fólk í arbeiði. Ólavur Ellefsen sigur, at tað er øgilig styrki at hava løgmann við fyri at lata hurðar upp. Eg hevði m.a. fund við leiðsluna í ONGC, sum er tað stóra almenna oljufelagið og sum stendur 80% [...] fyri eina lítla fyritøku sum hansara at fylgja við og vera úti um seg úti í heimi. Eg havi hoyrt um atfinningar móti okkara vitjan í India heimaífrá. Og til tað kann eg bert siga, at tað er ótrúliga vánaligt [...] sáttmálar undir vitjanini og hesir fevna um skeið og venjing innan olju í telduhøpi. Ólavur sigur, at India er sera áhugavert at vitja, tí tey leggja seg nógv eftir at útbúgva fólk. Tey tosa væl enskt, og føroyingar
Svøríki er ein trý ára gomul genta deyð av vatnkoppum, og tað er so sjáldsamt, at tað eru bara tveir tilburðir í hvørjari øld, siga svensku læknarnir. Aftonbladet skrivar, at tann trý ára gamla gentan fekk [...] heiladeyð. Læknarnir á sjúkrahúsinum í Linköping siga, at gentan hevði fingið sera sterkan bruna av vatnkoppunum, og at tað er ógvuliga sjáldsamt. -Hetta er sera óvanligt. Eg havi ongantíð sæð tað fyrr, og eg [...] Teir væntaðu kortini, at tað fór at laga seg eftir einari viku, so gentan slapp heim við foreldrunum. Men seinni sama dag versnaði gentan, og tann 20. februar var hon so ring, at foreldrini gjørdu av at
Tað er lítið hugaligt at vera Ibrahim al-Jaafari í hesum døgum. Aftan á valið herfyri vann hann atkvøðugreiðsluna um forsætisráðharrastarvið í Irak við einari atkvøðu í meiriluta, men í dag hevur hann [...] hann lítla undirtøku í tinginum. Sunnimuslimarnir, kurdarnir og teir smáu flokkarnir styðja hann ikki longur og vilja hava hann frá. Sunnimuslimarnir fýlast á, at forsætisráðharrin hevur einki gjørt fyri at [...] februar. Í hevndarálopunum hava meiri enn 500 fólk latið lív, nógv tey flestu sunnimuslimar. -Irak er farið úr øskuni í eldin. Al-Jaafari hevur ikki megnað at steðga áganginum, sum kann enda við borgarakríggi
vera freistandi, tað er ofta ómakasleysari og gevur størri rásarum, men er tað ikki í samsvar við demokratisku hugsjónina. Ein ábyrgdarfull pressa, kritisk mótvegis politiska valdinum er neyðug til tess at [...] tíð áðrenn henda er búgvin til endaliga støðutakan, og áðrenn málið er politiskt fastlæst. Dagsskráin á fundinum skal vera opin og snúgva seg meiri um tilgongdina enn um úrslitið. Er hesin opinleiki ikki [...] ella álopsstøðu. Endamálið er at læra og skilja. Dialogur er ikki kjak. Dialogur millum politiska myndugleikan og borgaran krevur tíð, orku, vilja og hegni. Líka so sjálvsagt tað er, at politiski myndugleikin
sjálvandi tað, at eg fekk hana í jólagávu. At fáa eina góða bók í gávu er eitt tað besta, eg veit. Tað er sum at fáa góðar løtur. Og hvat er eitt gott lív annað enn úrslitið av nógvum góðum løtum? [...] skrivaði forrestin eina størri uppgávu um spælimenninar, sum fekk heitið: Godhed er for helvede en realitet. Og tað er okkurt um tað, ha? Annars var eg, sum so mong onnur, sera hugtikin av bygnaðinum og [...] hevur nokk verið Lítla Gumman eftir Elsu Beskow, sum mín góði abbi las fyri mær, tá ið eg var lítil. Gumman hevur eitt heilt serligt pláss í okkara familju, og hon vekir góð barnaminni. Abbi er langt síðan
Havnina. Sjálvsagt er tað eingin av okkum, sum í rama álvara vil halda, at rútmiskur og haldgóður framburður er av tí ónda og hóttan móti tí lívsformi og mentan, sum um okkara leiðir er sjálvt støði undir [...] skjótast gjørligt at yvirtikið heilsuverkið og almannaverkið, tí sama dag, tað er gjørt, er "tilskudsordningen" farin í søguna. Eftir er so tað, sum ikki kann gerast upp í krónum og oyrum. Teir ósjónligu træðrirnir [...] øll av fótum - tó ikki formannin í Tórshavnar býráð, tí hann segði, at hetta var kærkomið. Jú, tað er kærkomið, um okkara býráð setur eina nevnd við "góðum og klókum havnarfólki" at gera metingar um, hvussu
at vinna 7-2 seinastu tíggju minuttirnar, gjørdist talan um veruligan stórsigur hjá VÍF. Alt er opið Og so er oddastríðið framvegis púrasta opið. VÍF hevði sum so slettis ikki ráð at tapa dystin mikukvøldið [...] Men hon er hinvegin av tí heilt torføra slagnum. Á útivølli móti StÍF í einum dysti, har bæði liðini væl kunnu spæla fyri finalusessinum. Tað líkist í øllum førum einum sonnum gysara, og so er spurningurin [...] hesum tóktist FM-finalan at liggja beint til høgra armin hjá felagnum, men við tveimum tapum á rað er hetta pláss av álvara komið í vanda. 5-1 verjan avgerandi Ikki minst mundi tað órógva náttarsvøvnin
Ung Stjørnuskot, har Jóannes Lamhauge eisni er við. Hann er kendur frá sangleikinum um litfagra kotið. Tá tey eru á palli, verður eisni eitt myndashow víst, ið er úr Manilla. Og Ludnilla úr Ukraina vísir [...] tað er longu eydnast fólkunum frá Skandinavisku Barnamissiónini at fáa eini 60 faddrar í Føroyum, og teimum vil eg fegin takka, leggur Angela dent á. Hjálp ella deyði Og ongin ivi er um, at hetta er nakað [...] nýggjar sangir til konsertina. FELA er bólkur við trimum systrum, ið syngja. Magni Christiansen. Sigrið Rasmussen. Ung Stjørnuskot, har Jóannes Lamhauge eisni er við. Hann er kendur frá sangleikinum um litfagra
fyri Føroyar. Hetta er ógvuliga jaligt og rættir hond út til felags lógvatak, einum betri samfelagi at frama. Málið er at Føroyar skal vera heimsins besta land í 2015. Um talan er um at vit skulu búgva [...] samfelag á Ólavsøku 2015 er nú væl minni enn 10 ár, áðrenn hesin dagur er á okkum. Nú eru so strategibólkarnir mannaðir. Tónlistafólk eru ikki at hóma í hesum bólkum, hóast tað er á tónlistaøkinum at Føroyar [...] stuðla sínum listafólkum á allarbesta hátt! Er hetta so í Føroyum í dag? Svarið er tíverri eitt rungandi nei. Á øllum økjum haltar. Stuðulsskipanin til list er láturliga lág, samanborið við onnur lond her
vegastrekkini og gera brúk av kavaplónni. Út frá hesum er greitt, at arbeiðið er vorðið meiri effektivt. Og okkara meting er eisini, at arbeiðið er ikki vorðið verri við tíðini, men heldur betri, varð sagt [...] ella um eitt vegastrekki er stongt av omanlopi ella øðrum. 400 uppringingar um tíman Síðani fráboðanirnar um koyrilíkindini byrjaðu av álvara fyri meiri enn 26 árum síðani, er tørvurin á hesum øktur munandi [...] Meðan teirra uppgáva áður var meiri býtt sundur, er hon í dag løgd um, soleiðis at teir í roynd og veru gera trý arbeiðir samstundis. Teirra uppgáva er í fyrsta umfari at kanna, hvussu líkindini eru. Men