Fríggjakvøldið 21. apríl verður so aftur tann árliga gospelkonsertin, sum HeimaMissións Ungdómur skipar fyri. Undanfarin ár hevur hon verið í Ítróttarhøllini í Runavík, men av tí Mentanarhúsið í Fuglafirði, ta seinastu tíðina, hevur fingið so gott ummæli at hava konsertir og líknandi tiltøk í, var avgjørt at royna hetta staðið í ár.
Bólkarnir sum vera við í ár eru: I am og MMM, sum báðir hava luttikið í Prix Føroyar kappingum, umframt G-sus og gospelkórið VOX. Umframt hesar fýra bólkarnar luttekur eisini lovsangsbólkurin Prayz á konsertini.
Av tí at bólkarnir eru sera ymiskir í tónleika- og sangstíli, kann ikki annað enn væntast at vit fáa eina sera fjølbroytta konsert.
Atgongumerki fáast við dyrnar.