Kirsuberjagarður við stjørnufýrverki

boðin at síggja bergtakandi avrik á Tjóðpallinum – og tær syndarligu umstøðurnar vit bjóða teimum at arbeiða undir og skapa stórverk

Í síðst viku bjóðaði Tjóðpallur Føroya teimum, ið hava politisku ábyrgdina av Tjóðpallinum, ókeypis til sýningina av nýggja leikinum, Kirsuberjagarðurin eftir Anton Tjekhov. Vit vóru nøkur har, einir 10 tinglimir og eitt landsstýrisfólk.

Vit fingu tað gleði at síggja henda fantastiska leikin. Ein stór og flott uppseting. Heili 12 fólk á palli. Haldi ikki eg í nøkrum leiki har áður havi sæð so nógvar leikarar ísenn. Í einum gitnum heimsklassikara og í modernaðari uppseting. Upplivingarríkur, hendingaríkur, hugvekjandi og – síðst men ikki minst – sera stuttligur.

Hví eg brúki orðið stjørnufýrverk: jú her var sum í rættum nýggjársfýrverki - ikki einstakar rakettir, ið lýsa upp í myrkrinum, meðan bíðað verður eftir næstu - men eitt fýrverkari av rakettum, har allar og ongin skilir seg burturúr, men lýsa himmalin upp í øllum litum og skapa eina velduga sjón. Soleiðis var at uppliva øll tey leikandi í “Kirsuberjagarðinum” – ikki í nakrar minuttir, men í meir enn tveir samfullar tímar!

Góð ummæli í Listablogginum og Útvarpinum
Eg skal ikki gera nakra roynd at ummæla leikin. Tað hava onnur gjørt so framúr væl. Lesið t.d. ummælið hjá Mikkjal N. Helmsdal á Listablogginum hjá Kinnu og Inger, á HYPERLINK "http://listinblog.blogspot.com/2010/10/hugleiingar-um-kirsuberjagarin.html" listinblog.blogspot.com/2010/10/hugleiingar-um-kirsuberjagarin.html Ella hoyri samrøðuna, sum Súni Merkisstein hevði við Eyðun Johannesen og Carl Johan Jensen tann 27. okt. í mentunarsendingini In Mente í Útvarpinum: HYPERLINK "http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=48&t=u&inc=mentan99&name=In+Mente" www.kringvarp.fo/index.asp


Hølisviðurskiftini hjá Tjóðpallinum
Aftaná leikin vísti Jenny Petersen, stjórin á Tjóðpallinum, okkum landspolitikkarum og býráðslimum úr Havn afturum pallin. Eg má siga, at tað var ein skelkandi uppliving. Eg føldi meg illa við at síggja hølisviðurskiftini tey hava, til pallskift, til garderobu, til goymslu, til verkstað, til kaffikrók, til kantór osv. Eg skal lata vera við at útpensla tað, m.a. at fortelja um rottugongina. Men tað er eisini fantastiskt at síggja og hoyra teirra evni og vilja til at innrætta seg eftir umstøðunum, og eisini vera stolt at tí, tey hava fingið burturúr. Man hugsar: tað er flott at tit orka at blíva við, og eg hopi tit halda út, til tit fáa virðiligari umstøður! Jenny og henna fólk á Tjóðpallinum áttu at fingið Heiðursløn Landsins! Men lítil ivi man vera, hvat tey heldur vildu ynskt sær!

Politikarar mugu taka ábyrgd
Føroyskir politikarar mugu taka annað skinn um bak, tá tað snýr seg um at liva upp til okkara ábyrgd av tjóðleikpalli Føroya – Nationalscenan, sum alla aðrastaðni er millum prýðiligastu nationalu stoltleikarnar. Tað gongur ikki longur at verða so karvandi. Síðstu árini eru fleiri royndir gjørdar frá Mentamálaráðnum at seta pening av til at fara undir bygging av virðiligum umstøðum til Tjóðpallin. Hvørja ferð er tað karvað burtur í løgtinginum. Nú ger landsstýriskvinnan aftur ein roynd, hesaferð sum eina verkætlan í samstarvi við Tórshavnar Býráð. Onkrir fíggjarnevndarlimir vóru við hetta kvøldið. Vóni at tey eisini gera sína ávirkan.

SVF má gera ein rundvísing “backstage”
Sjónvarpið átti at gjørt eina sending – ella um man ikki vil brúka orku uppá eina heila sending, so í teirri fínu mentunarsendingini Refleksión – at farið ein túr “backstage”, og latið Jenny víst runt, so alt Føroya fólk kann síggja, hvat tað er fyri umstøður vit bjóða okkara sjónleikarum og øllum hinum starvsfólkunum, ið gera tað møguligt at skapa stórverk sum t.d. Kirsuberjagarðin.

Við takk fyri sýningina og upplivingina