Nú hevur FM rundað Klakkin

Tað var tógvið stríð, men at enda eydnaðist tað klaksvíkingum við Árna Frederiksberg sum høvuðsleikara at fáa bilbukt við sera væl skipaða verjuspælið hjá EB/Streymi

Sunnudagin vann KÍ 6-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina varð fyrsta málið skorað í áttanda minutti.

 

Í góða heystarveðrinum í Hólmanum á Eiði í kvøld gekk tað leingi heilt øðrvísi. Heimaverjan var øgiliga væl skipað, og tað gekk illa hjá KÍ at vinna seg til upplagdar málmøguleikar, tí tað var so trongt í heimabrotsteiginum, har ofta allir heimamenninir uttan Búi Egilsson vóru.

 

Mynstrið var tað sama eftir steðgin, men tá eydnaðist tað KÍ at fáa hol á, og tað endaði við 3-0 KÍ sigri. Úrslitið ber við sær, at KÍ undan fýra teimum síðstu umførunum er níggju stig og betri málmun frammanfyri NSÍ, sum er næsti og einasti avbjóðarin í kappingini um meistaraheitið. Sunnudagin fara klaksvíkingar út á Svangaskarð. Tá hava teir møguleika at leggja meiri enn aðra hondina á FM steypið, og so eiga teir 07 Vestur í Sørvági og TB í Klaksvík, áðrenn tað verður rundað av við NSÍ í Runavík. 

 

Smáir 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið Árni Frederiksberg setti hol á. Eftir horna úr vinstru støkk bólturin út aftur til skjúttan, sum úr spískum smekkaði til, og bólturin streyk eftir vøllinum og í handara síðunetið.

 

Árni var dagsins maður, og hann átti eisini stóran lut í hinum málunum. Í fyrra førinum spældi hann úr høgru Filip Brattbakk leysan mitt fyri og á brotsteigarmarkinum. Filip smekkaði til, og bólturin streyk eftir vøllinum og fór í málið.

 

Og Árni Frederiksberg staðfesti trivaliga sigurin við røttum Árnasparki, tá ið hann úr høgru og við hornasparki sendi bóltin dygst undir tvørtræið og í handara síðunetið.

 

-Vit spældu ímóti KÍ, sum er gott lið og við nógvum milliónum aftanfyri seg, sum vit ikki eiga. Fyrri hálvleikur var góður hjá okkum, og í seinna hálvleiki skoraðu teir akkurát ov tíðliga, tí eg haldi, at tað kendist á teimum, at teir so spakuliga vórðu frustreraðir. Um tað bara er eitt mál á muni, so er tað framvegis lív í, men teir skoraðu til 2-0 dygst undan, at vit skiftu út, og so var tað liðugt, sigur Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi.

 

-Tá ið mótstøðuliðið er í 7-3-0 útgávu, so er tað torført. Tað ráddi um at hava tol og flyta bóltin soleiðis, at teir runnu og møddust. Tað eydnaðist, og so vistu vit, at tað fór at eydnast at skora, og so endaði tað soleiðis, sum tað varð roknað við. Vit skulu hava fýra stig aftrat fyri at tryggja okkum FM heitið, og nú er fokus á sunnudegnum, tá ið vit fara út á Toftir at spæla, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

##med2##

 

EB/Streymur – KÍ 0-3 (0-0)

 

0-1: Árni Frederiksberg

 

0-2: Filip Brattbakk

 

0-3: Árni Frederiksberg

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Menning Debes Geyti, Ábraham Klein Joensen, Mikkjal Hellisá, Virgar Jónsson, Símun Kalsø – Kristian Svabo Eliasen, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Niels Pauli Danielsen – Búi Egilsson

 

Gult kort: Ábraham Klein Joensen, Tóki H. Johannesen, Magnus Pauli Thomsen

 

KÍ: Mads F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen

 

Gult kort: Árni Frederiksberg