við brotssparki, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Sølvi Vatnahamar skeyt sigursmálið fáar minuttir seinni. Tað var uppiborið, at Víkingur fekk fult. Heimaliðið var meira á bóltinum. B68 hugsaði fremst [...] Hýrurin var sera góður millum ídnastu áskoðararnar hjá Víkingi, tá Sølvi Vatnhamar tók av møguleikanum. Átta minuttir restaðu í, tá miðvallarin sendi leðurkúluna avstað úr 20 metrum. Tórður Thomsen, málverjin [...] málverjin hjá B68, tóktist hava tamarhald á støðuni, men bólturin snýtti onkursvegna málverjan. Víkingur var á odda 2-1 og stevndi móti sigrinum. Tað vóru annars ábendingar um, at toftamenn aftur hesa ferð fóru
m ella meiri enn so var tað Spógvin hjá Róðrarfelagnum NSÍ, sum setti dám á. Spógvin fekk besta startin, og Spógvin var klárt á odda, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So var tað, at Erla Kongsdóttir [...] tinum at vinna á Ólavsøku, og Hvassi var ongantíð fremstur í hesum róðrinum. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann í dag, og á málinum var eingin ivi um, at Erla var stóran skutin frammanfyri Hvassa. Fyrra
undan niðurflyting, var málverjin Rói Mørk Hentze. 22 ára gamli Rói Mørk Hentze var fyrstu ferð á B68 liðnum í ólavsøkuumfarinum, tá ið toftamenn vunnu 1-0 í Fuglafirði, og hann var 11 ferðir á liðnum, [...] Eingin ivi er um, at tað var ikki minst Róa Mørk Hentze í málinum fyri at takka, at ein so stórur partur av stigunum varð vunnin hesi 11 umførini. Rói var stinnur á strikuni, og hann var góður í brotsteiginum [...] um, umframt at hann samskifti væl við verjuna og var við til at fáa tryggleika í verjupartinum. Í kvøld skrivar B68, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Róa Mørk Hentze, sum harvið verður
n og Javnaðarflokkurin vunnið valið – polariseringin var tá millum høgra og vinstra í føroyskum politikki. Hetta var 11. mars sum løgtingsvalið var 30. apríl, tá Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkur [...] Í dag fyri 20 árum síðani var fólkatingsval, sum Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vunnu. Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal vóru bæði nývald. Hetta var meðan fyrra fullveldislandsstýrið sat við [...] fullveldislandsstýrið undir Fólkaflokkinum, sum tá »bara« var triðstørsti flokkur í Føroyum. Høgni Hoydal tók ikki sæti á Fólkatingi, tí hann var landsstýrismaður, og í staðin tók Tórbjørn Jacobsen sæti
málið var hálvrógvi, var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar ein bátslongd, og soleiðis var tað fram ímóti málinum. Jarnbardur hevði hug at draga frá, men Sølmundur helt tørn, og á málinun var munurin [...] einaferð. Sølmundur legði bragdliga fyri og var fremstur í startspurtinum. Men Sølmundur megnaði ikki leingi at halda Jarnbard aftanfyri seg. Startspurturin var ikki meiri enn av, tá ið guli Sølmundur og [...] endaspurti tók Jarnbard og vann. Á fjarðastevnu í heimasjógvi hjá Sølmundi fyri stórari viku síðani var Jarnbardur fremstur, og aftur í dag vann Jarnbardur tryggan sigur. Tí er einki at ivast í, at Jarnbardur
einari viku síðani var tað Tistil av Tvøroyri, sum vann, meðan Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var næstfyrstur. Í dag var tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum var fyrstur á mál. Tað var í stórari kapping [...] kapping við Tistil. Á Skála var Junkarin nummar trý, Ingibjørg nummar fýra og Blikur nummar fim. Í dag var Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag nummar trý og Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag nummar fýra. Drekin
heldur ikki so góðar, segði Bjarki, sum hevur vant alla tíðina, síðani liðið var úttikið. Tí var hann eisini klárur, tá brúk var fyri einum manni í evstu løtu, tí Rúni Weihe noyddist at geva avboð. [...] servuna hjá okkum, er sum so ofta, at mótstøðuliðið venur seg við servurnar hjá hinum. Tað, sum var gott í dag, var at vit ongantíð lagaðu okkum eftir teimum, men royndu at spæla so væl, sum vit kundu. Ein av [...] Landsliðsvenjarin hjá monnunum, Fridolin Bic, var væl nøgdur við innsatsin ímóti Guernsey, hóast hann hevði ynskt sær harðari mótstøðu. – Eg kundi hugsað mær, at mótstøðuliðið kundi verið eitt sindur betri
avhoyrdir, og tað er staðfest, at svartsjúka var orsøkin til, at maðurin – sum í rættinum greiddi frá, at heimurin hjá honum var brotin saman, nú daman var farin frá honum – skeyt eftir bilinum hjá einum [...] Tað var ikki mett, at neyðugt var at halda 27 ára gamla manninum í arrestini longur, og tí varð maðurin, sum týsdagin skeyt rútin á einum bili í R.C. Effersøesgøtu í Havn, leyslatin um vikuskiftið. Sambært [...] Hann greiddi eisini frá, at hann var á rondini til nervasamanbrot. Løgreglan veit nú, hvussu leikur fór fram, og hóast kanningararbeiðið ikki er heilt liðugt, so var ongin orsøk at halda 27 ára gamla
Onkra ferðina var um reppið, at Junkarin fekk um róðrið á Sílinum, sum so svaraði aftur, og í endaspurtinum var meiri enn leyst frá Sílinum og aftur til kappingarneytarnar. Havfrúgvin var væl við fyrstu [...] at vinna næstfremsta plássið frá Junkaranum. Harvið var vinnarin tann sami, sum hann var á Norðoyastevnu, meðan Junkarin, sum á Norðoyastevnu var nummar trý, hesa ferð vann næstfyrsta plássið frá Havfrúnni [...] Tað var einki at rafla um. Sum á Norðoyastevnu so vann Sílið sannførandi sigur í kappingini millum dreingjabátarnar. Sílið fekk góðan start. Junkarin og Havfrúgvin fylgdu væl við fyrstu løtuna, men so
Pink Floyd, er deyður. Richard Wright var 65 ár og hann hevur stríðst við krabbamein nú í eina tíð, men long var sjúkralegan ikki áðrenn hann andaðist. Richard Wright var ein av teimum, sum mitt í sekstiárunum [...] stovnaðu Pink Floyd, ið serliga var kent fyri sín psykedeliska rocktónleik og bólkurin hevur selt fleiri enn 200 milliónir plátur og fløgur um allan heim. Wright var eisini ein av berandi kreftunum í [...] spældi saman var á konsert í Hyde Park í London í 2005 og tá vónaðu nógv at bólkurin fór at finna saman aftur, eftir at ósemja ímillum Roger Waters og hinar í bólkinum hevði ført til, at Rogers var farin úr