amerikanarar hava trý hol, sigur Símun og peikar á ein blokk á borðinum. Hann nevnir eisini onnur einkul ting, sum eru øðrvísi í USA. AFS er sakin Símun gekk í 1. g á Kambsdali, tá hann av álvara byrjaði at umhugsa [...] sigur hann. Símun kom heimaftur á klettarnar meira enn 11 mánaðir eftir, at hann var farin. Men tað var als ikki torført at koma aftur. Hann fór í ein nýggjan flokk á Kambsdali og byrjaði aftur at venja
undirvísingartilfar á hesum øki. ?Tað skerst ikki burtur, at donsk og føroysk mentan eru heilt hvør sítt. Og tað ber ikki til at taka tilfar, sum er sprottið úr eini aðrari mentan, inn á okkum ókritiskt, [...] Hann vísir eisini á, at tað er ymiskt, hvussu skúlarnir fara fram, tá ið teir verða undirvístir í nøring og seksuallæru. ? Í summum skúlum verða hesir filmarnir vístir í 9. flokki. Á øðrum skúlum verða [...] í 7. flokki. Og at vísa teir fyri børnum í 7. flokki og at fóðra tey við slíkum, er at meta sum harðskapur ímóti børnum, tí tá eru tey ov lítil og og óbúgvin til at taka ímóti slíkum. Hann sigur, at bara
báðir hava luttikið í Prix Føroyar kappingum, umframt G-sus og gospelkórið VOX. Umframt hesar fýra bólkarnar luttekur eisini lovsangsbólkurin Prayz á konsertini. Av tí at bólkarnir eru sera ymiskir í tónleika-
Stjørna Sanne Salomonsen, Lars H.U.G og Guðrun Sólja Jacobsen eru milum teirra, sum skulu draga fólk til, tá TV2 og DR í næstum skipa fyri stuðulskonsert fyri krígsofrum í Irak. Hetta er greiða útmeldingin [...] útmeldingin í donskum miðlum, og tá hugt verður at, hvørji onnur nøvn eru við á konsertini, er greitt, at Guðrun er høgt í metum í hesum døgum. Í øllum førum verður hon her roknað fram um annars stór donsk nøvn [...] stórt tiltakið hjá sjónvarpsrásunum verður, er eitt sindur ilt at meta um. Danska Ekstra Blaðið skrivar á netinum, at enn eru ikki serliga nógv atgongumerki seld, og blaðið finst eisini at, at prísurin fyri
hevur liðið talst millum tey bestu, og nú tað veruliga stóð á, sýndu teir formatið. Ikki minst er tað hugkveikjandi, hvussu lágur miðalaldurin á liðnum er. Av heimligu leikarunum er tað helst bara Artur [...] meistarar á hvørjum ári, men tilfeingið í felagnum er somikið ríkt, at teir heilt víst fara at verða har, sum tað gongur fyri seg. Dysturin í tølum VÍF-StÍF 22-28 (11-13) Málskjúttar: VÍF: Áki G. Olsen 6(2) [...] teimum túsund, og frá fyrsta bríksli var sjónligt, at her stóð nakað væl meira enn tað vanliga ger upp á spæl. Longu fyrstu málini vórðu feirað í stórum stíli, sum var hvørt tað einasta mál avgerandi. Og tað
Johnfinn á Plógv í Sandavági, Meinhart Fríði Hansen úr Havn, hann hevur lært á Sp/f Snikkaravirkið hjá A.I.K. í Havn, Kristian Højgaard og Eyðstein Jacobsen úr Havn, teir hava lært hjá Sp/f Træsmiðjan G.L.T
Skálanum. Langa fríggjadag kl. 9.00: Sangur og lovprísan á S.D.G., kl. 16.00: Møti í Skálanum, kl. 20.00: Møti í Skálanum, kl. 23.00: Bønarnátt á S.D.G. Leygardagin kl. 15.00: Pallborðsfundur í Skálanum, evni: [...] Páskadag kl. 9.00: Sangur og lovprísan á S.D.G., kl. 14.00: Barnamøti í Skálanum, kl. 16.00: Møti, kl. 20.00: Møti. 2. páskadag kl. 9.00: Sangur og lovprísan á S.D.G., kl. 16.00: Møti í Skálanum, kl. 20 [...] er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
varð kappast í einmansleiki. Bert 24 teir ovastu á styrkilistanum sleppa við til FM í einmansleiki, men fleiri avboð gjørdu, at nakrir leikarar longri niðri á listanum sluppu upp i part. Fleiri av teimum hægst [...] hálvfinaluni vann Petur heili 5-0 móti Jan Midjord. Í hinari hálvfinaluni hittust Alvin Egholm og Remy G. Hansen. Á pappírinum ein spennandi dystur. Tað sást tó skjótt, at Alvin helst kom at draga longra stráðið [...] 1/4-finaluni, móti Gunnari Mouritsen & Jógvani Joensen. Í hálvfinalunum vóru á pappírinum fýra rættuliga jøvn pør. Tó vóru Remy G. Hansen & Páll Dam kanska "outsidearar" móti Alvin Egholm & Flemmingi Hansen
Mørkini verða sett, so barnið kann kenna seg trygt. So er ikki við harðskapinum. Harðskapur ger barninum ilt, og setir niður á sjálvsvirðið hjá barnin-um. Tá um harðskap ræður, er tað tann, sum slær, ið skal [...] atburður. T.d. at barnið slær eitt annað barn ella blakar seg hysteriskt á gólvið frammanfyri bommhyllina ella at tað blakar ein tallerk á gólv, tí tað ikki orkar at eta meiri. Mínar royndir eru, at tað er altíð [...] ávirkan á barnið. Tað hevur ikki gott av at verða sligið, og jú, tað kann taka skaða. Um ikki kroppsliga so sálarliga. Sjálvsvirðið hjá barninum ávirkast skeiva vegin av at vera sligið. Vit hava tørv á strammari
fær lítlan fyrimun) 14.Rixe4 Be7 15.Rig3! (Hvítur útnyttar rúmdina á borðinum, við at seta á e-finnuna, samstundis sum riddarin peikar á f5,h5 puntarnar og bispurin vendir sær ímóti konginum) 15...Fc7 16 [...] 16.Rfe1 Re8 17.Fe4 (Gevur svørtum fleiri veikleikar kring kongin 17...g6 18.Bc4 Kg7 19.Rixe5 (Djarvt, men hinvegin ikki besti leikur, tá svartur kann svara leikinum aftur við 19...Bg5! og støðan verður