Dart
Leygardagin varð kappast í einmansleiki. Bert 24 teir ovastu á styrkilistanum sleppa við til FM í einmansleiki, men fleiri avboð gjørdu, at nakrir leikarar longri niðri á listanum sluppu upp i part.
Fleiri av teimum hægst styrkismettu leikarunum livdu als ikki upp til styrkismetingina í bólkaspælinum, og eitt nú mátti Oddfinn Hansen (styrkismettur nr. 5) lúta fyri Jens Peturi Poulsen longu í 1/8-partsfinaluni, meðan Flemming Hansen (styrkismettur nr. 3) tapti móti Remy G. Hansen í 1/4-finaluni.
Petur Grønagarð hevði næstan verið einaráðandi í einmansleiki alt árið og hann spældi eisini sera væl hendan dagin og kom í finaluna uttan trupulleikar. Í hálvfinaluni vann Petur heili 5-0 móti Jan Midjord.
Í hinari hálvfinaluni hittust Alvin Egholm og Remy G. Hansen. Á pappírinum ein spennandi dystur. Tað sást tó skjótt, at Alvin helst kom at draga longra stráðið. Hann spældi sera væl hendan dystin, var stabilur og tryggur, tá møguleiki var at lukka settini. Alvin vann 5-2.
Finalan gjørdist ikki tað heilt stóra upplivilsi, hóast dysturin stóð millum teir báðar hægst styrkismettu leikararnar, Alvin Egholm og Petur Grønagarð. Tað sá út til, at Alvin hevði brúkt alt krútið í hálvfinaluni og Petur vann tí uppiborið finaluna 6-3 og endurvann harvið FM-heitið.
Tvímansleikur
Sunnudagin varð so kappast í tvímansleiki. Her var frí tilmelding, men bert 11 pør luttóku. Fýra tey ovast styrkismettu pørini spældu seg uttan stórvegis trupulleikar fram til hálvfinalurnar. Tó vóru Alvin Egholm & Flemming Hansen úti í einum hørðum dysti í 1/4-finaluni, móti Gunnari Mouritsen & Jógvani Joensen.
Í hálvfinalunum vóru á pappírinum fýra rættuliga jøvn pør. Tó vóru Remy G. Hansen & Páll Dam kanska "outsidearar" móti Alvin Egholm & Flemmingi Hansen, eftirsum hetta var fyrsta kappingin hjá Pálli hetta kappingarárið. Men í fleiri settum var tað júst Páll, sum skarðarði framúr, og tað endaði við, at Remy & Páll vunnu hálvfinaluna 5-2.
Í hinari hálvfinaluni spældu Petur Grønagarð & Henning Thomsen móti Jens Peturi Poulsen & Poul Poulsen. Hetta gjørdist ein sannur gysari, og tá komið var til 9. og avgerðandi settið, hingu nervarnir uttaná hjá øllum fýra leikarunum. Allir fýra høvdu møguleikan at avgerða dystin, men tað blivu Petur & Henning, sum tryggjaðu sær plássið í enn einari FM-finalu.
Finalan var alt annað enn væl leikt (møguliga vóru nervar orsøkin). Men spenningurin treit ikki. Øll 11 settini máttu spælast fyri at finna ein vinnara, og tá avtornaði høvdu Petur & Henning vunnið 6-5. Hetta var teirra triðja FM-heiti í tvímansleiki seinastu 4 árini.