist avlamin Í 1996 fekk Margit blóðpropp, so hon gjørdist lamin í aðrari liðini. Hetta var ein rættiligur hvøkkur og stórur smeitur
vera stolt at tí, tey hava fingið burturúr. Man hugsar: tað er flott at tit orka at blíva við, og eg hopi tit halda út, til tit fáa virðiligari umstøður! Jenny og henna fólk á Tjóðpallinum áttu at fingið [...] eina sending – ella um man ikki vil brúka orku uppá eina heila sending, so í teirri fínu mentunarsendingini Refleksión – at farið ein túr “backstage”, og latið Jenny víst runt, so alt Føroya fólk kann [...] eitt landsstýrisfólk. Vit fingu tað gleði at síggja henda fantastiska leikin. Ein stór og flott uppseting. Heili 12 fólk á palli. Haldi ikki eg í nøkrum leiki har áður havi sæð so nógvar leikarar ísenn. Í
mongum gráum løtum. Úr bilhúsi tónleikur ljómaði hátt, so mangan um geilar á miðjari nátt, har tú vart við tínum vinum, her miksaðist tú og fanst uppá, so væl vóru hendurnar skrúvaðar á, og høvdið av hugskotum [...] langar svøvnleysar nætur. Vit sóu piltin við kinnum so reyðum, við skálkabrosi og glógvandi eygum, altíð til dystin fúsan, til dreingjalótir, sum bogi so spentur, í leiki bæði við dreingir og gentur, við [...] hagan ella á sandi, so tryggur tú tóktist á sæti, og gamla Puch Maxi ein sendara fekk, tá alt ikki júst eftir høvdinum gekk, -helst Bosch mundi tendringin vera. Hana tú hitti, og tit gjørdust góð, og framvegis
ein stór komedia úr enda í annan, so er hann samstundis, sum so mangan í góðum komedium, ein syndarlig tragedia. Serliga, tá havt verður í huga, at aldagamla temaið um lívslygnir og veruleikaflýggjan er [...] er fíggjarstøðan á góðsinum so vánalig, at garðurin antin má stykkjast út til summarhús ella enda á uppboði. Men góðseigarafamiljan, við frúuni á odda, vil ikki hoyra talan um at selja nakað sum helst. Tey [...] vit hurlað inn í ein tragikomiskan heim, har sansirnir fingu ikki frið eitt sekund. Var tað ikki leikandi lætta spælið ella eksalteraðu týpurnar, so var tað dialogurin, pallmyndin, búnarnir, tónleikurin
Harrin troysti tykkum í sakninum um eina kæra og elskaða móðir og eina kæra og elskaða ommu. Tit eiga so mong góð minni og høvdu so nógvar og góðar løtur saman við henni. Tit, hennara kæru, vóru hennara eitt [...] Talaði ongantíð um seg sjálva. Eg minnist hvussu stillisliga hon gekk um úthurðina, tá ið hon kom heim eftir arbeiðslok, fór inn á kamarið og lítla løtu seinni inn í lítla te-køkin og so aftur inn á kamarið [...] Ebenezer so leingi sum orkan rakk. Henni dámdi so væl at vera í Havn, helst tí at hon var uppvaksin í einum býi – í Aberdeen. “Longsta lív skjótt endar tað!” Ein sangur, ið talar sína egnu álvarstalu um lívið
týða fyri Eirik, eingin ivi um tað. Tit bæði strálaðu av gleði og eydnusemi. Tit fingu nøkur góð ár saman, um enn tíðin gjørdist stutt. Men tey góðu og fjølbroyttu minnini um Eirik eru góð at hava í førninginum [...] barndómi til manndóm. Ein tíð, sum á so grundleggjandi hátt gjørdist partur av okkara lívi bæði í álvara og gaman. Eirik trokaði seg ikki framat – hvørki so ella so - men hann fylti tó nógv har hann var [...] til dagin í dag er partur av okkara sosialu tilveru og karmur um nógv felags tiltøk fyriskipaði her í Havn, úti um landið og uttanlands. So at siga hvønn leygarmorgun kl 9:00 árið runt hittast vit í
hevur hann eina meining um rembingarnar, men hann góðtekur menningina, hóast hann ikki meinar, at alt er so beinrakið. Treyðugt so, - kanska. Av givnum orsøkum hava vit verið við í so mongum í Sandavági. Mong [...] innsatsur, tá tit bjargaðu griksku skipsmanningini, var ein sjálvfylgja. Siti mangan undir hesi frásøgu tíni, - hon er vissuliga eitt prógv um, at tú ongantíð hevur tikið teg sjálvan fram um nakran annan [...] Jógvan Kjølbro og konan Karin fingu sær egnan handil, ið var byrjanin til størstu fyritøku í Føroyum. Frits vaks upp í einum sermerktum, føroyskum heimi. Har galt tað um at fáa tað besta burtur úr da
og segði: »Um tit kunnu geva mær 6 ríkisdálar, so skulu tit fáa so nógv kjøt, sum tit vilja hava«. »Grind fingu vit, men eingin kjøtbiti var í bátinum, tá ið vit róðu eystur aftur, hjarta. So fátækir vóru [...] Komnir vestur um Skeið var slætt. Hann var jú landnyrðingur í ættini, so vestanfyri var slætt. Vit komu vestur á Miðvág í øllum góðum, fingu uppí bátarnar av grind, um 3-partar í føri. So løgdu vit út av [...] jólakvøld, tá hini vóru í dansi. Tað var hildið vera so ómansligt, at konan og døturnar vildu ikki, at hann skuldi spæla. Um bygdarmenn fingu hann at spæla, so stongdi hann seg inni á einum kamari við teimum
á”, um vit hugsa um, at tú nú gerst sjeyti ár. Tað tykist so stutt síðani, at vit vóru smá, og at tú vart um okkum hvønn dag og harvið okkara snúningspunkt í tí dagliga. Vit hava bert góð minnir um teg [...] sum tú vart um. At vit, børn tykkara, hava havt alt at siga fyri tykkum, bera handlingar tykkara best boð um. Í 1989 tóku tit avgerð um at selja húsini, og flyta aftaná døtrunum norður um fjørð. Hetta [...] av tykkum vágsgentum. So kvóðu teir eisini, sum rættir menn. Tit vóru í øllum førum nakrar, sum fullu fyri hesum sjarmutrøllunum. Tú fanst tín prins, um ikki á hvíta hestinum, so kom hann handan Hestin
tú gekst so høgt uppí. Við nakað av hjálp frá abba megnaði tú við einari hond at brodera so nógvar dúkar, at um ikki hvør, so annarhvør gestur hevur fingið ein dúk heim við. Fyri ikki at tosa um tey føroysku [...] ikki, so megnaði tú uppgávuna til fulnar. Í Havn tænti tú hjá Katrinu Christiansen, har tú møtti abba, sum so sanniliga skuldi vísa seg at verða tær ein góður maður og stuðul. Fimm døtur fingu tit saman [...] avstað aftur, til bilurin var farin um sýn. Altíð var tað líka stuttligt at koma inn til tykkara. Hóast tú hevur verið merkt av sjúku og er viknað tey seinastu árini, so hava bæði tú og abbi altíð gjørt tykkara