Hann hevur spælt 76 ferðir á landsliðnum, hann hevur tamt spælarar sum Henry, Ballack og Gudjohnsen, og hann hevur sanniliga eisini gjørt eitt mál. Óli Johannesen er tann føroyski fótbóltsspælarin, ið [...] ið hevur spælt flestar landsdystir, og hóast hann nú er blivin 34 ára gamal, tekur hann enn eitt tørn sum verjuspælari og liðformaður á landsliðnum. Mikukvøldið byrjar nýggja EM-undankapping, og Óli skal
At Jóannes Eidesgaard hevur játtað at seta útimissiónsráðstevnuna kemur av, at hann hevur uttanríkismál sum málsøki. Undir uttanríkismálum er eisini menningarhjálp. Landsstýrið hevur nevniliga hækkað me [...] milliónir árliga. Stuðulin verður bæði brúktur til mennandi verkætlanir og vanlukkuhjálp. Heimamissiónin hevur í nøkur ár arbeitt við menningarhjálp millum gøtubørn í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Tað eru hjúnini
síðani hevur nógv stríð verið av hesum sama arbeiðsgevara. Hann brýtur sáttmálan javnan. Innímillum er so friður, men ongantíð leingi. Nú er tað so enda við, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið boð [...] seinastu hava onkrir arbeiðsgevarar fingið knívin á barkan frá Føroya Arbeiðarafelag. Nú aðalfundur hevur verið hjá Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna, at í allarflestu førum halda [...] sáttmálan einaferð afturat, verða teir boykottaðir uttan nakra sum helst ávaring. Í tí eina førinum hevur Føroya Arbeiðarfelag hgavt trupuleikar av einum ávísum arbeiðsgevara í fleiri ár. Fyrst vildi hann
Strandferðslsuni, at arbeiðið hevur gingið rættiliga væl og at tað er onki sum bendir á, at tíðarfreistirnar ikki fara at halda. Tó hava onkrir dagar eisini verið, har ið arbeiðið hevur verið darvað av arbeiðsósemjum [...] og harvið verður tað. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá Strandferðsluni, sum er í Spania og hevur eftirlit við byggingini, sigur, at tá ið skrokkurin er farin á sjógv, skal hann sleipast til eina [...] innrætta skipið og í oktober verður hann latin Strandferðsluni. Magnus Magnussen sigur, at Smyril hevur annars longu havt sínar fyrstu almennu gestir umborð. Tað hendi, nú landsliðið í fótbólti var niðri
frekt. Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur eisini eina greiða meining um skattalættan, sum hendan samgongan hevur lovað. ? Hesin skattalættin er tað reina makkverk og hann er so [...] gekk út uppá í valstríðnum. Men tað, sum hon hinvegin als ikki skilir, er, at javnaðarflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal við einum skattalætta, sum hesum. ? Hann kallar seg arbeiðaraflokk [...] lágløntu, men tað er beinleiðis frekt at koma við hesum. Undir ongum umstøðum Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur altíð verið ímóti at taka samráðingar upp um at halda aftur við lønarkrøvunum afturfyri at fáa skattalætta
Rasmussen, úr Grótinum í Klaksvík. Hann hevur fýra brøður: Jón í Grønlandi, Álvur í Havn og Páll og Steintór í Klaksvík. Steingrím er fyrrverandi maskinmestari og hevur siglt í stóru verð og við fleiri føroyskum [...] veðurfrøðingur í 1981 og fekk starv á Danmarks Meteorologisk Institut, har hann hevur arbeitt síðan tá. Í fleiri ár hevur hann har m.a. arbeitt saman við okkara veðurmanni Petur Skeel - inntil Skeel í 1991
mun til hvønnannan, so kann sigast, at Neistin kanska hevur eitt lítið sindur størri breidd í hópinum, meðan Søljan í Nicoletu Radu Hansen kanska hevur størsta einstaka profilin í Sunset-kappingini. Ein annar [...] annar týðandi leikari hjá vágakvinnum er Lina Andriylyte, sum áður hevur leikt við Neistanum, og tí kennir mótstøðuliðið sera væl. Vágskvinnur vilja hevna ósigurin Fyrra hálvfinalan millum VB og Stjørnuna [...] áskoðararnir hjá feløgunum báðum sótu sum á nálum. Higartil í hesum kappingárinum er tað Stjørnan, ið hevur verið omaná, og greipuvinnararnir frá í fjør tykjast sera sterkir í ár, men hinvegin so eru vágskvinnur
varðar av fosturtøkuøkinum í Føroyum. Landsstýrismaðurin hevur lítið gott at bera átakinum hjá Kamal Qureshi og Kvindeligt Selskab. ? Kamal Qureshi hevur eftir øllum at døma fullkomiliga miskilt ríkisfelagsskapin [...] um fosturtøkumálið. Nýggi landsstýrismaðurin á økinum hevur ikki verið so nógv úti um seg á fosturtøkuøkinum. Spurdur, hvørjar ætlanir hann hevur á fosturtøkuøkinum, svarar Hans Pauli Strøm, at fosturtøkulógin
Hoyíkarhøllini leygardagin. KÍF hevur annars hótt við at ota seg upp ímóti teimum heilt sterku liðunum, men hóast tær sprellaðu nakað hesaferð, so var tað ikki nóg mikið. TB hevur nevnliga framvegis eitt av [...] stigini til høldar. Á Kambsdali gekk tó ikki heilt soleiðis, sum fólk flest høvdu roknað við. Dráttur hevur í fleiri førum argað bæði TB og Mjølnir, og tí varð roknað við, at tær ikki skuldu hava stórvegis [...] meðan Dráttur hinvegin misti týðandi fet í kappingini um bronsuna, har tað annars fyrst og fremst hevur verið KÍF, sum tær hava kappast ímóti. Ein kapping, sum altso nú eisini er víðkað til at fevna um
Fimleikur Havnar Fimleikafelag hevur, sum størsta fimleikafelag í landinum, tikið á seg at skipa fyri kappingum innan felagið eins væl og at skipa fyri kappingum, har fimleikarar úr øðrum feløgum kunnu [...] kunnu luttaka. Nú Havnar Fimleikafelag hevur 95 ár á baki, er tað ein sannroynd, at bæði fimleikarar, venjarar og aðrir fyriskiparar eiga æruna, at felagið kann loyva sær at síggja fram til nógv góð fimleikaár [...] tiltak, ið sigast kann, reiðiliga at seta dám á fimleikaárið, er rútmukappingin, ið seinastu 4 árini hevur drigið mangar fimleikarar út á Stórheygg at sýna síni kynstur. Fimleikararnir, ið meldað til kappingina