Fótbóltur
Hóast fuglfirðingar undan dystinum móti HB hildu fast um, at teir høvdu góðar vónir um at fáa stig, so mundi tað vera so sum so, hvussu stórum álvara fólk mundu taka hetta í. Higartil í ár, hevur millum lítið og einki gingið eftir vild hjá uppflytarunum, og hóast útlendski styrkurin nú endaliga var upp á pláss, so ljóðaði HB á útivølli sum ein uppgáva av teimum heilt strævnu.
Kortini var heilt fitt av fuglfirðingum komið í Gundadal sunnudagin, og saman við heimaáskoðarunum, sum bara gerast fleiri og fleiri í tali, vóru hesi við til at seta dám á stemningin kring vøllin, og leingi var eisini líkt til, at gestirnir skuldu fáa nakað at fegnast um.
ÍF var nevnliga als ikki komið til Havnar fyri at leggja seg niður, ella bara at avmarka tapið. Við eini frískari 4-4-2 uppstilling, har Sylla stuðlaði væl til Magna í álopspartinum, og har miðvøllurin hevði nógvar aðrar skyldur enn bara tær verjukendu, royndu gestirnir frá fyrsta bríksli at leggja trýst á heimaliðið. Onkrar ferðir var eisini um reppið, at veruligir málmøguleikar spurdust burturúr, men eftir góðum korteri tóktist tað, at revsingin fyri framfýsnið fall.
HB hevði eisini ligið framvið nakrar ferðir, og tá Heðin á Lakjuni sendi horna úr vinstru tætt innundir málið, var Rúni Nolsøe hægstur og stýrdi bóltinum í málið.
Álop í síðunum
Men hóast køldu skoluna, so fullu fuglfirðingarnir ikki í fátt. Teir hildu áfram við ágangandi spælinum, og serliga dugdu teir væl at gera sær dælt av veikleikunum, sum tóktust vera í borðunum á HB-liðnum.
Í høgru arbeiddi Hanus Eliasen alla tíðina hart og væl í holinum, sum ein framrættaður Heðin á Lakjuni lat eftir sær, og ferð eftir ferð megnaði hann eisini at koma framvið Janusi M. Joensen, sum tóktist hava stórar trupulleikar.
Tað tóktist heldur ikki bøta um HB-spælið, at Jákup á Borg varð kosin sum avloysarin hjá Rógva Jacobsen í álopinum. Gaman í er Jákup ein av vandamestu framherjunum í landinum, men við Halli Danielsen á høgra miðvølli var ikki sama drive í uppspælinum hjá HB, og so kundi ÍF eisini í nógv størri mun - enn teir annars høvdu kunnað - leggja trýst á ta síðuna.
Brotsspark og ikki
Og tað var júst við uppspæli í síðunum, at ÍF fekk bæði javnað og lagt seg framum. Fyrru ferðina hevði Rúni Nolsøe annars havt púra opnan møguleika at økja um leiðsluna, men Karsten Joensen bjargaði royndini, og so fór ÍF í kontra. Hanus Eliasen varð sendur avstað í høgru, og tó at innleggið lá eins nær málinum, sum hornasparkið til 1-0 gjørdi, so var tað ein álopsspælari, sum var fyrstur á, og so stóð 1-1.
Og bara seks minuttir seinni var allur ÍF-vongurin í B36-skýlinum uppfrá. Hanus Eliasen varð enn einaferð sendur avstað í høgru, og nýggi argentinumaðurin hjá ÍF ? Gunnar G. Nielsen ? smekkaði til úr spískum. Skotið varð avrættað, og so lá bólturin aftur í netinum.
HB tóktist skelkað av hesum, og tað er einki at ivast í, at Gunnar átti brotsspark løtu seinni, tá Hanus legði bóltin inn um HB-verjuna. Argentinumaðurin skuldi kanska latið seg dottið, men tað valdi hann ikki at gera, og tí gjørdist talan um skotroynd uttan javnvág, og uttan at dómarin sá nakað sum helst kriminelt ganga fyri seg.
Og ístaðin gjørdist tað so HB, sum fekk brotsspark beint fyri steðgin. Tað vóru tó ikki so nógv, sum vóru sannførd um, at talan veruliga var um brotsspark, tá Heine Fernandez og Bartal Eliasen dystaðust um bóltin. Fuglfirðingarnir mótmæltu eisini av øllum alvi, men lítið hjálpti, og Vagnur var tryggur, tá hann skuldi avgreiða.
Mistu luftina
Seinna umfarið var tað, sum hevði ÍF mist nakað av luftini. Teir royndu framvegis at halda spælinum uppi á HB-hálvuni, men nú var HB munandi betri við, og tvær útskiftingar eitt korter eftir steðgin gjørdu eisini fortreytirnar hjá ÍF verri.
Fyrst mátti Sylla skaddur fara av vøllinum, og tað gjørdi tilveruna hjá Magna munandi meira einsamalla á toppinum.
Harnæst sendi HB-bonkurin Rók F. Jespersen á vøllin fyri Vagnur M. Mortensen í eini roynd at fáa meira ferð á spælið í síðuni. Hetta noyddi ÍF at halda meira aftur í vinstra álopsborðið, og gav soleiðis HB enn betri fortreytir at halda trýstinum uppi á vøllinum.
Tað var tó í vinstra álopsborðið, at HB fann upphavið til leiðslumálið. Heðin á Lakjuni stríddi seg fram í vinstru, og tað var væl sæð av dómaranum, at hann gav Heðini fyrimun líka til hann varð feldur. Og eftirfylgjandi gav gult kort til Fritleif.
Frísparkið varð dømt á brotsteigarmarkinum, og tá Kartin so stillaði seg at verja somu síðu sum múrurin, smekkaði Jákup á Borg bara í tóma helmingin av málinum.
Hetta punkteraði av álvara ÍF. Teir royndu at flyta fólk fram í royndunum at javna, men hetta betraði um kontra-fortreytirnar hjá HB, sum við einum fyrimyndarligum kontraálopi kundi staðfesta sigurin.
Munurin
Enn einaferð prógvaði HB kanska meira enn nakað, at teir hava júst tær dygdirnar, sum eyðkenna eitt oddalið. Kanska spælir hepnið eisini sínleiklut, og brotssparksdómurin ? eisini tann vantandi ? vóru so avgjørt ikki í parti við fuglfirðingunum.
Men tað man vera sjáldan ? um nakrantíð - at nakað lið er vorðið meistari, uttan ein ávísan part av hepni, og so ræður jú eisini um at leita sær fram til saman hepni.
Júst tann partin av spælinum megnaðu fuglfirðingarnir ikki sunnudagin, og helst er hetta eisini ein av orsøkunum til, at liðið liggur so niðarliga.
Innsatsinum bilti tó einki við sunnudagin, og megnar liðið at halda fast í hesum, so er einki at ivast í, at stigini fara at koma á kontina, og í øllum førum verður tað meira enn trupult hjá nøkrum aðrudeildarliði at basa teimum, skuldi tað komið hartil, og ÍF skal spæla fyri tilveruni í bestu deildini.