Nýggi Smyril
Arbeiðið at byggja nýggja Smyril gongur framvegis sum ætlað.
Og nú er dagurin farin at nærkast, har skrokkurin skal á flot.
Dagurin, tá ið skrokkurin skal á sjógv er ásettur at vera 19. mars.
Tað dámar kanska ikki teimum, sum eru full í patrúgv, tí tað er ein fríggjadagur- men tað hugsa spaniólar ikki so nógv um og harvið verður tað.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá Strandferðsluni, sum er í Spania og hevur eftirlit við byggingini, sigur, at tá ið skrokkurin er farin á sjógv, skal hann sleipast til eina aðra skipasmiðju hjá sama felag, har yvirbygningurin skal setast omaná.
Síðani verður farið at innrætta skipið og í oktober verður hann latin Strandferðsluni.
Magnus Magnussen sigur, at Smyril hevur annars longu havt sínar fyrstu almennu gestir umborð.
Tað hendi, nú landsliðið í fótbólti var niðri í Spania, at teir vóru á skipasmiðjuni og hugdu eftir nýggja suðuroyarskipinum.
Teir vórðu eisini avmyndaðir á dekkinum og tann myndin skal rammast inn og hongjast onkustaðni
umborð.
Annars sigur tekniski leiðarin á Strandferðslsuni, at arbeiðið hevur gingið rættiliga væl og at tað
er onki sum bendir á, at tíðarfreistirnar ikki fara at halda.
Tó hava onkrir dagar eisini verið, har ið arbeiðið hevur verið darvað av arbeiðsósemjum í skipasmiðjuni, men tað hava bara verið einstakar dagar.
Og tá ið arbeiðsósemjur eru í suðurlondum, gongur tað munandi harðari fyri seg enn her hjá okkum og ta einu ferðina komu arbeiðsfólk á skipasmiðjuni í rættiligan bardaga við løgregluna. Og tað endaði við, at løgreglan brúkti táragass ímóti verkfalsfólki og skeyt tey við gummikúlum uttan fyri portrið til skipasmiðjuna.










