Guðrun hjálpir krígsofrum

Saman við fleiri stórum nøvnum skal Guðrun Sólja Jacobsen nú taka lut í konsert, hvørs endamál er stuðla krígsofrum í Irak

Stjørna

Sanne Salomonsen, Lars H.U.G og Guðrun Sólja Jacobsen eru milum teirra, sum skulu draga fólk til, tá TV2 og DR í næstum skipa fyri stuðulskonsert fyri krígsofrum í Irak.
Hetta er greiða útmeldingin í donskum miðlum, og tá hugt verður at, hvørji onnur nøvn eru við á konsertini, er greitt, at Guðrun er høgt í metum í hesum døgum. Í øllum førum verður hon her roknað fram um annars stór donsk nøvn sum Brødrene Olsen og Sort Sol.
Akkurát, hvussu stórt tiltakið hjá sjónvarpsrásunum verður, er eitt sindur ilt at meta um. Danska Ekstra Blaðið skrivar á netinum, at enn eru ikki serliga nógv atgongumerki seld, og blaðið finst eisini at, at prísurin fyri hesi er so høgur sum 375 kr.
Hetta tykist tó ikki at nerva fyrireikararnar.
- Vit vóna sjávlandi, at talan verður um nøkur túsund fólk. Tey flestu hava ivaleyst skilt, at hetta kvøldið ikki snýr seg um, hvørja støðu tú hevur til kríggið, men um at stuðla teimum ofrum, sum altíð vilja vera í slíkum støðum, sigur Palle Steffensen, sum er samskipari av tiltakinum