Vit hava nú í longri tíð hoyrt vertin á morgunsendingini hjá útvarpinum ringja til donsku veðurstøðina DMI at vita hvussu veðrið verður í vikuskiftinum. Maðurin sum sigur frá er Alix Rasmussen
Alix Rasmussen er 51 ára gamal og klaksvíkingur, sonur Nancy, f. Mikkelsen, ættað úr Víkarbyrgi, og Steingrím Rasmussen, úr Grótinum í Klaksvík. Hann hevur fýra brøður: Jón í Grønlandi, Álvur í Havn og Páll og Steintór í Klaksvík. Steingrím er fyrrverandi maskinmestari og hevur siglt í stóru verð og við fleiri føroyskum fiskiskipum og farmaskipum.
Alix tók realprógv í Klaksvík í 1969 og studentaprógv í Hoydølum í 1972. Sum ungur var hann nakrar túrar til skips - til snellufiskiskap undir Íslandi við sluppini Sæborg og við Grunningi, til línufiskiskap við Fjallshamar og við Stellu Karina í Grønlandi og í Barentshavinum. Á landi arbeiddi hann eisini okkurt fyrifallandi: í Grótbrotinum og sum landingarmaður á Norðborg, har hann var kendur sum "grabbarin" - altíð av teimum fyrstu á krubbubotnin, tá saltfiskabátarnir vórðu landaðir, í ídnari kapping við aðrar unglingar. Ágrýtin grønur skóti hjá Vilhelm, men annars vóru flestu allar frítíðarløtur hildnar í Múla hjá ommusystrini Martinu og øðrum góðum múlafólkum!
Í 1973 fór hann til Danmarkar at lesa fysik-geofysik á universitetinum í Keypmannahavn. Hann bleiv útbúgvin veðurfrøðingur í 1981 og fekk starv á Danmarks Meteorologisk Institut, har hann hevur arbeitt síðan tá. Í fleiri ár hevur hann har m.a. arbeitt saman við okkara veðurmanni Petur Skeel - inntil Skeel í 1991 helt leiðina heim til Føroyar.
Alix er giftur við Vibeke, f. Jensen, úr Birkerød, tey búgva í Værløse og eiga tveir synir: Martin 19 ár og Thomas 11 ár.









