Góða mamma
Vit mugu geva sálmaskaldinum rætt, tá hann skrivar at, “Tíðin rennur sum streymur í á”, um vit hugsa um, at tú nú gerst sjeyti ár. Tað tykist so stutt síðani, at vit vóru smá, og at tú vart um okkum hvønn dag og harvið okkara snúningspunkt í tí dagliga.
Vit hava bert góð minnir um teg nú tú rundar sjeyti, og vilja vit her royna, í stuttum, at lýsa lív títt, ímeðan vit ganga og gleða okkum at halda stóra dagin, saman við tær.
Mamma er uppvaksin við Gjógvara, suðuri í Vági, og er tann elsta av børnunum hjá Elspu og Martini Olsen í Vági. Hini 3 systkini eru Mia, Elmar og Niels.
Sum ung, vart tú forvitin, sum ung flest, og fór uttan um landoddarnar at royna tínar veingir. Har starvaðist tú m.a. eitt tíðarskeið á Hotel Hebron í Keypmannahavn. Eisini starvaðist tú í Havn eitt tíðarskeið, á Sanatoriinum í Hoydølum.
Tað kom tíðuliga til sjóndar, at tú hevði hjarta, hug og hegni, til at vera um onnur menniskju, og gjørdist hetta eisini lívsleið tín. Seinni fekst tú starv í heimahjálpini í Sumba, og mundu tað verða mong av teimum eldru, sum fegnaðust um at fáa teg á gátt. Vit minnast mangar stuttligar søgur og upplivingar, sum tú hevur sagt okkum frá, serliga um tíðina í Keypmannahavn og á Sanatoriinum.
Hóast stuttu útferðir tínar til stórbýirnar, hevur heimlongsulin til Vág, helst verið ov stórur, og valdi tú at koma heim aftur. Sum aðrar ungar gentur, hevur tú helst leita væl og leingi eftir prinsinum á tí hvíta hestinum, og hava sjarmerandi, sjeikaligu, skemtingarsomu sumbingarnir, við brúllkremi í vakra hárinum, helst trøllabundið hjørtuni á fleiri av tykkum vágsgentum. So kvóðu teir eisini, sum rættir menn.
Tit vóru í øllum førum nakrar, sum fullu fyri hesum sjarmutrøllunum. Tú fanst tín prins, um ikki á hvíta hestinum, so kom hann handan Hestin, og vann títt unga hjarta.
Tú og pabba blivu síðani gift, og fingu tykkara fyrstu dóttir í 1963. At alt ikki er upp til okkum menniskju at ráða yvir, máttu tit tíðliga sanna. Fyrsta dóttir tykkara doyði, bert stutta tíð eftir at hon var fødd. Tú hevur mangan tosa um hesa tíðina, sum eina harða tíð, og hevur hon helst sett djúp spor í lív tykkara. Lívið gekk tó víðari, og 21 mánaðar seinni kom Joan, sum eitt ljós inn í tykkara lív. Tit búsettust í Kerinum í Sumba og fingu síðani tvillingarnir, Anniku og Eydnu.
At tíðirnar eru broyttar nógv, sæst serliga á familjumynstrinum nú á døgum, har flestu mammur arbeiða úti, og fáa børnum sínum ansaðum á stovnum. Soleiðis var tað ikki tá, Pabba var sjómaður, og valdi tú at arbeiða heima, har tú hvønn dag gjørdi dagligdag okkara tryggan og góðan.
Hetta hevur als ikki verið nøkur løtt uppgáva, tí pabba var nógv burtur, og tú vart einsamøll við trimum tøttum smábørnum, tað mann mangan hava verið strævið hjá tær.
Tit høvdu tó áræði og gott mót, og seks ár aftaná tvillingarnar, kom so “beiggjon” Terje. Vit systrarnar minnast enn hvussu glaðar vit vóru um, at hava fingið ein beiggja.
At tit vildu tykkum sjálvum og tykkara alt tað besta, ber støðan, tit tóku sum heilt ung boð um. Tit valdu bæði at seta álit tykkara á Hann, sum øllum valdar, og settu harvið nýggja kós fyri lívsleið tykkara. Hetta er ein avgerð, sum vit, børn tykkara, altíð vilja æra tykkum fyri, tí hon hevur havt ein ævigan týdning fyri okkum og okkara børn, og tøkk skulu tit hava fyri tað.
Tá systrarnar so smátt byrjaðu at flyta heiman ífrá, og Terje var blivin stórur smádrongur, fór tú út at arbeiða, sum heimahjálp í Sumba. Tú skapti ein serliga hugna í heimunum, har tú komst, tú bakaði, gjørdi reint og vart góð við tey menniskju sum tú vart um.
At vit, børn tykkara, hava havt alt at siga fyri tykkum, bera handlingar tykkara best boð um.
Í 1989 tóku tit avgerð um at selja húsini, og flyta aftaná døtrunum norður um fjørð. Hetta var als ikki nøkur løtt avgerð hjá tykkum, tí røturnar vórðu djúpt gróðursettar í Sumba, og tit høvdu stutt frammanundan bygt tykkum nýggj hús í Sumba. Hóast hetta, valdu tit at verða har sum børn tykkara vóru, og fluttu inn á Skálafjørðin í 1989, har tit hava verið síðani. Tá fyrst Annika, og síðani Terje valdu at flyta til DK, og pabba stóð í boði at fáa arbeiði innan donsku alivinnuna, fluttu tit eisini niður til Holstebro, har tit vóru í trý ár, og fluttu so heim aftur á Skálafjørðin, har tit búgva nú.
Elskaða mamma, tað sum sermerkir teg sum persón, er títt hjarta fyri øðrum menniskjum, tína umsorgan og tína hjálpandi hond hava mong merkt. Sjálvt um tú hevði fullar hendur, hevði tú altíð tíð at hjálpa tá ástóð. Hetta gjørdi tú ikki fyri rós og viðurkenning, og var tað heldur ikki drívmegin handan gerðir tínar. Heldur var tað góða hjarta títt og ynski, um at verða til gleði og signing fyri onnur sum dreiv teg.
Mamma, vit halda, at tú átti at komi í “Guinnes” rekordbókina, fyri títt uppofrandi, kærleiksfulla, og altíð gevandi lyndi.
Tá vit minnast aftur á okkara barnaheim, ber tað als ikki til, uttan at tú ert ein partur av minninum. Tú var altíð har og syrgdi fyri at vit høvdu eitt trygt og gott heim, har kærleiki og umsorgan settu dagsskránna. Vit lærdu næstakærleikan at kenna, ikki bert í orði, men eisini sýndan í verki, og hevur hesin lærdómur havt ein avgerðandi týdning fyri lívsleiðina hjá okkum øllum systkjunum.
Frá tí degi tit tóku ímóti Jesusi, bleiv tað biði og lisið hvønn morgun í okkara heimi, og var tað tú góða mamma, sum skipaði fyri tí. Tá vit vóru byrjað í skúla, komst tú upp við okkum, gav okkum morgunmat og síðani lósu og bóðu vit. Hetta tímdu vit ikki altíð so væl, men í dag takka vit tær og pappa, fyri at tit gingu undan, og vísti okkum vegin, sum vit ganga í dag.
Góða mamma, orð eru so fátøk, men vit vóna, at vit við hesum fáu lýsingum av okkara minnum, kunnu vísa tær, at tú ert nakað heilt serligt, at tú ert alt fyri okkum, og at tey sjeyti árini tú hevur livað, hava havt lívsavgerðandi týdning fyri so mong menniskju. Vit vóna, at tú við hesum, betur kanst síggja, tann stóra skara av børnum og ommubørnum, tú hevur verið við til at mynda, og ta stóru fyrimynd og tann stóra týdning, tú hevur fyri okkum øll.
Guð vælsigni teg og pabba, og takk fyri tað lívið tú hevur givið okkum.
Hjartaliga tillukku, vit elska teg, og gleða okkum til leygarmorgunin kl. 11.00, tá dagurin verður hildin heima hjá tykkum í Skálabotni. Har verða væntandi mong, sum koma at heiðra teg, og skulu øll verða hjartaliga vælkomin.
Joan, Eydna, Annika og Terje við makum og børnum