Góða Elin Heinesen.
Tað var vælgerandi at lesa tína kvikligu og góðu grein um byggiætlanina
við Stóravatn norðan fyri Havnina.
Sjálvsagt er tað eingin av okkum, sum í rama álvara vil halda, at
rútmiskur og haldgóður framburður er av tí ónda og hóttan móti tí lívsformi
og mentan, sum um okkara leiðir er sjálvt støði undir sømiligari tilveru.
Men, um toran slær niður ein góðan sólskinsdag, verða vit so avgjørt kløkk og kanska
eisini bangin. Mær kemur fyri, at soleiðis sum hetta milliard-projektið við Stórutjørn
kom upp, ber tað brá av einum viðbragdi, einum "snupptaki", sum tók okkum flest
øll av fótum - tó ikki formannin í Tórshavnar býráð, tí hann segði, at hetta var
kærkomið.
Jú, tað er kærkomið, um okkara býráð setur eina nevnd við "góðum og klókum
havnarfólki" at gera metingar um, hvussu hetta fyri verandi og komandi ættarlið
so viðkomandi projekt kann fremjast.
Sig mær, hvar finna vit vøkstur, sum trívist og mennist, um góða umhvørvið
verður órógvað ella oyðilagt, ella um hann verður skriktur upp við rót ?
Betonskrímslið gjørdi sína entré, tá sjálvt hjartað í okkara lítla býi varð neyðtikið
av náðileysum kapitali. Fyri 75 árum síðani vórðu tey smáu húsini í Gongini beind burtur
við sleggju og hakkara og spaka og trillubøru, og Sjóvinnubankin stoyptur í staðin;
og tað í eini tíð, tá hungur og hall pikkaðu uppá.
Skrímslið gjørdi eisini vart við seg, tá kapitalurin á sinni stoypti miðbýin og Várharra
í betonblokk. Og so nú, í dag, eru vit kunnað um eitt megaprojekt, sum, um skeivt verður
atborið, fer at múra okkara sál í beton-getto í tí vøkru náttúruni norðanfyri Havnina.
Og hvat verður so tað næsta, kunnu vit spyrja?
Um ikki vit og skil sleppur framat, so kunnu vit ímynda okkum, at eitt nú Klaksvík fer
at elta Havnina við einum uppaftur "flottari og hægri" háhúsi fyri at steðga fráflytingini;
fyri ikki at tosa um tey mongu húsini, sum fara at standa tóm úti á bygd.
Vøggan, sum hjá mongum stóð í bjørgum og skorum, verður flutt i 10-hædda múrblokkar.
Tá verður kalt í Føroyum.
*
Elin, tú skrivaði eina grein í "Historie og Samfundsfag" í nov. 2001, sum hevur verið á
heimasíðuni í meira enn 4 ár. Í støðum tykist hon at vera inspirerað av Jørgen-Frantz Jacobsen
(Danmark-Færøerne), meðan hendan annars so drúgva greinin í øðrum støðum er í so lakonisk.
Tú skrivar t.d. einastaðni, at tað var "bankasakin" sum "skilte vandene", tí tað vísti seg, at
"Den Danske Bank havde snydt færingerne for milliarder".
Hetta milliardasnýtið veit eg einki um, men um hetta skal skiljast soleiðis, at hesar milliardirnar,
sum tú sigur, bankin skal hava snýtt, gjørdu tað, at samfelagið, alt sum tað var, fór á heysin, so eri eg bangin fyri, at tú ert skeivt informerað.
Landskassin og harvið tað føroyska samfelagið, fór á heysin orsakað av veðhaldslógum,
láni-og stuðulslógum, lógum um skipaupphøgging og royndarfiskiskap v.m., við at kalla ongari
almennari umsiting. Og her tosa vit um løgtingslógir og kryplaða meginumsiting, sum kom at kosta skattaborgarunum ótaldar milliónir. - Tað var "ondets rod", Elin. Og als ikki "tilskudsordningen" til
heilsu- og almannaveitingar til okkum, sum í Føroyum búgva.
Tú sigur eisini - kanska í so kryptiskt -, at "sambandspartierne har nydt godt af tilskudsordningen til
den færøske befolkning". Fyri ordans skuld kann eg siga tær, at í 1987 atkvøddi Sambandsflokkurin
nei til "tilskudsordning", sum kom í gildi 1. januar 1988.
Tað verður støðugt framhildið, at tað eru tey fíggjarligu homlubondini ("tilskudsordningen"), sum oyðileggja áralagið í róðuri saman við Danmark. Jamen, so áttu vit skjótast gjørligt at yvirtikið
heilsuverkið og almannaverkið, tí sama dag, tað er gjørt, er "tilskudsordningen" farin í søguna.
Eftir er so tað, sum ikki kann gerast upp í krónum og oyrum. Teir ósjónligu træðrirnir. Hvussu fara vit t.d. at varðveita og menna okkkara mentan, okkara andslív, og her hugsi eg fram um alt um alheims bókmentir, sum vit øll sleppa fram at við tí danska málinum, sum vit -enn- duga bæði at lesa og skriva og hugsa. Skulu vit eisini her finna lappaloysnir, sum bert tey fáu kunnu njóta?
Eisini eg havi notið góð ár í Danmark. Og a propos, var tað ikki Jóannes bóndi, sum yrkti tann
vakra sangin um Danmark: "Eg veit eitt land"?