Undirsjóvartunlar: - Vit eiga at selja privatum feløgum bæði undirsjóvartunnilin til Vágar og tunnilin til Norðoyar.
Tað heldur Kristian Magnussen, løgtingsmaður
Hann er formaður fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum og sostatt ein av fremstu politikarunum í samgonguni
Og nú kemur hann við tí eygnarívandi tilmæli at einskilja báðar undirsjóvartunlarnar.
Hann sigur, at peningurin, sum kemur inn við søluni, skal brúkast til at fíggja ein undirsjóvartunnil í Sandoynna.
Og tá ið undirsjóvartunnilin til Sandoynna er gjørdur, skal eisini hann einskiljast og peningurin brúkast til at fara undir tann fjórða undirsjóvartunnilin til Suðuroyar.
- Tað fer neyvan at røkka til allan Suðuroyartunnilin, men vit kunnu bora rættiliga langt fyri peningin, vit høvdu fingið inn, sigur hann.
Ein góður handil at keypa undirsjóvartunlarnar
Hann vísir á, at tað er rættiliga nógvur peningur til í Føroyum, bæði í eftirlønargrunnum, tryggingarfeløgum, peningastovnum og aðrastaðni og har er rættiliga nógvur peningur savnaður.
Men ein stórur partur av pengunum er settur uttanlands og tá heldur Kristian Magnussen, at tað er frægari at peningurin kemur heim til Føroya at arbeiða.
- Tað er lætt at einskilja almennar fyritøkur, sum undirsjóvartunlar. Tað er bara at seta treytir upp fyri, hvussu nógv tað skal kosta at koyra ígjøgnum og aðrar treytir og so at einskilja.
- Tað kann kanska kosta 20 krónur at koyra ígjøgnum tunlarnar, men er áramálið nóg langt, ivast hann ikki í, at nógv feløg høvdu hildið, at tað hevði verið ein góður handil at keypt undirsjóvartunlarnar.
Hann vísti á, at í øðrum londum verður mett, at undirstøðukervið er tað, sum tað lønar seg best at gera íløgur í.
Kristian Magnussen sigur, at hann hevur fleiri ferðir ført hetta sjónarmiðið fram fyri samgonguni, men har er undirtøkan meiri avmarkað.
Men nú luftar hann síni sjónarmið alment í vónini um, at hetta kann elva til eitt kjak um spurningin, tí hann heldur avgjørt, at hetta er ein spurningur, sum er verdur at umhugsa og tí skylda vit okkum sjálvum at vit taka hann til umrøðu.
- Tað kundi eisini verið, at ein gjaldsstøð skuldi verið við rundkoyringina í Kollafjarðardali, sum er eitt knútapunkt og so kundu øll, sum koyrdu framvið, betalt eina 10 krónu.
- Tað hevði fíggjað eina rúgvu av vegum og tunlum.
Vakti ans
Tað er týðiligt, at hetta sjónarmiðið hjá formanninum fyri tingmanningini hjá javnaðarflokkinum vekir ans.
Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins heldur, at hetta er eitt spennandi sjónarmið og hann var vísir í, at finna vit ein annan máta at fíggja undirsjóvartunlarnar upp á, hevði tað ikki kostað meiri enn eina 20 krónu at koyrt ígjøgnum teir.
Og tað heldur hann má vera endamálið, so at vit kundu ferðast í egnum landi, uttan at fara á heysin.
Páll á Reynatúgvu úr tjóðveldisflokkinum í Sandoy vísir á, at tað eru nógvir mátar at fíggja undirstøðukervið upp á.
Men hann heldur, at fólkaflokkurin tvíhelt ov fast um tey almennu partafeløgini.
Kortini heldur hann, at tá ið undirsjóvartunlarnar vórðu lagdir í eitt alment partafelag, kundi sjónarmiðið hjá Kristiani Magnussen verið eitt stig víðari og hann heldur, at tankin eigur at fáa góða undirtøku.
Eisini Kári P. Højgaard heldur, at sjónarmiðið hjá javnaðarmanninum var áhugavert.
Meiri ivasamir eru Karsten Hansen, Marjus Dam og sjálvur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm.
Karsten Hansen, tjóðveldismaður úr Klaksvík, ásannaði, at vit skulu ikki stara okkum blind upp á, at tað er bara ein máti at fíggja undirsjóvartunlarnar upp á.
Men enn staðfestir, at skulu undirsjóvartunlarnir ikki fíggjast við skatti, hevur tað ikki enn eydnast nøkrum at finna ein annan samhaldsfastan máta at fíggja teir upp á. Hann heldur, at vit áttu langt síðani at havt kannað møguleikan at fíggja teir meiri yvir skattin, so at gjaldið kundi verðið lækkað.
- Størsti trupulleikin er, at tey, sum búgva í útjaðaranum, hava ikki tørv á at fara ígjøgnum tunlarnar uttan onkra hendinga ferð og tí verða tað altíð tey somu, sum skulu betala allan tunnilin.
Hann ivaðist ikki í, at verða tunlarnir einskildir, verða teir ein góð forrætning, men so verður tað helst í allar ævir, at tað skal betalast fyri at koyra ígjøgnum teir. Og so verða tað framvegis tey í útjaðaranum, sum koma at betala.
- Og tað verður eisini ein spurningur um at tryggja seg ímóti, at tey, sum høvdu keypt tunlarnar, ikki seta prísin upp, tá ið tað passar teimum.
Hann heldur, at tað er gott við nýhugsan, men hann ávaraði ímóti at leypa á leistum.
Marjus Dam, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í Vágum, heldur, at sjónarmiðið hjá Kristiani Magnussen kann als ikki góðtakast.
- Verður hetta sett í verk, koma vágafólk og norðoyingar at betala í allar ævir fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, samstundis sum havnarfólk onki betala.
Tí mælir hann heldur til at kanna eftir, hvussu samferðslan kann gerast meiri samhaldsføst, so at prísurin verður javnari um alt landið.
Og hann heldur, at hetta eru so stórar uppgávur, at her mugu allir føroyingar betala og tað gongur ikki, at vágafólk og norðoyingar skulu fíggja tunlarnar einsamøll.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinumálum heldur, at hugskotið at einskilja tunlarnar er ikki so galið.
Men hann hevur síni fyrivarni!
Landskassin hevur skotið einar 400 milliónir í báðar undirsjóvartunlarnar og verða tunlarnir seldir, skal hesin peningurin eisini forrentast. Og tað merkir, at so skulu vágafólk og norðoyingar betala bummpengar í eitt nógv longri áramál enn teir gera, nú skattgjaldarin hevur skotið pengar í tunlarnar fyri at gera tað bíligari at koyra ígjøgnum teir.
Og tað ivaðist hann í um politisk undirtøka er fyri.
MYND AV KRISTIAN MAGNUSSEN Í TUNLINUM
Kristian Magnussen er ein av fremstu politikarunum í samgonguni og hann hevur loypt hvøkk á við at mæla til at einskilja báðar undirsjóvartunlarnar og at brúka sølupeningin til at fíggja ein tunnil til Sands