- Eldur var inni í bátinum, sum tískil ikki kann brúkast til uppgávur sum er, og tí mugu vit fyribils finna eina aðra loysn, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Aputsiaq Hansen

Eldur í politibátinum í Grønlandi

- Ein starvsfelagi var umborð, tá eldurin kyknaði, og viðkomandi royndi at sløkkja. Men, hetta gekk ikki, tí persónurin fekk royk niður í seg og varð fluttur á sjúkrahús, sigur Grønlands Politi

 

- Eldur var inni í bátinum, sum tískil ikki kann brúkast til uppgávur sum er, og tí mugu vit fyribils finna eina aðra loysn, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Aputsiaq Hansen

Umleið klokkan 08.50, lokala tíð í morgun, fekk vaktsentralurin hjá Grønlands Politi eina fráboðan um, at eldur var í bátinum hjá løgregluni í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

- Løgregla og sløkkilið vóru skjót á staðnum. Eldurin er sløktur, og støðan er undir eftirliti, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Aputsiaq Hansen, við Sermitsiaq.

 

Grønlands Politi sigur, at ein starvsfelagi var umborð, tá eldurin kyknaði, og viðkomandi royndi at sløkkja eldin. 

 

Men, tað gekk ikki, tí persónurin fekk royk niður í seg og varð koyrdur á sjúkrahús, men hevur tað eftir umstøðunum gott.

 

Vaktleiðarin, Aputsiaq Hansen, sigur, at orsøkin til eldin nú verður kannað av brunamyndugleikunum.

 

- Eldur var inni í bátinum, sum tískil ikki kann brúkast til uppgávur sum er, og tí mugu vit fyribils finna eina aðra loysn, leggur hann aftrat í samrøðu við Sermitsiaq.

 

 


 

 

- Eldur var inni í bátinum, sum tískil ikki kann brúkast til uppgávur sum er, og tí mugu vit fyribils finna eina aðra loysn, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Aputsiaq Hansen