Beinleiðis frekt at koma við einum skattalætta sum hesum

? Eg skilji ikki, at javnaðarflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal við einum skattalætta sum hesum, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðsmannafelag

Skattalætti

? Hetta er beinleiðis frekt.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur eisini eina greiða meining um skattalættan, sum hendan samgongan hevur lovað.
? Hesin skattalættin er tað reina makkverk og hann er so ósosialur, sum hann kann vera, sigur hon í stuttari viðmerking.
Hon sigur, at ætlanin hjá smgonguni ber í sær, at tey, sum hava lítla inntøku, fáa eisini lítið og onki í skattalætta, men tey, sum hava høgar inntøkur, fáa eisini høgan skattalætta.
? Eg skilji væl at sambandsflokkurin ikki tordi at kunngera, hvat skattlalættin gekk út uppá í valstríðnum.
Men tað, sum hon hinvegin als ikki skilir, er, at javnaðarflokkurin hevur skrivað undir eitt samgonguskjal við einum skattalætta, sum hesum.
? Hann kallar seg arbeiðaraflokk, so tað undrar meg stórliga.
Men er tað ikki rætt at broyta marginalskattin, so at skatturin av teimum einast forvunnu krónum, ikki verður so stórur.
? Vilja teir broyta skattastigan, skulu teir gera tað frá tí rætta endanum, so at tey, sum forvinna lítið, fáa ein lætta. men, sum er, verður byrjað í hinum endanum, so at tey, sum hava góða løn frammanundan, nú skulu fáa meiri, sigur Vígdis Johannesen.
? Undan valinum varð tosað um skattalætta til tey lágløntu, men tað er beinleiðis frekt at koma við hesum.

Undir ongum umstøðum
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur altíð verið ímóti at taka samráðingar upp um at halda aftur við lønarkrøvunum afturfyri at fáa skattalætta.
?Tað fara vit undir ongum umstøðum at vera við í, tí okkara uppgáva er at fáa limum okkara so góð kor sum gjørligt. Og nú samgongan kemur við hesum makkverkinum, kemur tað als ikki uppá tal, sigur Vígdis Johannesen.