Langt úti. Óhoyrt. Nassvíst. Hans Pauli Strøm er landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og hann varðar av fosturtøkuøkinum í Føroyum. Landsstýrismaðurin hevur lítið gott at bera átakinum hjá Kamal Qureshi og Kvindeligt Selskab.
? Kamal Qureshi hevur eftir øllum at døma fullkomiliga miskilt ríkisfelagsskapin. Kjarnan í ríkisfelagsskapinum er, at Føroyar og Danmark í hvør í sínum lagi skipa síni viðurskifti, og vit blanda okkum ikki í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum, heldur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin vísir á, at allir tríggir partarnir í ríkisfelagskapinum hava hvør sína mentan og siðvenju á fleiri økjum, har í millum eisini á fosturtøkuøkinum, og tí er neyðugt at virða tær ymisku skipanirnar í ríkisfelagsskapinum.
?Tað er alneyðugt, at partarnir í ríkisfelagsskapinum virða hvønn annan, og virða tær skipanirnar hjá hvørjum øðrum, og at vit lata vera trýsta skipanir yvir høvdið á hvørjum øðrum, vísir landsstýrismaðurin á.
Góð balansa
Annar av undangongumonnunum hjá Hans Paula Strøm, miðflokkamaðurin Bill Justinussen, var fleiri ferðir í andróðri farna samgonguskeið um fosturtøkumálið. Nýggi landsstýrismaðurin á økinum hevur ikki verið so nógv úti um seg á fosturtøkuøkinum.
Spurdur, hvørjar ætlanir hann hevur á fosturtøkuøkinum, svarar Hans Pauli Strøm, at fosturtøkulógin, ið er frá 1956, treingir at verða dagførd.
?Fosturtøkulógin treingir til at verða dagførd, men av teimum málum, eg arbeiði við í løtuni, stendur hetta ikki fremst. Eg kann ikki siga, at eg havi ítøkiligar ætlanir um at dagføra lógina alt fyri eitt, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann leggur afturat, at hann heldur, at tað er ein góð balansa millum afturhaldandi lóggávuna á økinum og tey neyðugu fyrilit, sum siðvenja er fyri at taka fyri støðuni hjá kvinnuni í Føroyum.