Føroyingar skulu ikki ræðast flóttafólk

- Vit skulu ikki føla okkum so lítil at vit ikki kunnu hjálpa teimum, sum eru ringast fyri í heiminum

- Vit eiga at seta okkum eitt mál fyri, hvussu Føroyar sum samfelag skulu bera okkum at í spurninginum um flóttafólk.

Tað helur Katrin Dam á Neystabø í Amnesty International í Føroyum.

Hon fegnast um, at løgmaður hevur reist spurningin um flóttafólk í nýggjársrøðu síni til Føroya fólk.

Orðini hjá løgmanni hava elvt til øgiligt kjak, har tað hevur leikað hart á og hvar nógv hørð orð eru fallin, serliga frá teimum, sum ikki vilja vita av flóttafólki í Føroyum.

 

Katrin Dam á Neystabø heldur, at føroyingar skulu ikki ræðast flóttafólk. Vit eiga heldur at viðgera spurningin og at fyrireika okkum væl og virðiliga til at taka ímóti teimum.

Í kjaki á Rás2 staðfesti hon, at føroyingar eiga at gera upp við seg sjálvar, um vit skulu taka eina moralska skyldu á okkum um at hjálpa flóttafólki.

- Verður niðurstøðan at vit skulu tað, eiga vit at brúka nógva tíð, nógva orku og nógvan pening upp á at fyrireika okkum, so at viðurskiftini verða væl skipað.

Í hesum føri eiga vit at fáa eina integratiónslóg og vit eiga at læra av okkara grannalondum, so at hetta kann verða ein sólskinssøga.

Sjálv letur Katrin Dam Neystabø ongan iva vera um, at vit eiga at taka eina moralska skyldu á okkum at taka ímóti flóttafólki.

- Vit skulu ikki føla okkum so lítil, at vit ikki kunnu taka okkara skyldu á okkum í hesum sambandi, heldur hon.

 

Hon heldur eisini at kundu vit víst á mótvegis umheiminum, at vit taka okkara ábyrgd á hesum øki, hevði tað styrkt okkara sjálvskenslu.

 

Hon ásannar, at spurningurin um flóttafólk er ógvuliga tórgreiddur og krevur eitt djúptøkið kjak.

Nógv hava ført fram, at vit eiga at hjálpa flóttafólki í heimlandinum, heldur enn at flyta tey til Føroya

- Tað er ein góður  tanki at hjálpa í nærumhvørvinum og tað eiga vit at gera meiri av.

- Tað er gott, tá ið flóttafólkalegurnar rigga sum tær skulu og heimsins lond lata nóg mikið av pengum til at reka tær.

- Men í nógvum flóttafólkalegum eru umstøðurnar út av lagi vánaligar, tí har er alt ov nógv fólk og tær eru undirfíggjaðar so tað munar, kanska 50 prosent.

 

Harafturat eru fleiri lond farin at lata mørkini aftur.  Eisini Turkaland er farið at lata markið aftur. Tað gera tey við at krevja, at flóttafólk skulu vísa pass, vælvitandi, at einki flóttafólk gongur við passi uppi á sær.

- Sostatt eru tað nógv flóttafólk, ið ikki so frægt sum sleppa í eina flóttafólkalegu og tað er ein orsøk til, at tað eru so nógv flóttafólk, sum ikki KUNNU hjálpast í nærumhvørvinum.

- Tað er gott, at vit kunnu hjálpa flóttafólki í nærumhvørvinum. Men vit hava  eisini eina moralska ábyrgd at hjálpa teimum, sum ikki kunnu vera í nærumhvørvinum, men sum mugu endurhúsast í øðrum pørtum í heiminum, heldur Katrin Dam á Neystabø.

 

Hon vísir á, at bara úr Sýria eru 3,8 milliónir flóttafólk komin í grannalondununi.

ST metir, at 380.000 av teimum kunnu ikki hjálpast í nærumhvørvinum, og mugu endurhýsast aðrastaðni. Men av teimum eru bara 63.000 flóttafólk sloppin í onnur lond, eitt nú til Týsklands og til Svøríki.

Annars vísir Katrin Dam á Neystabø á, at tilsamans eru 50 milliónir flóttafólk í heiminum.

Spurningurin um flóttafólk í Føroyum  krevur eina nágreiniliga viðger, sigur hon.

Men hon heldur, at kjakið hevur alla tíðina lyndi til at  drukna í einum kjaki um okkara egnu viðurskiftum, heldur enn at lata tað snúgva seg um støðuna hjá flóttafólkunum og hvørji støðu eru tey einstøku flóttafólkini í.

- Hvørjari støðu er eitt barn í sum hevur mist bæði foreldrini og gongur einsamalt í onkrari flóttafólkalegu, spyr hon.

- Hóast vit ikki kunnu hjálpa øllum, kunnu vit gera allan munin hjá einstøkum fólkum og vit eiga at spyrja okkum sjálvi um vit hava eina moralsku skyldu í sambandi við hendan altjóða trupulleikan.

 

- Vit eru við í altjóða samfelagnum og  hava vit eina moralska ábyrgd. Tí mugu vit viðgera, hvat vit, sum eitt lítið, viðbrekið land, kunnu gera. Hvussu nógvum flóttafólkum kunnu vit taka, og hvørji flóttafólk hóskar seg hjá okkum at taka ímóti, tá ið hugsað verður um málslig og mentanarlig viðurskifti.

- Vit kunnu eisini taka atlit at, hvørji kunnu intigrerast á arbeiðsmarknaðinum, Hon sigur, at tað merkir, at at vit seta nakrar fortreytir upp fyri, hvørji flóttafólk, vit kunnu taka ábyrgdina av.

 

Hon vísir á, at nógv flóttafólk eru hampiliga væl fyri eftir umstøðunum. Tað eru ikki øll flóttafólk, sum eru sundursorlað sálarliga av kríggið og ræðuleikum. Nógv mugu rýma, tí tey verða forfylgd í heimlandinum.

 

Katrin Dam á Neystabø vísir á, at islendingar taka ímóti nøkrum fáum flóttafólkum um árið, kanska ímillum 11 og 22 um árið.

Eisini vit eiga eiga at bjóða okkum fram at hjálpa. Í hesum sambandi avgera vit sjálvi, hvussu nógvum vit kunnu taka ímóti og vit kunnu samráðast við ST um hvaðani tey skulu koma.

Sostatt hava vit sjálvi ávirkan á, hvussu økið verður skipað og hvørjum flóttafólkum, vit eru før fyri at taka ímóti, so at tað er undir skipaðum viðurskiftum og kann enda sum ein sólskinssøga.

- Vit skulu ikki vera bangin, men taka tað sum eina uppgávu, sum vit megna, bara vit seta okkum eitt mál og brúka nógva orku, tíð og pengar av til tað, heldur hon.

 

- Halda vit, at vit hava ábyrgd, eiga vit at okkum eitt mál. Tað kann gott taka sína tíð, tí vit mugu fyrireika okkum væl. Vit skulu læra av okkara grannalondum, so vit fara rætt framm. Tí skulu vit hava lógir og reglur í gildi.

- Men vit mugu fara undir arbeiðið nú, annars sita vit bara aftur um 10-20 ár og kjakast um tað sama.

- Tað er í dag, at verðin brennur og at tað er brúk fyri hjálp, leggur hon afturat.