ringdi klokkan 10 týskvøldið og tá var tað ein sum spurdi um felagið hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy hevði fingið nýggjan formann, sigur Jákup Olsen. - Eg mátti bara svara, at tað kendi eg onki til og so endaði [...] samrøðan, leggur hann afturat. Men hann sigur, at so fór hann at spyrja seg fyri og tá fekk hann at vita, at hetta var álvari og at hann slett ikki var formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelagi longur. - Tað vísti [...] verið lagdur undir skurð í fótinum. Síðani hevur hann gingið at krúkkum og tað gongur enn, men hetta hevur elvt til, at bæði slakt og valstríð fór afturvið borðinum, uttan at hann fekk verið við. Men hann
tú tá torir og vil í ítróttinum er proportionalt vaksandi. Við øðrum orðum: Torir tú als ikki at gera mistøk, torir tú heldur ikki at spæla. Og fyrst og fremst var tað hetta, sum rakti EB/Streym frá byrjan [...] Nevnliga brotsspark og reytt kort. Brotssparkið sendi Bárður Olsen í netið, og áðrenn B36 hevði umskipað seg, var EB/Streymur aftur á gullkósini. Høgni Zachariassen kanónstútaði til 2-2, og Hans Pauli Samuelsen [...] vøllinum. Igni Højsted og Jákup á Borg arbeiddu ein ávísan likamspart úr buksunum, og Dmitrij Jankovic, sum annars hevði vanliga útgangsstøðið sum verjuskipari, var her, har og allastaðni. Hægstur við
fremja; m.a. taka olju og proviant eins og at landa. Skipið slapp so til endans í havn, men bert tí at tað hevði maskinbrek, og var í eini minni neyðstøðu. Men olju, proviant og landing; nei, ongar veitingar [...] ni í londunum báðum, og við undirvirðissølu verður víst til WTO og stig at taka smb. GATT 94. Hesir møguleikar eru, eftir míni sannføring, fyrst ov veikir, og síðani ov snævrir og møtumiklir. Handilssáttmálar [...] spurninginum við og spyrji, um tit nakrantíð hava hoyrt um trupulleikar hjá føroyskum vørum, tænastum, arbeiðsmegi ella kapitali á Íslendska marknaðinum, er svari óivað ja,ja,ja og aftur ja! Og soleiðis virða
til Vágar og tunnilin til Norðoyar. Tað heldur Kristian Magnussen, løgtingsmaður Hann er formaður fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum og sostatt ein av fremstu politikarunum í samgonguni Og nú kemur [...] unnum, tryggingarfeløgum, peningastovnum og aðrastaðni og har er rættiliga nógvur peningur savnaður. Men ein stórur partur av pengunum er settur uttanlands og tá heldur Kristian Magnussen, at tað er frægari [...] at prísurin verður javnari um alt landið. Og hann heldur, at hetta eru so stórar uppgávur, at her mugu allir føroyingar betala og tað gongur ikki, at vágafólk og norðoyingar skulu fíggja tunlarnar einsamøll
skulu vit hava lógir og reglur í gildi. - Men vit mugu fara undir arbeiðið nú, annars sita vit bara aftur um 10-20 ár og kjakast um tað sama. - Tað er í dag, at verðin brennur og at tað er brúk fyri hjálp [...] skipaðum viðurskiftum og kann enda sum ein sólskinssøga. - Vit skulu ikki vera bangin, men taka tað sum eina uppgávu, sum vit megna, bara vit seta okkum eitt mál og brúka nógva orku, tíð og pengar av til tað [...] heldur, at føroyingar skulu ikki ræðast flóttafólk. Vit eiga heldur at viðgera spurningin og at fyrireika okkum væl og virðiliga til at taka ímóti teimum. Í kjaki á Rás2 staðfesti hon, at føroyingar eiga at
“medhjálpir”, pynt og stemmusamlarar hjá kendum, mannligum valevnum. At broyta hesa sera óhepnu og gamalsligu/ómodernaðu siðvenju og fremja veruliga politiska javnstøðu millum kvinnur og menn, er alneyðugt [...] fyri fjølbroytni og bleytum virðum í politiska rúminum og politiskum arbeiði, mugu vit tryggja, at kvinnurnar fáa nátúrligt og sjálvsagt pláss á ovastu politisku rókum – í løgtinginum og í landsstýrinum [...] merkt av áhugamálum hjá monnum og av mannligum virðum, men eisini verður merkt av bleytum virðum – av orðaskifti og viðgerð, ið snýr seg um vælferðarsamfelagið, vælferðartørvir og vælferðartiltøk. Høvdu fleiri
hjá HB, og so kundi ÍF eisini í nógv størri mun - enn teir annars høvdu kunnað - leggja trýst á ta síðuna. Brotsspark og ikki Og tað var júst við uppspæli í síðunum, at ÍF fekk bæði javnað og lagt seg [...] royndini, og so fór ÍF í kontra. Hanus Eliasen varð sendur avstað í høgru, og tó at innleggið lá eins nær málinum, sum hornasparkið til 1-0 gjørdi, so var tað ein álopsspælari, sum var fyrstur á, og so stóð [...] fuglfirðingum komið í Gundadal sunnudagin, og saman við heimaáskoðarunum, sum bara gerast fleiri og fleiri í tali, vóru hesi við til at seta dám á stemningin kring vøllin, og leingi var eisini líkt til, at gestirnir
gólvið og hyggi undir hurðina, og tá síggi eg, at hann liggur á gólvinum, minnist Linda. Hon visti alt fyri eitt, at okkurt álvarsamt var áfatt og ringdi tískil 112. Hon hevur skeið í fyrstu hjálp og visti [...] 04-tíðina fara Ingi og hin drongurin ein túr í býin í Århus. Umleið klokkan átta leygarmorgunin kemur Ingi heim í íbúðina, har hann og Linda búgva saman. Ingi hevði ikki drukkið serliga nógv, og Linda merkti [...] vakti meg líka, og so prátaðu vit eitt sindur, áðrenn vit løgdu okkum at sova, greiðir Linda frá. Beint fyri middag vaknar Ingi og fer inn á baðiverilsið. - Eg fór inn á wc, stongdi hurðina, og so small eg
bilarnir koyra væl, og teir størru motorarnir hava nóg nógvar kreftir og eru komfortablir, ljóðleysir og sera økonomiskir. Bilarnir eru smáir uttan, longdin er einans 3.50 m, rúmligir innan ? og praktiskir. Her [...] umframt búmerkini er t. d. onkur munur á síðulistum og kúfangarunum. Motorarnir eru ikki teir somu, Opel Agila fæst við einum 1.0 l motori við 58 hk, og einum 1.2 l motori við 75 hk. Suzuki Wagon R fæst [...] trý túsund bilar í Danmark, og í Japan hevur Wagon R verið mest seldi persónbilur, seinastu tvey árini. Ikki somu motorar Nú vil General Motors hava ein bita av køkuni, og hava teir gjørt samstarvsavtalu
heimagangandi húsmóðir, sum hjúklaði um mannin og børnini. 20 ára gomul verður hon gift, og stutt eftir fáa hon og maðurin fyrsta barnið. Meðan Pia Kjærsgaard er heima og ansar børnum, selir maðurin kaffi fyri [...] Hvussu er og ikki, so er tað torført at koma uttan um Piu Kjærsgaard. Sum triðstørsti flokkur á Christiansborg og parlamentariska grundarlagið hjá Fogh-stjórnini, hava Danski Fólkaflokkurin og Frú Kjærsgaard [...] mótgongd, og so var hann tjóðskaparligur og ein løgin snigil. Stóra fyrimyndin hjá Piu Kjærsgaard júst í løtuni er niðurlendskii tinglimurin, Ayaan Hirsi Ali. Hon er upprunaliga úr Somalia, og er kend sum