Gunhild Guttesen 75 ár

Føðingardagsheilsan

Hóast hon ikki hevur verið at sæð so nógv tey síðstu árini, so munnu tey vera mong í Havnini og eisini aðra staðni kring landið, sum komast við navnið Gunhild Guttesen. Í dag fyllir hon 75 ár.

Gunhild er havnarfólk. Foreldur hennara vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen, sum búðu í lítlu húsunum á Tinghúsvegnum, har tey húsaðust við ellivu børnnum. Gunhild var fjóðra í røðini, og mamman, sum doyði í 1969, plagdi at siga, at Gunhild mundi vera eitt tað raskasta av børnunum, sum hon hevði átt.

Tá Gunhild var árs gomul, fekk hon kikhosta og ringa eftirsjúku, og síðani tá hevur hon verið merkt av sjúkuni. Førleikin avmarkaðist, tí vinstra liðin varð lamin, og luturin hjá Gunhild gjørdist at liva við hesum brekinum, og tað hevur hon megnað sera væl. Hóast hon hevur havt nógvar veikleikar og ofta hevur ligið lágt, so hevur hon verið eitt av teimum fólkunum, sum hava borið ljós og uppmuntring við sær til onnur, hon er komin í sambandi við. Og Gunhild hevur ongantíð fjalt, hvørjari keldu hon hevur drukkið úr fyri at fáa styrki og ugga. Hon hevur so ofta vitnað um, at hon var bara ein lítil smágenta, tá hon lærdi at seta álit sítt á Jesus Kristus sum einastu vón til bjaging her í lívinum og hinum komandi, og at tað er vinurin, sum hon so tíðliga í lívinum fann sær, sum hevur borið henni uppi.

Tað var lív og kæti í familjuni Guttesen. Sangur og tónleikur vóru teirra eitt og alt. Systkini vóru stuðlar í sangkórinum í Ebenezer, og parturin hjá Gunhild lá ikki eftir.

Gunhild dámdi væl at ganga í skúla, og tað lá væl fyri hjá henni at læra, men tá var tað ikki sum nú. Møguleikarnir hjá vanliga fólkinum og serliga teimum, sum høvdu brek at dragast við, vóru fáir og smáir, og eftir ráðgeving frá donskum kommunulækna í Havnini fór Gunhild í 1949, tá hon var 27 ára gomul, niður til Danmarkar, og har var hon tey næstu tjúgu árini. Hóast hon bara kundi brúka aðra hondina, so lá stak væl fyri hjá Gunhild at gera hondarbeiði, og tað var ætlanin, at hon skuldi læra okkurt meiri á hesum økinum, men soleiðis kom tað kortini ikki at vera. Hon kom í privata røkt hjá einari góðari familju í bygdini Vedde, sum liggur ikki so langt frá Dianalund á Sjællandi.

Hjúnini Løvgren vóru barnleys, og tey høvdu Gunhild og fýra onnur búgvandi hjá sær. Gunhild var best fyri av búfólkunum, og tað var bæði fólkunum, hon búði hjá og búfólkunum at gagni, at hon hevði eitt glatt lyndi og stórt lívsmót.

Gunhild vitjaði ofta heima í Føroyum. Hon smæddist ikki fyri at ferðast einsamøll við Tjaldrinum aftur og fram, og tað var sannur høgtíðsdámur yvir tí, tá hon uppstásað kom í land í Havnini og steðgaði nakrar vikur fyri at vera saman við familjuni. Útisetaárini hevði Gunhild tætt samband við familjuna og við vinirnar, hon átti í Føroyum. Hon sendi pakkar, og tað var altíð hugaligt og uppmuntrandi at fáa kort og brøv við tí snotuligu hondskriftini.

Umstøðurnar hjá teimum, sum høvdu brek at dragast við av tí slagnum, sum Gunhild hevði, vóru ikki góðar í Føroyum tey árini, Gunhild var í Danmark. Ein teirra, sum stríddist nógv fyri at betra um umstøðurnar, var Karolina Petersen, og tá tað hevði eydnast henni at lata vistarheimið í Havn upp, kom Gunhild heim at búgva í 1969. Vistarheimið helt til í Fríðrik Petersens gøtu, og har var Gunhild í fleiri ár. Hon var glað fyri at vera komin nærri at sínum kæru, og henni dámdi væl, tá Karolina Petersen syrgdi fyri, at Gunhild og onnur, sum vóru í hennara støðu, fingu uppgávuna at røkja, sum nú verður útinnt á Frímerkjadeildini hjá postverkinum.

Tá Gunhild var 55 ára gomul fór hon suður til Froðbiar at halda hús hjá Jørgini Petersen. Tað dámdi henni stak væl. Nú hevði hon møguleikan at hugna um sítt egna heim, og árini, hon og Jørgin høvdu saman har suðuri, vóru stak góð.

Nú eru nøkur ár síðani Jørgin varð tikin burtur, og nú býr Gunhild á Ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, har tey eru sera góð við hana. Føðingardagin er hon stødd á Lágargarði í Havn.

At Gunhild hevur nátt so høgan aldur er í sær sjálvum eitt undur. Tá hon var barn og pápin var í Danmark fyri at vita, um hon kundi fáa heilsubót, fingu tey at vita, at hon fór neyvan at liva í meiri enn fjúrtan ár. Og tær ferðirnar eru mangar, tá hon hevur ligið lágt, og líkindini fyri, at hon skuldi koma á føtur aftur vóru smá.

Fyri fimm árum síðani helt Gunhild føðingardag á Hotel Hafnia. Har vóru fleiri talur hildnar, og ein teirra, sum hevur staðið Gunhild nær alt lívið, helt fyri, at hon var sum fulgurin Fønix. Altíð reisti hon seg aftur úr øskuni. Og síðani tey orðini vórðu søgd hevur Gunhild enn eina ferði ligið heilt lágt og hevur reist seg aftur.

Nú er lívssólin, sum hevur skinið so bjørt, komin langt vestur á luftina. Góða Gunhild: Vit eru mong, sum heilsa tær á 75 ára degnum og ynskja tær eitt blítt lívskvøld, samstundis sum vit takka tær fyri tað ljós, sum tú hevur verið. Skyldfólk


Henda sangin hevur Gunhild Guttesen yrkt. Beiggi hennara, Leivur Guttesen, gjørdi lag til sangin, sum hevur verið nógv sungin


Tað er ein kelda, rein og klár,

í henni grøðast syndasár.

Tann særda hon mær vísir leið,

Tú, Jesus, aldri svíkur, nei.


Eg sá Hann hanga krossi á,

mítt skuldarbræv á Honum lá.

Hann rópar hart: ?Tað er fullgjørt!?

Á, kæra sál, hvat undur stórt!


Í Jesusi eg friðin fann,

eg sá hans dýra blóð, tað rann

av krossinum, hin kelda reyð.

?Kom, tváa tíni sál? Hann beyð.


Hann grøða vil nú hvørja sál

og okkum føra fram á mál.

Hvør er tað gott at eiga Hann.

Hann ugga, styrkja, grøða kann.


Eg virka fyri Harran vil,

? tað verður bert eitt lítið bil,

til Hann í skýggjum koma skal

at heinta Síni uttan tal.


Skjótt lúðurhornið ljóða vil:

Kom hvør, ið hoyrir Honum til!

Og vilsta sál, til reiðar ver,

brátt dagurin at enda er.


Kom hvør ein sál, ið ófrelst er,

legg byrðina við krossin her,

og tak mót Jesusi í dag,

tí aldri tú vilt angra tað.