Alsamt skifta veður og vindur,
enn stendur stinnur Reyðafelstindur,
og framvegis fløðir og fjarar,
men lívið er broytt, farin er drongur,
óhugnavitjan, slitnaður strongur,
tað svíður so svárt í barmi.
Tað tykist, sum heilin í tvíningar fer,
hvør tægr í kroppinum uppreistur ger
og sigur: tað er ikki sætt!
og spurningar troðka hvønnannan av kós,
men svarið er myrkur, tí slóknað er ljós,
og langar svøvnleysar nætur.
Vit sóu piltin við kinnum so reyðum,
við skálkabrosi og glógvandi eygum,
altíð til dystin fúsan,
til dreingjalótir, sum bogi so spentur,
í leiki bæði við dreingir og gentur,
við sorgblídni vit tað minnast.
Og seinni á prutli tú legði frá landi,
ein túr gjøgnum hagan ella á sandi,
so tryggur tú tóktist á sæti,
og gamla Puch Maxi ein sendara fekk,
tá alt ikki júst eftir høvdinum gekk,
-helst Bosch mundi tendringin vera.
Hana tú hitti, og tit gjørdust góð,
og framvegis logaði kærleikans glóð,
nú deyðin kom tykkum ímillum,
víst sinnið er viðkvæmt, tá tú ert ungur,
og skilnaðurin man kennast tungur,
við mongum gráum løtum.
Úr bilhúsi tónleikur ljómaði hátt,
so mangan um geilar á miðjari nátt,
har tú vart við tínum vinum,
her miksaðist tú og fanst uppá,
so væl vóru hendurnar skrúvaðar á,
og høvdið av hugskotum fult.
Vit sakna Carina at koma framvið,
og síggja, um hann hevur annað snið,
ella ein heilt annan lit,
vit sakna títt bros, tína heilsan, og tað,
at tú vart tín egin hvønn einasta dag,
tað fara vit aldrin at gloyma.
Hjá foreldrum og brøðrum er tómrúmið stórt,
gævi, at vit fingu okkurt gjørt,
tó,- sorgin hon má gjøgnum livast,
men neyvan finst daprari stund fer á fold,
enn barn sítt at jarða og leggja í mold,
Gud náði tey, sum tað rakar.
Mundi tað standa við vøgguna skrivað,
at hetta var tíðin, ið tú skuldi liva?
vit trúgva, at soleiðis er,
at ikki ein spurvur til jarðar skal falla,
uttan at meistarin heim hann man kalla,
til ævigu bústaðir sínar.
Hvíl í friði, elskaði systursonur!
--------------
Fríður