Føroyingur læra indarar at leita eftir olju

Lítla føroyska fyritøkan Simprentis, sum heldur skeið í oljufrálæru, hevur eftir øllum at døma fingið samstarv við risastóra almenna indiska oljufelagið, ið hevur 350.000 fólk í arbeiði.

Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Millum luttakararnar á Indiaferðini var eisini Ólavur Ellefsen, stjóri í fyritøkuni Simprentis, sum nú í fleiri ár hevur roynt seg á einum fyri føroyingar heldur óvanligum marknaði, nevniliga skeiðvirksemi í oljuvinnuni. Eftir at hava verið við til at útvikla eitt serstakt telduprogramm, sum hevur til endamál at læra fólk grundreglar og innlit í eitt nú oljuleiting, hevur Ólavur Ellefsen gjørt eitt stórt arbeiði fyri at marknaðaføra hesa heldur sjáldsomu vøruna í útlandinum. Hann hevur verið í fleiri londum og hildið skeið eitt nú í Suðuramerika. Hesaferð stóð skjóttvaksandi og risastóra indiska oljuvinnan fyri tørni. Almenna indiska oljufelagið hevur 350.000 fólk í arbeiði.

Ólavur Ellefsen sigur, at tað er øgilig styrki at hava løgmann við fyri at lata hurðar upp. Eg hevði m.a. fund við leiðsluna í ONGC, sum er tað stóra almenna oljufelagið og sum stendur 80% av allari oljuframleiðsluni. Ein av orsøkunum til at gekk so væl og skjótt hjá Ólavi at koma í samband við nakrar av ovastu leiðarunum har var tann, at løgmaður hevði boðið teimum til móttøku kvøldið fyri.

-Tað hevur gingið sera væl. Eg havi verið til fýra fundir og tríggir teirra hava verið sera góðir. Hóast hann ikki hevur undirskrivað sáttmála, so kennir Ólavur tað so, at hann hevur gjørt tríggjar sáttmálar undir vitjanini og hesir fevna um skeið og venjing innan olju í telduhøpi.

Ólavur sigur, at India er sera áhugavert at vitja, tí tey leggja seg nógv eftir at útbúgva fólk. Tey tosa væl enskt, og føroyingar skilja helst betri tann indiska kulturin enn t.d. tann kinesiska, um valið skuldi staðið millum hesi londini. Ólavur heldur tað vera týdningarmikið eisini fyri eina lítla fyritøku sum hansara at fylgja við og vera úti um seg úti í heimi. Eg havi hoyrt um atfinningar móti okkara vitjan í India heimaífrá. Og til tað kann eg bert siga, at tað er ótrúliga vánaligt, at tað eru røddir í Føroyum, sum hava so ilt av, at man fer út í verðina. Vit rinda sjálvir fyri ferðina, og eg meti hetta at vera eina skilagóða íløgu fyri mína fyritøka, so tann atfinningarnar móti ferðini, eru eitt skot langt við síðuna av.