Ringvegurin er einki parkeringspláss

Hvørja ferð okkurt stórt tiltak er í Norðurlandahúsinum, fær politiið uppgávuna at hyggja at ólógligari parkering.

Tað grettir ikki, at ikki onkur parkerar á Eystara Ringvegi uttan fyri Norðurlandahúsið.

Vegaskelti boða frá, at har ikki er loyvt at parkera.

- Líkt er til, at so skjótt sum ein finnur uppá at seta bili á ringvegin, so gera fleiri tað sama, sigur Petur Poulsen, virkandi leiðari á politistøðini í Havn.

Tá tað liggur fyri, og aðrar arbeiðsuppgávur ikki forða, fer politiið niðan til Norðurlandahúsið í góðari tíð undan slíkum tiltøkum og ansar eftir, at eingin setur bilin á ringvegin.

Onkuntíð tá stór tiltøk hava verið bæði í Norðurlandahúsinum og í høllini á Hálsi, hevur politiið verið og givið øllum ólógliga parkeraðu bilunum bót.

Aðrar ferðir hevur verið neyðugt at fara inn í húsið at leita eftir bileigarunum.

Mikukvøldið var fult av fólki í Norðurlandahúsinum til konsert, nú jazzfestivalur er.

Hetta kvøldið var aftur galið við parkering á ringvegnum.

Men í staðin fyri at skriva bøtur, fann politiið upp á onnur ráð. Teir fóru inn og tosaðu við Brand Øssursson, sum er høvuðsfyrireikari av jazzfestivalinum, og fingu hann at greiða fólki frá, at bilar ikki mugu setast á ringvegin. Brandur so gjørdi, og politiið vónar, at tey, sum komandi kvøldini og í framtíðini fara á konsert í Norðurlandahúsinum, hava lagt sær hetta í geyma.