Herfyri kom okkurt av arbeiðarafeløgunum eftir, at Almannastovan er farin at mótrokna innvunna feriu, tá fólk søkja um dagpening vegna sjúku.
?Upplýst verður, at um tygum ikki halda feriu, verður tíðarskeiðið tygum hava innvunnið mótroknað í sjúkraskeiðnum?, stendur nú í brævinum, sum fólk fáa saman við umsóknarblaðnum frá Almannastovuni.
Feløgini hava kært nýggju mannagongdina til kærunevndina.
Ingeborg Vinther, forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, heldur tað vera púra óhoyrt við nýggju mannagongdini.
- Hetta er ógvuliga órættvíst, tí fólk mugu hava nakað at liva av, um tey eiga feriudagar til góðar. Tey verða ikki mett av feriuni, sigur Ingeborg, sum heldur tað vera løgið, at Almannastovan kann broyta reglurnar, og eingin kunngerð er gjørd um tað.
Feløgini halda eisini nýggja reglunar stríða beinleiðis ímóti feriulógini.
- Vit síggja enn eitt dømi um, hvussu munur verður gjørdur millum fatslønt og tímalønt. Fastlønt kunnu vera sjúk í tríggjar mánaðir við fullari løn, og feriu eiga tey kortini. Tímalønt fáa í sjúkrapengum 80% av tí, tey hava innvunnið seinastu fimm vikurnar í upp til 20 vikur, men nú skal ferian hjá teimum nú dragast frá. Tað góðaka vit als ikki, sigur Ingeborg.