Margit Nielsen til minnis

Margit hjá Nikkili, sum eiðisfólk siga, var fødd í Porkeri 14. september 1925. Foreldur hennara vóru Hans Pauli Sørensen, kallaður Hans Pauli undir Stígnum og Kristianna, ið var ættað úr Leirvík. Tey fingu hesi børn: Elisabeth, gift við Janusi Petersen í Kollafirði og sum andaðist í 1973, Dania, gift við Kaj í Bartalsstovu í Syðrugøtu.

Misti mammuna
Longu 12 ára gomul kom Margit at kenna lívsins og deyðans álvara. Tað var, tá ið mamma hennara doyði av nátasjúkuni í 1937. Nátasjúkan herjaði kring allar oyggjarnar, men serstakliga í suðuroynni í tríati árunum. Tað vóru serliga kvinnur, ið vóru við barn, sum vanliga ikki bóru boð í bý, tá ið tær fingu hesa sjúku. Sagt verður at 120 kvinnur í landinum doyði av sjúkuni.
Hans Pauli undir Stígnum, pápi Margit, var við skipi, tá ið konan doyði.
Tá bar ikki til – sum nú – at fáa fatur á monnum umborð.
Undir jarðarferðini hjá mammu Margit sóu tey skipið, sum pápin var við, koma inn eftir firðinum. Tí varð steðgað á við jarðarferðini til maðurin var komin í land. So ístaðin fyri at hitta eina glaða konu og børn, tá ið hann kom í land, mátti hann fara beinleiðis til jarðarferðina hjá konu síni.
Sum sagt so var Margit júst tá fylt 12 ár og hevði trý yngri systkin, sum hon so mátti taka sær av, tí pápin mátti aftur til skips. Fíggjarlig hjálp frá tí almenna var ongin í slíkum føri tá.
Sostatt kom Margit at taka móðurábyrgd og at vera í móður stað fyri yngru systkini. Omman var í húsinum, men hon var ikki ung, so ábyrgdin av húsarhaldinum kom at liggja á Margit.

Tók á seg húsarhaldið 12 ára gomul
At Margit 12 ára gomul tók á seg húsarhaldið og alt, ið tað bar við sær, og ábyrgdina av trimum yngri systkjum, sigur sína egnu søgu um, hvør ein kvinna Margit var - og kom at gerast seinni í lívinum.
Tá ið systkini vóru undansloppin, fór Margit til Hvalbiar at tæna og var í heiminum hjá Jákupi í Skálavík og fór síðani til Havnar at vera í handlinum hjá Katrinu Christiansen.

Giftist og búsettist á Eiði
Tað var meðan hon arbeiddi í Havn at Nikkil og hon komu at kennast. Tey giftust og hon flutti til Eiðis. Hetta var í 1952. Fyrst búðu tey inni hjá foreldrum hansara, men stutt eftir fluttu tey inn í nýggju húsini uppi á Brekku, har tey hava búð, til tey fyri fáum árum síðani fóru oman í Korndalsbýlið.
Margit og Nikkil fingu 5 døtur: Marsanna, Henny, Kirstin, Susan og Erlina. At tær hava verið henni góðar døtur, og at hon hevur verið teimum ein góð mamma, er óneyðugt at siga. Hetta vita øll eiðisfólk - og mong onnur alt um at siga. Margit var ein sera røsk og arbeiðssom kvinna og hevur ongantíð smæðst at fara undir hvat, ið tað skal vera.

Fiskimannakona
Sum fiskimaður var Nikkil nógv burturi – eins og aðrir fiskimenn – so tað vóru kvinnurnar, í hesum føri, Margit, sum mátti stýra heiminum og leiða alt heimaarbeiði. Og sagt verður, at tað gjørdi hon við eini fastari hond.
Hon hevði setning fyri genturnum, tá ið tær komu heim úr skúlanum, tvs. tær skuldu gera eitt ávíst arbeiði. Ikki einans tá ið tær komu úr skúlanum, men eisini í døgurðatímanum, skuldu tær t.d. vaska upp, sópa gólv og annað. Men tað var eisini stutt hjá teimum at ganga oman úr skúlanum.
Men hetta gjørdi Margit og vandi tær soleiðis upp at taka ábyrgd, vera ruddiligar og arbeiðssamar og reinligar, sum hon sjálv var.



Systirdóttirin Anna, kemur í heimið.
Tá ið systir Margit, Elisabeth, sum búði í Kollafirði, andaðist í 1973, kom 11 ára gamla dóttir hennara, Anna, til Margit og Nikkil at vera. So tað kann sigast, at 6 gentur eru farnar út úr heiminum hjá Margit og Nikkil við teirri barlast, sum Nikkil og Margit hava givið teimum.
50 ára gomul fekk Margit koyrikort. Hetta sigur ikki so lítið um hennarara áræði. Hetta kom henni, Nikkil og øllum væl við.

Gjørdist avlamin
Í 1996 fekk Margit blóðpropp, so hon gjørdist lamin í aðrari liðini. Hetta var ein rættiligur hvøkkur og stórur smeitur fyri hana og tey øll.
Men Margit vann seg rættiliga væl aftur, kom norður aftur og var virkin í at brodera og veva.
Hetta var í sjálvum sær eitt bragd hjá eini so brekaðari kvinnu, tá ið viljin er til steðar. Í hesum tíðarskeiði broderaði hon fyriklæði og turriklæði til átta ommudøtur. Margit seymaði alt upp á genturnar – enntá oljudansar til Nikkil at hava við til skips. Døtur hennara halda, at tað var neyvan nakar funningsmaður, sum ikki gekk í troyggju frá Margit. Hon varð kallað fyri bindikonan á Eiði. Eina tíð arbeiddi hon á flakavirkinum.
Hon hevði tó ikki kunnað gjørt hetta uttan Nikkil, sum uttan ávaring mátti broyta sítt gerandislív eftir hóttafall hennara. Hann gjørdist álitið í tí húsliga arbeiðinum, og tað mundi vera honum fyri at takka at Margit kundi vera heima so leingi.

Fyrimynd sum mamma og húsmóðir
Hon var ættarkær og helt saman um ættarbondini. Hon hevur havt eina ótrúliga umsorgan fyri sínum egnu. Telefonin varð íðiliga nýtt. Hon vildi alla tíðina vita, hvar hvør einstakur av hennara kæru var. Símun Jóhan Wolles yrkti ein sang til Margit, tá ið hon fylti 70 ár. Eitt av versunum er hetta:

Margit kom norð, ei spardi hon seg,
Tók fatt ei var nakað annað
Sum ung kendi ábyrgd frá barni, ei lætt,
Kendi lívið, vit vilja tað sanna.

Sjálvur minnist eg ógviliga væl, tá ið Margit kom til Eiðis at búgva, tí eg var tá um 12-13 ára gamal. Nikkil var ein av vakrastu og prúðastu unglingum á Eiði. Vit sóu upp til henda ómetiliga sterka og raska mannin. So vit vóru spent at vita hvør henda suðuroyarkvinnan var, sum kom í heim hansara. Og vit vóru ikki vónsvikin. Hvørki tímiliga ella andaliga.

Eins og Rutt í Bíbliuni
Í Ruttsbók í skriftini lesa vit um hjúnini Noomi og Elimelek í Betlehem í Ísrael, sum fóru til grannalandið Móab við báðum synunum, tí hungursneyð var heima.
Báðir synirnir, sum vóru giftir - og pápin - doyðu, so har sótu tríggjar einkjur. Noomi tók avgerð um at fara heimaftur til land sítt og bað verdøturnar vera eftir, men onnur teirra, Rutt, valdi at koma við henni, við hesum orðum:
“Hagar, sum tú fert, hagar fari eg, og har tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín; har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað.”(Rutsbók 1,16-17)

Júst hetta sama kann sigast um Margit, tá ið hon sum ein ung kvinna giftist við Nikkil. Hon valdi at búsetast her á Eiði, har sum hann búði. Hon valdi, at fólk hansara skuldi verða fólk hennara.
Og sanniliga gjørdist hon eiðisfólk við lív og sál. Hon talaði eiðismál. Einasta orð, ið hon segði á suðuroyarmáli var, tá hon umrøddi pápa sín og nevndi hann: PABBA.
Beinanvegin hon kom til Eiðis byrjaði hon at gera seg til eitt við eiðisfólk. Og hon fór eisini at savnast regluliga saman við teimum, sum komu í Mizpa. Og hon tók øll síni við sær.
Eg var 15 ár, tá ið eg fór av Eiði, men havið vitjað regluliga aftur. Tá var stuttligt at síggja Margit. Nikkil og døturnar sita á møti. Hetta hevur verið lagið síðani.
Hon savnaðist í Mizpa so leingi sum førleikin rakk – og seinastu ferð hon var har á møti, var í vetur – einaferð systkinabarn hennara, Evald Sørensen var har saman við Levi Joensen.
Hesi seinastu 14 árini við veikleika gjørdust serstøk bæði fyri hana og Nikkil, sum á ein fyrimyndarligan hátt hevur verið um sína kæru konu, sum hann var sera góður við. Hetta kunnu vit øll sanna, sum hava komið inn í teirra heim.
Hetta, at taka avgerðir, mundi vera eitt eyðkenni fyri Margit.
Sum blaðung tók hon avgerð at velja Jesus sum sín frelsara og Harra.
Sum 12 ára gomul tók hon avgerð at taka ábyrgd av heiminum.
Sum 27 ára gomul tók hon avgerð at giftast við Nikkil og koma til Eiðis
Sum kona ein fiskimann, ið var burturi meginpartin av árinum, so var tað hon, ið tók allar avgerðir, meðan maðurin var burturi.
Ein av størstu dýrgripum her á fold má vera at eiga eina trúgvandi mammu og ein pápa, sum stuðlar mammuni á hesum øki. Mamman er drotningin í heiminum. Hetta veit eg, at Nikkil gevur mær rætt í. Margit var drotning hansara. Og eg veit eisini, at Nikkil tekur undir við tí, sum Orðtøkini 31,10-30:siga um ta dugnaligu kvinnuna, sum í hansara føri gjørdist Margit:
“Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meiri enn perlur er hon verd!
Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki. Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. Hon sær til at fáa sær ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga. Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin. Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar. Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki. Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum. Fingrar hennara taka um snælduna. Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka. Klædd í styrki og heiður gongur hon hini komandi tíð ímóti. Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara. Maður hennara reisist og rósar henni: “Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær. Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast Harrans skal verða róst.”

Tað var júst hetta, sum maðurin, ið yrkti heimsins vakrasta tjóðsang, Símun av Skarði, gjørdi, tá móðir hansara fylt sjeyti. Tá yrkti hann hesi orð, ið tit døtur eisini kunnu siga um elskaðu móður tykkara:

Tøkk mín móðir fyri hvørja stund,
eg í barndómsheimi livdi glaður.
Tøkk, at tygum førdu meg á fund
Við hin góða Gud, sum øllum ræður.

Tøkk mín móðir fyri kærleik tann,
tygum niður í mítt hjarta løgdu;
tá ið syndamein sárt í mær brann,
kærleiki tá aftur sárið grøddi.

Tøkk mín móðir, tøkk so sigi eg,
fyri kærleikan um allar ævir.
Hann til Gud, mín faðir, leiðir meg,
tá útrunnin er mín lívsins dagur.

Vit heilsa tykkum, Nikkil, Marsanna, Henny, Kirstin, Susan, Erlina og tær Anna, børnum tykkum, versynum og øllum, ið stóðu Margit nær. Harrin styrki tykkum í sakninum. Vit takka Gudi og lýsa frið yvir minnið um Margit hjá Nikkili.
---------------

Svenning av Lofti