Hugburðurin til lógarsmíð má broytast

Turið Debes Hentze hugleiðir á Tinghelluni hesa ferð um, hvat skal til, um fólkið í framtíðini skal kenna seg eiga størri lut í lógarsmíðinum. Eitt nú sigur Turið, hvat hon heldur fyritreytina vera fyri, at ein borgarafundur skal verða væl eydnaður

Turið Debes Hentze

Respekt
Tá Poul Nyrup Rasmussen, danskur ráðharri, á Føroyavitjan síni á sinni helt fyri, at føroyingar og danir skuldu tosa saman sum to jævnbyrdige parter med gensidig respekt, vóru nógv sum rystu við høvdinum. Hvat billaði hann sær inn  jævnbyrdige parter! Muslimar skilja heldur ikki orðini hjá Anders Fogh Rasmussen, danska forsetismálaráðharranum, nú hesin tosar um talufrælsi, virðing og dialog  og gera meiri enn bert rista við høvdinum.
Okkara egnu politikkarar brúka eisini slagorðini góður dialogur og respekt um ein politiskan veruleika, sum sjáldan samsvarar hesum. Hvar er respektin og dialogurin mótvegis lorvíkingum, nú hesi við borgarafundi ditta sær at seta kílar í og seinka ætlan landsstýrismansins. Fólk í Lorvík stríðast í hesum døgum ikki bara fyri einum tunnli, men eisini fyri virðing. Virðing fyri teirra sjónarmiðum, og virðing fyri teirra sjálvsagda rætti at bera hesi sjónarmið uttan at verða skýrd, krevjandi, ómøgulig, forkelað osv. Tað átti at verið so sjálvssagt, at tey sum avgerðirnar raka, eisini fáa høvi at ávirka hesar.
Løgtingslimir søgdu seg eisini respektera tey samkyndu javnbjóðis øðrum borgarum, og noktaðu teimum tí revsirættarliga minnilutaverju. Tilvitað ella ótilvitað kann ein billa sær og øðrum inn, at ein vísir respekt og soleiðis seta seg í eitt gott ljós, men enn havi eg so ikki hoyrt nakran samkyndan í Føroyum siga, at viðferðin kendist respektfull.
Visión 2015
Vit kenna tað so væl. Tann sterk­ari definerar tørvin hjá tí veikara. Tann einstaki borgarin kennir seg eisini ofta maktarleysan og lítið virdan í samskiftinum við politisku myndugleikarnar. Tað er tí at gleðast um, at løgmaður í síni visión 2015 sigur, at fortreytin fyri, at visiónin ikki bert gerst ein dreymasjón er, at undirtøka fæst frá øllum liðum í samfelagnum  ikki minst áhugafeløgum og tí einstaka borgaranum. So er kortini vón fyri framman.
Opinleiki og gjøgnumskygni
Opinleiki og gjøgnumskygni eru eisini politisk slagorð. Opinleiki merkir ein politiskur vilji at læra og lata seg ávirka av nýggjum sjónarmiðum. Politiskt gjøgnumskygni, at borgarin veit, hvat politiska valdið ger, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. At arbeiða politiskt í tí dulda kann ivaleyst vera freistandi, tað er ofta ómakasleysari og gevur størri rásarum, men er tað ikki í samsvar við demokratisku hugsjónina. Ein ábyrgdarfull pressa, kritisk mótvegis politiska valdinum er neyðug til tess at tryggja gjøgnumskygni, og opinleikin má tryggjast við eini politiskari tilvitan um týdningin av opinleika og ábyrgdina fyri hesum..
Eftir mínum tykki liggur her nógv á láni, og hugburðurin til eitt nú lógarsmíð má broytast munandi um orðini í visión 2015 um undirtøku frá øllum ikki skal gerast til skammar. Ikki minst tíðarhorisonturin í lógargerðini eigur at vera ein heilt annar, um ásannað verður at serkunnleikin í nógvum málum í størri mun liggur úti hjá fólkinum enn hjá teimum fáu handa skrivaraborðini. Opinleiki og gjøgnumskygni átti at havt góðar møguleikar í hesum lítla landi.
Borgarafundur
Borgarafundurin er bert væleydnaður um borgarin kennir seg virdan, hoyrdan og skiltan  og veit, at politikkarin, sum lurtar, eisini trýr tí, sum sagt verður  og ikki bara veit betur. Hetta skuldi verið so líkatil, men er tað ikki. Ikki í millum einstaklingar og enn minni í samskiftinum millum einstaklingin og makt­bastiónirnar í samfelagnum, sum myndugleikarnir og lóggevararnir jú eru.
Dialogur krevur, at partarnir kenna seg á jøvnum føti  kenna seg hoyrdan. Politikkarin skal tí, vitandi um maktpositión sína sum lóggevari ella t.d. kommunalur myndugleiki, kunna tryggja borgaranum at lurta verður eftir teimum sjónarmiðum og upplýsingum, sum framkoma. Hetta gerst ikki bara við orðum, men við at fyriskipa so, at borgarin fær eina grundaða kenslu um politiskan opinleika.
Endamálið við fundinum er at fáa fram allar upplýsingar og áhugamál, sum kunnu hugsast at hava týding í málinum, og er tí avgerandi, at fundurin ikki bert snýr seg um at leita fram ávísar upplýsingar at nýta til eitt frammanunan snævurt definerað endamál. Borgarin skal kenna medeigaraskap til úrslitið, og hetta skal tann vælskipaða tilgongdin fram móti einum úrsliti tryggja.
Við øðrum orðum skal ætlanin leggjast fyri borgaran, í góðari tíð áðrenn henda er búgvin til endaliga støðutakan, og áðrenn málið er politiskt fastlæst. Dagsskráin á fundinum skal vera opin og snúgva seg meiri um tilgongdina enn um úrslitið. Er hesin opinleiki ikki, kennist fundurin sum politisk gíslatøka ella sum sjónleikur fyri fólki. Somu kenslu, sum ein fær, tá liðugtsmíðað lógaruppskot í stórum skundi verða send til hoyringar við fáar daga svarfreist.
Endaligu avgerðina hevur politiski myndugleikin, men borgarin sum kennir seg hoyrdan og skiltan kann nógv betur góðtaka eitt úrsliti sum gongur ímóti, tí eigaraskapskenslan er ikki knýtt at úrslitinum alleina.
Dialogur
Orðið dialogur verður nógv misbrúkt. Í dialogi snýr seg ikki um at hava rætt ella skeivt og at argumentera fyri sjónarmiðum, men um at lurta og greiða frá, hvussu hvør í sínum lagi sær veruleikan. Í dialogi finnast fleiri veruleikar, og hava partarnir tí ikki fyri neyðini at vera í verju- ella álopsstøðu. Endamálið er at læra og skilja. Dialogur er ikki kjak.
Dialogur millum politiska myndugleikan og borgaran krevur tíð, orku, vilja og hegni. Líka so sjálvsagt tað er, at politiski myndugleikin ella valdi politikkarin hevur endaliga avgerðina, líka so sjálvsagt átti tað at verið, at politikkarin veruliga lurtar eftir borgaranum, sum raktur verður av teimum avgerðum og lógum, sum tiknar vera. Tann fólkavaldi politikkarin hevur sína privatu dagsskrá, sum er at veljast aftur, men henda má ikki skugga fyri, at politikkarin er til fyri fólkið og ikki øvugt.