Ein stevna fyri øll

Lagt er upp til eina víttfevnda og spennandi skrá, tá fyrsta útimissiónsstevnan av slíkum slagi verður í Leguhúsinum í Nesvík dagarnar 8. til 10. september. Løgmaður fer at seta stevnuna.

At Jóannes Eidesgaard hevur játtað at seta útimissiónsráðstevnuna kemur av, at hann hevur uttanríkismál sum málsøki. Undir uttanríkismálum er eisini menningarhjálp.
Landsstýrið hevur nevniliga hækkað menningarstuðulin til 2,7 milliónir árliga. Stuðulin verður bæði brúktur til mennandi verkætlanir og vanlukkuhjálp. 
Heimamissiónin hevur í nøkur ár arbeitt við menningarhjálp millum gøtubørn í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Tað eru hjúnini Jórun og Nurlan Malaikev, sum standa fyri arbeiðinum har yviri. Í løtuni hava tey eini seks hjálparfólk afturat sær, sum koma frá ymiskum londum, eisini úr Ukraina. 
Í arbeiðinum millum foreldraleys børn og gøtubørn, er arbeiðið hjá Heimamissiónini eitt sokallað NGO arbeiði. NGO stendur fyri Non Govornment Organisation. Tað merkir millum annað, at tað er eitt humanitert og ópolitiskt arbeiði, sum verður gjørt fyri at hjálpa gøtubørnunum.
Ætlanin við stevnuni er tí eisini at kveikja áhuga og kalla til missión á øllum økjum í kirkjuligum samanhangi.
 
 Veruleikin
Ætlanin við stevnuni er at kveikja áhuga og kalla til missión á øllum økjum í kirkjuligum samanhangi.
Á stevnuni verður eisini kunnað um teir ymsu møguleikarnar og avleiðingarnar av at fara út sum trúboðarar. 
Missiónsboðini umfata øll, og tí vera tiltøk fyri allar aldursbólkar, ung sum gomul. Komið verður inn á viðurskifti frá veruleikanum, bæði áðrenn, meðan og eftir at trúboðarar hava verið úti í tænastu.
Við á stevnuni verða nógvir núverandi og fyrrverandi trúboðarar, umframt onnur, ið hava styttri royndir innan missión og hava stuðlað undir virksemið ígjøgnum nógv ár.
Stevnan fer at hava nógv at bjóða øllum aldursbólkum.
Her verður undirvísing, møti, áhugatímar, pallborðsorðaskifti, kunning um missiónsskúlar og felagsskapir, workshops og leikir.
Fleiri framsýningar verða eisini, m.a. mentanarsýningar við mati, klæðum og ymsum frá gerandisdegnum í fremmandum londum og mangt annað.