skjótt, at ein kann koma í ringt ljós. Tað er komið rættiliga ofta fyri,« sigur Tryggvi Johansen. Hann hevur mangan fingið at vita, at hann er bara arrogantur og vil einki hava við hetta at gera. Og tað kann [...] vn. Men hesi hølini vístu seg at vera púra óegnað, sigur Tryggvi Johansen. Og tað, sum verri var, var, at hendan ognin stóð til at fara á tvingsilssølu við tí úrsliti, at allur tann peningur, sum savnaður [...] niðurstøðu, at best var at taka sakina í egnar hendur. Og tað endaði so við, at Kvinnufelagsgrunnurin og Landsstýrið tóku um endan. »Restin av søguni er kend,« sigur Tryggvi Johansen. Ráðgeving og ferðing
eisini áhuga í, at væl av arbeiði skal vera á virkjunum, tí harvið verða tvær inntøkur í húsunum. Og millum fólkið skortan viljin ikki at fáa fyritøkuna at ganga. - Fólk eru glað og takksom, og tey arbeiða [...] sál, og fólkið hugsar sum so, at tað skal bera til, og gongur tað ikki, skal tað í hvussu er ikki vera teirra skyld, sigur Martin Hentze. [...] til arbeiðis, og á Sandi 18. Tá hin linjan í Skopun eisini fer at koyra, kunnu eini 20 fólk sleppa til arbeiðis aftrat. Martin Hentze væntar, at bátarnir í oynni fara at halda fram við at landa til teirra
stuðul at fáa, sigur Hans Mikkelsen. Eisini krevur tað innbúgv at hava slík høli, sum tey, felagið hevur fingið. Tað royna tey sum frægast at skava saman her og har, men vóna sjálvandi, at til ber at fáa [...] tó til at semjast um. Sum til dømis navnið á hølunum. Tey eita Miðgarður, og tað heldur Hans Mikkelsen vera gott navn. Skipað varð fyri kapping um navn og búmerki. Ein íslendsk kona skeyt upp at kalla staðið [...] hava høvi at støkka inn á gólvið at tosa, lesa bløð og fáa sær ein kaffimunn. Ætlanin er eisini at fáa Dag og Viku sendandi. Annaðhvørt týskvøld fara føroyingarnir at hava føroyskan dans. Og okkurt týskvøld
fiskimenn, bóndur og allir løntakarar eiga at fylkjast, øll vit, sum veruliga halda, at tað solidariska samfelagið er tað besta. Fylkjast vit ikki, so hava vit bara okkum sjálvum fyri at takka, at ósolidarisku [...] so áliggur tað øllum, sum taka undir við sosialistisku sjónarmiðunum at fylkjast í flokkinum til tess at vinna fram heldur enn at rekast í ymsum bólkum. Tað er í demokratisku sosialismuni, at verkafólk [...] fyri at bøta um ringu korini og teirra ótroyttiliga vilja at byggja eitt solidariskt samfelag. Teir løgdu lunnarnar og drógu ávegis, men enn er teinurin ikki fullrógvin, og framvegis verða flúrar og sker
1932 blivu hesir báðir somu valdir í Suðuroy og Suðurstreymi, men atkvøðutalið kvinkaði uppeftir allastaðni, og í Eysturoynni kom tað upp á 96. Í 1936 kom tað stóra gjøgnumbrotið. Javnaðarflokkurin fór úr [...] um borð á skipi og doyði árið eftir bara 43 ára gamal. Næsti maður á listanum tók við í 1937. Tað var Jógvan Símun Heinesen, skipari í Leirvík, sum sat til 1940. Hugaligt er at síggja, at eftirkomarar hjá [...] stovnaður í 1927, og til valið 1928 fingu vit tveir tinglimir valdar: Petur Mohr Dam, lærara á Tvøroyri, og Mourentius Viðstein, blaðmann í Havn. Í Eysturoynni vóru einans 59 atkvøður, og sjálvandi ongin
politiskt ella var tað fakfelagsliga? - Tað fyrsta sambandið var við flokkin, men fyri í heila tikið at føra javnaðarpolitikk krevst, at man hevur góð fakfeløg. Sostatt er bæði tað politiska og tað fakfelagsliga [...] felag. Deils var tað óttin fyri arbeiðsgevarum, at fólk kom at missa síni arbeiðspláss. Tí, sum tað bleiv sagt, at nú vóru arbeiðararnir blivnir so »forbrendir« at teir sjálvir fóru at krevja løn. SUF stovnað [...] - viðmerkti til orð Dimmalættingar og »Krossins« í brævi til SUF, at hann dugdi ikki at lesa føroyskt, og visti sostatt ikki hvat Dimmalætting merkti, men helt, at tað var best hóskandi ið merkti dimmelim
verða ikki mett av feriuni, sigur Ingeborg, sum heldur tað vera løgið, at Almannastovan kann broyta reglurnar, og eingin kunngerð er gjørd um tað. Feløgini halda eisini nýggja reglunar stríða beinleiðis [...] Herfyri kom okkurt av arbeiðarafeløgunum eftir, at Almannastovan er farin at mótrokna innvunna feriu, tá fólk søkja um dagpening vegna sjúku. ?Upplýst verður, at um tygum ikki halda feriu, verður tíðarskeiðið [...] Vinther, forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, heldur tað vera púra óhoyrt við nýggju mannagongdini. - Hetta er ógvuliga órættvíst, tí fólk mugu hava nakað at liva av, um tey eiga feriudagar til góðar. Tey verða
filmin og hann verður spáddur til at gerast ein av teimum filmunum sum flest fara at hyggja eftir í heyst. Av teimum stóru bløðunum eru fimm av teimum í so góðum lag eftir at hava sæð filmin, at hann fær [...] alene, når hun med kropp og sjel og en utrolig nyanserikdom maler frem den legendariske færøyske Barbara.» Jon Selås gevur filminum terningkast fyra, og tað grundgevur hann við at leikluturin sum Harra Pál [...] Arbeiderblad, Telemarksavisa og Bergensavisa. Harafturat hava Dagbladet og Adresseavisa givið filminum terningkast fimm. Dagbladet í Oslo skrivar at filmurin «er blitt en mektig og intens opplevelse enhver
Tað grettir ikki, at ikki onkur parkerar á Eystara Ringvegi uttan fyri Norðurlandahúsið. Vegaskelti boða frá, at har ikki er loyvt at parkera. - Líkt er til, at so skjótt sum ein finnur uppá at seta bili [...] staðin fyri at skriva bøtur, fann politiið upp á onnur ráð. Teir fóru inn og tosaðu við Brand Øssursson, sum er høvuðsfyrireikari av jazzfestivalinum, og fingu hann at greiða fólki frá, at bilar ikki mugu [...] bili á ringvegin, so gera fleiri tað sama, sigur Petur Poulsen, virkandi leiðari á politistøðini í Havn. Tá tað liggur fyri, og aðrar arbeiðsuppgávur ikki forða, fer politiið niðan til Norðurlandahúsið
og tað lá væl fyri hjá henni at læra, men tá var tað ikki sum nú. Møguleikarnir hjá vanliga fólkinum og serliga teimum, sum høvdu brek at dragast við, vóru fáir og smáir, og eftir ráðgeving frá donskum [...] Gunhild og fýra onnur búgvandi hjá sær. Gunhild var best fyri av búfólkunum, og tað var bæði fólkunum, hon búði hjá og búfólkunum at gagni, at hon hevði eitt glatt lyndi og stórt lívsmót. Gunhild vitjaði [...] smæddist ikki fyri at ferðast einsamøll við Tjaldrinum aftur og fram, og tað var sannur høgtíðsdámur yvir tí, tá hon uppstásað kom í land í Havnini og steðgaði nakrar vikur fyri at vera saman við familjuni