Gerandisdagurin hjá Inga V. Johannesen í Århus er nógv broyttur. Fyri tveimum mánaðum síðani var hann lesandi á HF, hann gjørdi ítrótt og brúkti frítíðina saman við gentuni, 25 ára gomlu Lindu Johannesen, og vinfólkum.
Í dag er alt øðrvísi. Gerandisdagurin er nú á Hammel Neurocenter, ið er eitt sjúkrahús tætt við Århus, har fólk, ið hava fingið skaða á heilan, eru til uppvenjingar. Orsøkin til at Ingi er innlagdur á Hammel Neurocenter er, at hann hevur fingið heilaskaða, eftir at hann ein leygardag í august mánaði brádliga fekk hjartasteðg.
Hóast hann enn ikki kann takast við tey somu tingini sum fyrr, er 25 ára gamli kollfirðingurin alt annað enn argur inn á støðuna, hann í løtuni er í.
- Alternativið hevði verið, at eg var deyður, sigur Ingi.
Small um á wc-gólvinum
Leygardagurin 25. August 2012 er ein dagur, sum tey bæði Ingi og Linda seint fara at gloyma. Kvøldið fyri høvdu tey havt vitjan av einum pari, sum tey eru vinfólk við, og tey fýra høvdu hugnað sær við spælinum Partners til seint út á náttina. Um 04-tíðina fara Ingi og hin drongurin ein túr í býin í Århus. Umleið klokkan átta leygarmorgunin kemur Ingi heim í íbúðina, har hann og Linda búgva saman. Ingi hevði ikki drukkið serliga nógv, og Linda merkti einki óvanligt við honum, tá hann kom heimaftur.
- Ingi var akurát sum vanligt, tá hann kom heim tann morgunin. Hann vakti meg líka, og so prátaðu vit eitt sindur, áðrenn vit løgdu okkum at sova, greiðir Linda frá. Beint fyri middag vaknar Ingi og fer inn á baðiverilsið.
- Eg fór inn á wc, stongdi hurðina, og so small eg um, sigur Ingi, sum ikki sjálvur minnist hendingina. Hann minnist fyri so vítt einki frá hesum degnum og heldur ikki fyrstu dagarnar aftaná hendingina, men Linda hevur fortalt honum í smálutum, hvat hendi. Hon lá vakin inni í sovikamarinum, tá hon brádliga hoyrdi skrambul frá baðiverilsinum, áðrenn tað bleiv púra kvirt.
- Eg fór beinanveg upp fyri at vita, hvat hann gjørdi, tí tað ljóðaði, sum okkurt ikki ruggaði rætt, greiðir Linda frá.
Royndi at bróta hurðina
Tá Linda tekur í handtakið á hurðini, er stongt. Hon rópar á Inga, men hann svarar ikki.
- Eg leggi meg so niður á gólvið og hyggi undir hurðina, og tá síggi eg, at hann liggur á gólvinum, minnist Linda. Hon visti alt fyri eitt, at okkurt álvarsamt var áfatt og ringdi tískil 112. Hon hevur skeið í fyrstu hjálp og visti tí, hvussu týdningarmikið tað er, at koma til sjúklingin skjótast gjørligt.
- Tá tað hendi hugsaði eg bara, at eg mátti inn á baðiverilsi. Konan frá alarmsentralinum, sum eg hevði í telefonini, segði við meg, at eg mátti royna at bróta hurðina fyri at sleppa inn, so eg royndi at sparka hurðina, men tað riggaði ikki, fortelur Linda, sum tó fann upp á ráð. Hon fann okkurt spískt til at fáa lykilin, sum sat innan fyri hurðina, úr lyklarholinum. Tað eydnaðist, og síðani fekk hon læst hurðina upp við at brúka ein annan lykil, sum eisini passaði til lásið. Hon fór alt fyri eitt undir at geva Inga, sum lá lívleysur á gólvinum, fyrstu hjálp.
- Tað einasta, eg hugsaði, var, at hann skuldi hava fyrstu hjálp, so eg gav honum hjartamassagu og royndi at blása luft í hann, sigur Linda og leggur afturat:
- Men eg fekk ikki givið honum luft, líka mikið hvussu eg so royndi, tí okkurt var sum blokeraði luftvegirnar, greiðir Linda frá. Hon helt tó fram við at geva Inga hjartamassagu.
Fingu ikki lív í hann
Tað gingu umleið 20 minuttir, frá tí at Linda ringdi 112, og til hjálp kom á staðið. Tríggir portørar og ein lækni vóru við ambulansuni.
- Tað fyrsta teir gjørdu, var at hála Inga út á gólvið í gongini, og har arbeiddu teir so upp á hann, sigur Linda. Hon minnist væl, hvussu tað var at síggja sjeikin hjá sær liggja lívleysan á gólvinum, meðan ambulansufólkini av øllum alvi royndu at fáa lív í hann.
- Eg hugsaði, at nú hevði eg mist hann, men samstundis trúði eg alla tíðina uppá, at hann fór at klára tað, sigur Linda og heldur fram:
- Eg minnist væl, at eg bað teir blíva við at geva honum hjartamassagu og endiliga ikki steðga ella geva upp. Eg havi sikkurt sagt alt møguligt býtt, men tú hugsar ikki so klárt í eini tílíkari støðu, fortelur Linda. Hóast portørarnir og læknin gjørdu tað, teir kundu, fingu teir ikki Inga at vakna, og eftir eini løtu varð farið á sjúkrahúsið. Linda var við í ambulansuni, tá Ingi bleiv fluttur á sjúkrahúsið, sum liggur mitt í Århus.
Lagdur í kunstugt koma
Inni á traumastovuni, ið er akutta skaðastovan, bleiv hildið fram við at hjálpa Inga. Ikki fyrr enn klokkan 13 henda dagin kundi Ingi aftur anda sjálvur. Hann bleiv fluttur av Århus sjúkrahúsi og á Skejby sjúkrahús, har hann bleiv lagdur í kunstugt koma, soleiðis at ein maskina andaði fyri hann. Harafturat bleiv hann køldur niður, so at kropshitin kom niður á 33 hitastig í 24 tímar. Tá ið teir tímarnir vóru gingnir, bleiv kropshitin spakuliga settur upp, umleið hálvt hitastig fyri hvønn tíma. Hetta er fyri at minka um møguligan heilaskaða.
- Orsøkin til at Ingi bleiv lagdur í kunstugt koma var, at læknarnir vistu ikki, hvussu leingi hann hevði ligið uttan ilt, sigur Linda, sum heldur ikki dugdi at siga, hvussu lang tíð var gingin, frá tí hon fann Inga á gólvinum í íbúðini.
- Eg misti púrasta tíðarsansin og kundi als ikki siga læknunum, hvussu long tíð var gingin, frá tí eg fann hann. Tú gloymir tey vanligastu tingini í eini slíkari støðu, sigur Linda.
Á sjúkrahúsinum ringdi hon til tey nærmastu beinanveg og eisini til tað parið, sum hevði vitjað tey kvøldið fyri.
- Eg ringdi til parið, vit høvdu verið saman við fríggjakvøldið, og tey komu alt fyri eitt til mín á sjúkrahúsinum. Tey nærmastu úr Føroyum komu eisini skjótast gjørligt, greiðir Linda frá.
Á sjúkrahúsinum royndu læknar og sjúkrastystrar fleiri ferðir at vakja Inga, men tað gekk ikki væl.
Sunnukvøld byrjaðu tey at royna at vakja hann. Men hvørjaferð spýði hann illa og var ógvuliga illa fyri, minnist Linda. Hon minnist eisini rørið, sum hann hevði í hálsinum.
- Hann hevði eitt rør liggjandi í hálsinum, sum plágaði hann, men læknarnir tordu ikki at taka rørið úr, tí teir vóru bangnir fyri, at veska kundi koma í lunguni.
Var sum 10 ára gamal
Ikki fyrr enn mánakvøld byrjaði Ingi at koma til sín sjálvs aftur, eftir at læknarnir heili tríggjar ferðir høvdu roynt at vakja hann. Tá hann vaknaði, var hann ikki júst so, sum hann plagar at vera.
- Hann var í øðrviti og mintist einki, tá vit spurdu hann um ymiskt. Hann var akkurát sum tá hann var 10 ára gamal, og hann snakkaði um teir vinmenninar, hann plagdi at spæla við tá, fortelur Linda. Ingi kendi tó hana og familjuna hjá sær.
- Hann kendi meg, men visti ikki, hvussu leingi vit høvdu verið saman, sigur Linda. Sjálvur minnist Ingi lítið frá fyrstu tíðini á sjúkrahúsinum.
- í roynd og veru minnist eg einki, men eg minnist nøkunlundað andlitini á teimum trimum fólkunum, sum serliga tóku sær av mær á sjúkrahúsinum, sigur Ingi. Foreldur Inga, systir hansara og Linda kundu vera inni á stovuni hjá honum stórt sæð allatíðina, men onnur fólk skuldu helst ikki inn til hansara.
- Læknarnir søgdu, at hann ikki mátti fáa ov nógv input, og tí var best, um vit bara vóru nøkur heilt fá, sum hugdu inn til hansara, greiðir Linda frá.
Ta fyrstu tíðina visti eingin, hvussu framtíðin hjá Inga fór at vera. Tey vistu, at hann hevði fingið hjartasteðg, men einki meir enn tað. Læknarnir gjørdu framvegis kanningar, men kundu ikki staðfesta orsøkina til hjartasteðgin. Hóast hetta var ein hørð tíð, valdi Linda at vera bjartskygd.
- Eg anaði ikki, um hann fór at kunna ganga aftur ella nakað sum helst. Men eg valdi bara at hugsa, at nú taka vit ein dag í senn. Sum dagarnir gingu, sá eg eisini lítil framstig, og tá tordi eg veruliga at hugsa positivt, sigur Linda.
Skal læra at renna aftur
Tann 6. September fekk Ingi ein pacemakara. Tann skurðviðgerðin gekk væl, og næsta dag bleiv Ingi fluttur á Hammel Neurocenter, sum liggur nakað uttan fyri Århus. Á hesum sjúkrahúsinum fær Ingi ergoterapi og fysioterapi.
Nú hevur Ingi verið á Hammel Neurocenter í skjótt tveir mánaðir, og tað gongur væl.
- Ta fyrstu tíðina kundi eg einki, og áðrenn eg fór á Hammel, lá eg mest í songini. Eg fór bara upp, tá eg skuldi gera onkra lítla venjing fyri at røra kroppin, sigur Ingi. Serliga hava tað verið balansan og rørslurnar, sum Ingi hevur skula vant hesa tíðina, hann er til uppvenjing, og venjingarnar síggja út til at gera honum væl. Hann hevur altíð fingist við ítrótt og hevur eitt nú spælt hondbólt heima í Føroyum.
- Sjálvt um tað gongur framá, so gongur tað ikki so væl hjá mær enn at renna. Fyri stuttum var eg í Keypmannahavn, har eg royndi at spæla innandurða fótbólt við nøkrum vinmonnum, men tá var eg øgiliga klossutur og kláraði illa at fylgja við. Men tað skal nokk koma, sigur Ingi bjartskygdur og fegnast um, at hann fyri trimum vikum fyri fyrstu ferð fekk loyvi frá læknunum til at fáa pulsin upp um 140.
Sjálvur hevur Ingi ilt við at siga, hvussu hann annars er broyttur av tilburðinum, men sambært Lindu er hann sum fyrr, men bara við onkrum smávegis broytingum.
- Hann er kanska blivin eitt sindur snarsintur, av tí at hann í løtuni ikki kann alt tað, hann kundi fyrr. Harafturat verður hann lættliga troyttur, serliga teir dagarnar, hann hevur upplivað nógv, men annars er hann tann sami Ingi sum fyrr, fortelur Linda.
Lívið heldur fram
Sum nú er skal Ingi vera í Hammel í einar seks vikur afturat, og so verður hann útskrivaður. Læknarnir gera framvegis kanningar, men hava enn ikki kunnað staðfest, hví Ingi fekk hjartasteðg.
- Teir duga ikki at síggja nakran hjartafeil, og hjartatrupulleikar er heldur ikki nakað, sum liggur til familjuna, sigur Ingi.
At hetta hevur verið ein harður umgangur fyri bæði hann og Lindu, er hann als ikki í iva um.
- Eg eri fullgreiðir yvir, hvat kundi verið hent, um Linda ikki var har og gav mær fyrstu hjálp, men tað er ikki nakað, sum eg hugsi um hvønn dag. Mann kann siga, at var tað ikki fyri damuna, kundi eg verið deyður, og tað er ein ræðandi tanki, sigur Ingi, sum hevur torført við at seta orð á tær kenslurnar, hann hevur, um tað, sum er hent, og tað stóra arbeiðið, ið Linda gjørdi.
- Tað er ringt at forklára. Var hon ikki har, hevði eg heldur ikki verið her. Tað sigur nógv, haldi eg. Henda upplivingin hevur lært meg veruliga at seta prís upp á tey fólkini, tú hevur rundan um teg og alt tað góða, sum er í lívinum, sigur Ingi. Linda er samd við honum.
- Onkursvegna hevur hetta gjørt, at vit síggja annarleiðis upp á lívið. Vit taka einki fyri givið og seta prís upp á eisini tey smáu tingini í lívinum, sigur Linda, sum serliga hevur lært eitt av hendingini.
- Eg lærdi fyrstu hjálp, tá eg byrjaði at lesa til tannrøktara. Tá hugsaði eg, at tað var óinteressant undirvísing, tí eg fór ongantíð at fáa brúk fyri tí, men nú veit eg, at tann vitanin, eg fekk, var nógv meira umráðandi, enn eg helt tá, sigur Linda. Hon gavst við útbúgvingini sum tannrøktari, og ístaðin supplerar hon ymsar lærugreinar í løtuni.
Um góðar seks vikur er Ingi útskrivaður, og hann ætlar sær skjótast gjørligt í gongd aftur við gerandisdagin. Skúlin má tó bíða í eina tíð.
- Læknarnir hava sagt, at eg kann byrja á HF aftur eftir summarfrítíðina, men um eg havi tað gott, so ætli eg mær at lesa einstøk fak eftir nýggjár, sigur Ingi. Inntil ta tíð fer hann at gera alt fyri at koma fyri seg, og fer møguliga ein túr upp til Føroya at slappa av.
- Eg havi tað fínt nú og tað gongur tann rætta vegin. Nú skal lívið bara halda fram sum vanligt, sigur Ingi.